Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-06-13, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. juni 2001síða 13

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 110 - 13. juni 2001 Nr. 110 - 13. juni 2001 25 gult24 cyan24 magenta24 svart24 gult25 cyan25 magenta25 svart25 Fólk søkist Søkt verður eftir barrfólki og duravørðum at byrja skjótast gjørligt. Løn eftir avtalu. Tlf. 319696 / 219696 Hús ella íbúð ynskist í Suðurstreymoy til par við einum barni. Bæði hava fasta inntøku. Skriva til: Sosialurin, Box 76, 110 Tórshavn, Bill. mrk. 13.06. -tað loysir seg Samskipari hjá fiskivinnuni á landi Av tí at starvsfólk okkara ferð í annað starv søkir Føroya Arbeiðsgevarafelag eftir einum ráðgeva til skrivstovuna í Vinnuhúsinum. Arbeiðið fevnir í høvuðsheitum um málsviðgerð fyri Føroya Ráfiskakeyparafelag, ið røkir áhugamálini hjá føroysku fiskavirkjunum.Viðkomandi kemur at arbeiða í tøttum samstarvi við stjóran í Vinnuhúsinum og við nevndina í Føroya Ráfiskakeyparafelag. Arbeiðið fevnir m.a. um: • Kanningar av felags viðurskiftum hjá limunum • Vinnuumboðan í sambandi við myndugleikakrøv • Útflutningsviðurskifti • Samband við útlendska fiskivinnu og seljarar • Málsviðgerð / skrivarauppgávur fyri nevndina í Ráfiskakeyparafelagnum Vit vænta, at tú: • hevur hóskandi útbúgving og hollar arbeiðsroyndir, serliga innan fiskivinnuøkið • dugir at arbeiða sjálvstøðugt og miðvíst • hevur góð samstarvsevnir • dugir væl at samskifta á føroyskum, donskum og enskum. • hevur hollan telduførleika á brúkarastøði (Windows Office forrit) Vit kunnu lova tær eitt fjølbroytt, áhugavert og krevjandi starv. Løn sambært avtalu. Skrivlig umsókn, merkt ”Starv”, eigur at vera okkum í hendi í seinasta lagi 22. juni 2001. Ynskir tú at vita meira, ert tú vælkomin at ringja til Jan Mortensen, tlf. 31 18 64. Føroya Arbeiðsgevarafelag Vinnuhúsið Postsmoga 179 110 Tórshavn ––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Føroya Arbeiðsgevarafelag stendur fyri felags skrivstovuni hjá 13 vinnufeløgum og í løtuni starvast 6 fólk í umsitingini. Feløgini í Vinnuhúsinum arbeiða fyri at tryggja føroysku vinnuni best møgulig kor.Hetta verður gjørt m.a.við miðvísum arbeiði og polit- iskari ávirkan. Feløgini taka sær av sáttmálum á privata arbeiðsmarknaðinum, veita limunum kunning og ráðgeving og skipa fyri vinnumennandi tiltøkum. Bókhandils- lærlingur Vit leita eftir einum ágrýtnum og bjartskygdum lærlingi, sum dámar væl at lesa. Tú skal hava FHS, HH, students- ella HF-prógv. Lærutíðin er millum tvey og trý ár – tað velst um hvørja skúlagongd tú hevur. Vit hava eitt spennandi arbeiðsumhvørvi við ný- mótans tøkni og leggja dent á at veita góða tæn- astu. Arbeiðið er fjølbroytt. Tú kemur m.a. at arbeiða við avgreiðslu, vørumóttøku, bíleggingum, lýsingum og søluframsýningum. Bókasølan SMS · Box 1247 110 Tórshavn Tlf./fax 319575 Deildarskrivari til Søgu- og samfelagsdeildina Søkt verður eftir deildarskrivara til Søgu- og sam- felagsdeildina á Fróðskaparsetrinum. Starvið er fyribils fyri 8 mánaðir, frá 1. august 2001 ella skjót- ast til ber. Starvið er fjølbroytt, og fevnir um alt vanligt skriv- stovuarbeiði, serliga í sambandi við leiðsluna á Søgu- og samfelagsdeildini. Starvið setur krøv um góðan førleika til at arbeiða sjálvstøðugt, og um góð evni at samskifta og samstarva við onnur. Góður kunnleiki til mál og til arbeiði við vanligum edv-forritum er ein fortreyt. Skrivarin tekur sær av samskiftinum við Seturskriv- stovuna, leysalærarar, studentar, húsavørðin og onnur. Eisini skal hann fyrireika fundir, skriva brøv, dagføra tøl til ymsar frágreiðingar, kanna kontoav- rit,gera umsóknarskjøl,stýra journalini og so fram- vegis. Starvið er eitt 3/4 starv og lønt í 2.lønarflokki sam- bært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Før- oya Landsstýri. Meir fæst at vita um starvið við at seta seg í sam- band við Søgu- og samfelagsdeildina. Umsókn við avriti av prógvi v.m. verður at senda Søgu- og samfelagsdeildini í seinasta lagi 27. juni 2001. Søgu- og samfelagsdeildin J. C. Svabos gøta 7 100 Tórshavn Tlf. 317009 Skrivstovustarv Eitt hálvtíðarstarv sum skrivstovufólk á Lands- miðstøðini er leyst at seta til 1. september 2001. Arbeiðstíðin er seinnapart. Arbeiðið fevnir um • avgreiðslu av viðskiftafólki við skivuna og um telefon • at læna út undirvísingarmiðlar • røkt av Kunningarsavninum • bókhald - ávísingar, rokningar v.m. • ymiskt annað arbeiði á stovninum Vit vænta, at tú • hevur royndir í skrivstovuyrkinum • hevur royndir at brúka vanligastu teldufor- ritini • dugir at arbeiða sjálvstøðugt, ert røkin • hevur góð samstarvsevni og hevur lætt við at samskifta við fólk Vit kunnu bjóða • eitt fjølbroytt og sjálvstøðugt starv í einum stovni, sum hevur regluligt samskifti við flestu skúlar og lærarar í landinum, og sum hevur tætt samstarv við fyrisitingina í Menta- málastýrinum. • menningarmøguleikar innan ávís øki innan skrivstovuarbeiði. Talan er um 1/2 starv.Starvið verður lønt sambært sáttmálanum ímillum Fíggjarmálastýrið og Starvsmannafelagið í bólki II. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Petur Ova Petersen, stjóra á Landsmiðstøðini, tlf. 318825. Umsóknir við upplýsingum um útbúgving, starvsroyndir v.m. skulu vera Landsmiðstøðini í hendi í seinasta lagi mánadagin 2. juli 2001. Landsmiðstøðin Hoyvíksvegi 72 * Postrúm 3084 FO-110 Tórshavn –––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Landsmiðstøðin er tænastustovnur í undirvísingarverkinum. Landsmiðstøðin sýnir fram og lænir út undirvísingarmiðlar, hevur saman við MMS eina lærugreinráðgevaskipan, skipar fyri fak- og inspiratiónsskeiðum fyri lærarum, skúlastýrislimum og øðrum, ið varða av skúlanum. Á Landsmiðstøðini er miðlaverkstaður. Á Landsmiðstøðini starvast,umframt stjóran,3 skrivstovufólk og 9 lærugreinaráðgevar – tilsamans umleið 71/2 fulltíðarstarv. Fólk Til pakkideildina hjá okkum søknast vit eftir fólki til fast arbeiði og fólki at avloysa í summarferiu- tíðini. Áhugað biðjast vinarliga venda sær til okkara og tosa við sølustjóran Claus Mørkøre.Tlf. 31 46 50 P/F Poul Michelsen Fólk søkist til Tíðindablaðið Sosialin, marknaðardeildin Vit sóknast eftir einum fólki at taka sær av dagliga arbeiðinum við sølu av lýsingum og øðrum fyrifallandi uppgávum. Herundir er ein uppgáva at verða við til at menna og reka Internet Sosialin. Tú: • Ert ágrytin • Dugir væl at tosa í telefon • Hevur lætt at tosa við fólk • Hevur áhuga fyri telduarbeiði • Ert før/ur fyri at arbeiða undir tíðartrýsti • Hevur hugflog og dugir at festa tað á pappír • Dugir væl føroyskt • Kanst byrja skjótast gjørligt Vit kunnu bjóða: • eitt spennandi og mennandi starv, har tú gerst partur av eini væl- virkandi marknaðardeild • Samskifti innan- og uttanlands við viðskiftafólk okkara • Áhugaverdar og fjølbroyttar uppgávur Umsóknarfreistin er 25. juni 2001. Løn samb. avtalu. Umsóknin skal saman við viðkomandi skjølum sendast til: Sosialurin P.O. Box 76 110 Tórshavn Att.: Marjun Dalsgaard Tú ert vælkomin at ringja tel. 311820 at hoyra meira um starvið. Spyr eftir Marjun ella send ein e-mail til: marjun@sosialurin.fo Vit eru alla tíðina úti um okkum, og fimm ferðir um vikuna koma vit á gøtuna við einum nýggjum og feskum blaði. Umframt tað verður blaðið hvønn dag lagt á internetið. Her starvast í dag uml. 25 fólk. Søkt verður eftir: ófulltiknum dekkarum Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála við Fíggjarmálastýrið og Starvsmannafelagið. Fyri størvini er galdandi, at fyrstu 3 mánaðirnir eru royndartíð. Umsókn við prógvum og viðmælum skulu send- ast til Fiskiveiðieftirlitið/Vaktar- og Bjargingar- tænastuna,Postboks 347,110 Tórshavn,í seinasta lagi hósdagin 21. juni 2001. Fiskiveiðieftirlitið/Vaktar- og Bjargingartænastan tann 11.juni 2001 Íslendskur hestur til sølu. Tlf. 447721 Norðoya Røktarheim 700 Klaksvík Í sambandi við at sjúkrasystir fer í farloyvi, verður søkt eftir sjúkrasystir frá 01. september 2001 til 31. august 2002. Arbeiðstíðin er 16 tímar um vik- una í skiftandi vaktum. (lønarbrøkur 0,4). Heimið hevur 2 deildir við 18 búplássum á hvørj- ari deild. Umsøkjarin skal rokna við at hava fak- ligu ábyrgd av báðum deildunum í arbeiðstíðini. Meira fæst at vita um starvið við at seta seg í sam- band við leiðaran ella ein av deildarleiðarunum á telefon 457610, 457601 ella 457604. Lønar- og setunartreytir sambært sáttmála mill- um Fíggjarmálastýrið og Sjúkrasystrafelag Før- oya. Umsókn, saman við avriti av prógvi og autorisa- tión, verður at senda til leiðaran fyri Norðoya Røktarheim, FO-700 Klaksvík. Umsóknarfreist 3. juli 2001. C M Y K 25 24