Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-21, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. februar 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 37 - 21. februar 2008 Nú líðir móti endanum – ella byrjan­ ini – við verkætlanini á oljubryggjuni í Fuglafirði, har Faroe Bunkers hevur sett upp tríggjar stórar tangar, tveir til tungolju og ein til gassolju Olja Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Sambært tíðarætlanini hjá felagnum fer Faroe Bunkers í Fuglafirði at selja tungolju og gassolju miðskeiðis í summar. Einir 3-4 ymiskir veitarar hava hjálpt felagnum at byggja upp oljugoymslu í Fuglafirði, og gongst sum ætlað, verður felagið til reiðar at lata olju í summar. Janus Rasmussen, stjóri í Faroe Bunkers, sigur, at felagið hevur tríggjar tangar at goyma olju í. Hetta eru tangar úr stáli. Pláturnar eru sveisaðar saman, og tangarnir eru bygdir upp á staðnum. - Vit hava tveir tangar, sum taka 7.000 rúmmetrar hvør og ein, sum tekur 5.000 rúmmetrar. Í prin- sippinum eru teir báðir størru til tungolju og hin seinasti til gassolju. Íløgan hjá Faroe Bunkers í Fuglafirði er upp á einar 43 miljónir krónur. Í samrøðu, sum Sosialurin hevði við Janus Rasmussen fyri júst tveimum árum síðan, varð mett, at verkætlanin í Fuglafirði fór at kosta einar 25 miljónir krónur. Men sum skilst, er henda ætlan nógv broytt, samstundis sum alt er vorðið dýrari. Broytt viðurskifti Tað var upprunaliga “Felag- ið 14.2.2006”, sum setti út í kortið við eini goymslu til tungolju í Fuglafirði. Tá ið vit høvdu samrøðuna við Janus, var hetta felag ikki skrásett. Feløgini, sum tá stóðu aftanfyri verkætlanina, vóru eitt nú Bergfrost og Havs- brún í Fuglafirði og Vinnan í Gøtu. Tá ið P/F Løkir gjøgnum ognarfelagið Megd keypti Statoil Føroyar frá norska felagnum Statoil ASA í fjør heyst, gjørdi felagið sam- stundis avtalu við olju- felagið í Fuglafirði undir stovnan, Faroe Bunkers, um eisini at keypa hetta felag. Soleiðis eigur ognar- felagið Megd í dag allan partapeningin í Faroe Bunkers. Janus Rasmussen sigur, at eigaraviðurskiftini eru broytt, men tey feløg, sum áttu partapening í Faroe Bunkers, eru gjøgnum íløgu- felagið framvegis partur í verkætlanini í Fuglafirði. Keyp og søla Stjórin í Faroe Bunkers sigur, at uppgávan hjá felagnum í fyrsta lagi verður keyp og søla av tungolju og gassolju. - Í prinsippinum kunnu vit lata tungolju og gassolju til tey skip, virkir og feløg, sum brúka hesa olju. Hvørji viðskiftafeløgini serliga verða, tá ið vit eru komin í gongd, kunnu vit einki siga um í dag. Hann sigur, at Faroe Bunkers fer at gera avtalur við veitarar av olju og fer síðan at bjóða hana útaftur í Fuglafirði. Vit spurdu eisini stjóran, um hugsandi er, at felagið fer at verða veitar av tungolju til eitt nú Havsbrún og SEV, men tað dugir hann ikki at siga í løtuni. - Nú mugu vit fyrst koma í gongd, og tá fáa vit at síggja, hvørji viðskifta- feløgini verða – í byrjanini og frameftir, sigur Janus Rasmussen. Millum føroysku feløgini, sum brúka tungolju, sum kemur blandað til landið, eru eitt nú SEV og Havs- brún. Aftrat hesum brúka ferðamannaskipini, Nor- røna og Smyril umframt nøkur av størru fiski- skipunum eisini tungolju. Olja Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í samrøðu við Sosialin fyri tveimum árum síðan, segði Janus Rasmussen, sum nú er stjóri í Faroe Bunkers, at lítil ivi er um, at eftirspurningurin eftir tung- olju í Føroyum verður veksandi, sum árini ganga. Vítt hugtak Ætlanin at byggja goymslu til tungolju í Fuglafirði er eftirhondini fleiri ára gomul. Hetta er ein ætlan, sum arbeitt hevur verið við heilt síðan í desember 2002. Men hvat er so tungolja? kunnu vit spyrja. -Tungolja er ikki bara tungolja. Hetta er nevniliga eitt nokso vítt hugtak, sigur Janus Rasmussen. Hann vísir á, at tungolja finst í fleiri ymiskum blandingum. Í samrøðuni fyri tveimum árum síðan, segði stjórin, at málið hjá teimum er at kunna veita alla ta olju, sum viðskiftafólk hava brúk fyri. Ymiskir spurningar Nú vit aftur tosaðu við Janus Rasmussen í morgun, spurdu vit eisini, hvussu felagið fer at skipa seg, tá ið klárt er at keypa og selja olju í Fuglafirði. - Hvussu vit fara at skipa okkum við fólki og flutningi av olju, eru spurningar, sum verða tiknir upp, tá ið tíðin nærkast, at vit kunnu byrja at keypa og selja, sigur stjórin. Íløgan hjá Faroe Bunkers í Fuglafirði er upp á einar 43 miljónir krónur Mynd: Jens Kr. Vang Faroe Bunkers fer at selja tungolju í summar Tungolja er eitt vítt hugtak Ætlaninar at byggja goymslu til tungolju í Fuglafirði eru eftirhondini fleiri ára gamlar Dollarar fíggja havn Kommunan í Sisimiut og Greenland Venture hava gjørt av at útbyggja havnarlagið í Sisimiut. Ætlanin er at fáa amerikanskar íleggjarar at fíggja útbyggingina. Á hvørjum ári vitja stór ferða- mannaskip Sisimiut, og tað í tí sambandi, at Greenland Venture ætlar at fáa amerikanarar at seta pening í havnarlagið. Í næsta mánað verður ein ráðstevna um íløgumøguleikar í Grønlandi, og tá verða amerikanskir íleggjarar kunnaðir um verkætlanina. Byggja nýtt Grønlendska reiðaríið Royal Arctic Line skal hava tvey nýggju bingjuskip av sama slagi sum "Mary Arctica", sum felagið hevur nú. Nýggju skipini, sum skulu latast í 2010, eru 113 metrar long og 22,7 metrar breið og skulu byggjast á Aker Yard í Týsklandi. Skipini verða serbygd til at sigla í grønlendskum sjógvi. Royal Arctic Line hevur í seinastuni leigað skip, men hevur nú valt at byggja nýtt. Einki verður sagt um, hvat skipini kosta.