hósdagur 21. februar 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 37 - 21. februar 2008
Stutt Sagt
FBI í
Eystur-
Timor
Tríggir rannsóknarmenn
hjá amerikonsku sam
veldisløgregluni
FBI
komu í gjár til Eystur
Timor at hjálpa myndug
leikunum har at kanna
tilburðin fyri einari góðari
viku síðani, tá roynt varð
at beina fyri José Ramos
Horta, forseta og Xanana
Gusmao,
forsætisráð
harra.
Tíðindastovurnar
skriva, at teir tríggir
amerikanararnir eru ikki
teir
einastu
útlendsku
løgreglumenninir,
sum
taka lut í kanningunum.
José RamosHorta hevur
ligið
á
sjúkrahúsi
í
Avstralia síðani dráps
royndina tann 11. februar.
Hann varð illa særdur,
men
Xanana
Gusmao
slapp
óskalaður
frá
álopinum.
Darwin komin
til Florida
Skúlamyndugleikarnir
í
amerikanska
statinum
Florida hava gjørt av, at
menningarlæran
hjá
Charles
Darwin
skal
verða tvungin lærugrein í
øllum skúlum í statinum.
Kristnar kreftir í Florida
hava stríðst ímóti ætlanini
at brúka Darwin í skúl
unum í statinum, tí tær
vilja hava skúlan at halda
seg til skapanarsøguna í
Bíbliuni. Kortini vunnu
tær meiri frælslyntu kreft
irnar, men avgerðin var
tepur. Í mentamálanevnd
ini vóru fýra atkvøður fyri
at loyva Darwin inn um
skúlagátt, og tríggjar vóru
ímóti, skrivar AP.
Ikki morð
Fyrrverandi bretski fregn
artænastuyvirmaðurin Sir
Richard
Dearlove
av
sannaði
undir
einari
hoyring í London í gjár, at
Diana prinsessa og Dodi
al Fayed vórðu myrd. Í
hvussu er hevði MI6 ikki
nakað við tilburðin at
gera, segði hann. Avhoyr
ingin var søgulig, tí tað er
als ikki vanligt, at verandi
ella fyrrverandi embætis
menn hjá MI6 úttala seg í
málum, sum eru vend
ímóti
tænastuni.
Pápi
Dodi,
Mohammed
Al
Fayed, vil vera við, at MI6
beindi fyri soni hansara
og Dianu eftir boðum frá
kongshúsinum.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
-Vinnur Hillary ikki í Texas og Ohio 4. mars, vænti eg
ikki, at hon verður forsetavalevni í heyst
Bill Clinton
útlond
-Vinnur Hillary ikki í
Texas og Ohio, vænti
eg ikki, at hon klárar
tað, sigur Bill Clinton
Dagurin 4. mars 2008 kann
fáa sera stóran týdning fyri
politiska lívið hjá Hillary
Clinton. Tann dagin hava
demokratarnir uppstilling
arval í teimum báðum stóru
statunum Texas og Ohio, og
aftan á tíggju ósigrar á rað
hevur Hillary brúk fyri at
vinna teir báðar. Tað siga
eygleiðararnir, og tað sigur
maður hennara eisini.
Vinnur hon í Texas og í
Ohio, vænti eg, at hon
verður forsetavalevni hjá
demokratunum
í
heyst.
Vinnur hon ikki, so vænti
eg ikki, at hon klárar tað.
Avgerðin er tykkara, segði
Bill Clinton, tá hann í
gjárkvøldið hjálpti konuni
á veljarafundi í Beaumont í
Terxas.
Umframt Texas og Ohio
hevur Rhode Island eisini
uppstillingarval
tann
4.
mars. Men tað er uttan iva
úrslitið í Texas, sum fær
tann størsta týdningin, tí
staturin hevur ikki færri
enn 228 valmenn á tí enda
liga uppstillingarfundinum
hjá demokratunum.
Tær seinastu meininga
kanningarnar
vísa,
at
Hillary Clinton er eitt vet
framman
fyri
Barrack
Obama í Texas, men eyg
leiðarar vísa á, at henni
tørvar greiðar sigrar í teim
um statunum, sum eftir eru,
um hon skal tryggja sær
fleiri valmenn enn Obama.
Sambært útrokningum hjá
APtíðindastovuni
skal
Hillary Clinton vinna 57
prosent av teimum val
monnunum, sum eftir eru
at stríðast um.
Í løtuni hevur Barrack
Obama 1.178 valmenn í
sínum parti, meðan Hillary
Clinton hevur 1.024. Enn
eru 1.025 valmenn eftir at
dystast um, og 334 teirra
eru úr Texas og Ohio.
Bill Clinton hevur sæð
skriftina á vegginum. Hillary
má vinna 4. mars
Mynd: AP
Texas er hennara
seinasti møguleiki
Ein sjónbandsupp-
tøka úr avhoyring-
arrúminum hjá
løgregluni í býnum
Schrewport hevur
skelkað amerikanska
fólkið
Tann 17. novembur í fjør
tók løgreglan í Schrewport
í
amerikanska
statinum
Louisiana ta 42 ára gomlu
Angela
Garbarino
á
løgreglustøðina,
tí
hon
hevði drukkið í meira lagi.
Á sjónbandsupptøkuni úr
avhoyringarrúminum
á
løgreglustøðini
sæst,
at
Angela vil sleppa at ringja
til ein ella annan, men at
løgreglumaðurin
Wiley
Willis, sum er í rúminum
saman við henni, sigur nei.
Tað sæst eisini, at kvinnan
hevur ikki hug at samstarva
við
løgreglumannin,
tá
hann vil hava hana at blása
í alkomátingartólið. Ístaðin
fyri roynir hon at sleppa út
úr rúminum, og tað endar
við, at hon verður løgd í
hondjørn og sett á ein stól.
So sløkkir Wiley Willis
upptøkutólið
í
avhoyr
ingarrúminum, og tá tað
verður tendrað aftur, liggur
Angela Garbarino í einum
blóðhyli á gólvinum við
brotnari
nøs,
tveimum
brotnum tonnum og bláum
eygum. Løtu seinni kemur
ein
sjúkrabilur
á
løg
reglustøðina eftir henni og
koyrir
hana
á
eitt
sjúkrahús.
Í
sjónvarpssendingini
Good Morning America
hevur Angela Garbarino
greitt frá, at løgreglumað
urin bukaði seg, eftir at
hann hevði sløkt upp
tøkutólið. Løgreglan sigur,
at hon datt og fekk skaða í
andlitið.
Tann 5. februar fekk
Wiley Willis sekkin, men
hann hevur kært avgerðina.
Síðani málið kom fram í
sjónvarpinum, hava tvær
kvinnur
afturat
meldað
Wiley Willis fyri óregluliga
framferð
í
arbeiðinum,
skrivar blaðið The Schrew
port Times.
Angela mátti á sjúkrahúsið
aftan á avhoyring hjá løgregluni
Soleiðis sá Angela Garbarino
út aftan á avhoyringina á
løgreglustøðini í Schrewport
Mynd: ABC News