hósdagur 21. februar 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 37 - 21. februar 2008
13
Í
valstríðnum var mangt og
hvat ført fram um gransking,
útbúgving og mentan. Ein
lýsing segði, at fiskur selur ikki
mentan, men mentan selur fisk.
Á einum veljarafundi segði ein
politikari, at játtanin til nýggja
Fróðskaparsetrið skuldi
sjeyfaldast (ja, 7-faldast) upp á
10 ár. Ført hevur eisini verið
fram, at universitet okkara
skuldi vera altjóðaligt. Tað var
søtur tónleikur í mínum oyrum.
Nú er valstríðið av, og brótast
skal upp um armar.
Føroyamálsdeildin er elsta
deildin á Fróðskaparsetrinum
fyri ikki at siga, at hon var
setrið tey fyrstu árini. Fróð-
skaparsetrið varð sett á stovn í
1965 í fyrsta lagi at vera hægri
lærustovnur í teimum føroysk-
um evnunum, har málið lá fyrst
fyri. Seinni komu hinir ómissi-
ligu partarnir við, náttúru-
vísindi, søga og samfelagsfrøði.
Soleiðis er Fróðskaparsetrið í
dag tað universitetið í heimi-
num, sum hevur skyldu til
burturav at gera rannsóknir í
føroyskum viðurskiftum – sum
ikki bara nýtast at vera viður-
skifti í Føroyum. Føroya-
málsdeildin arbeiðir við hug-
vísindum, sum er eitt vítt og
kvæmt granskingarøki, har
nýggj hugskot í heilum bjóða
gomlum fatanum av.
Útbúgvingar í føroyskum
Framleiðslutíðin fyri ein
granskara í føroyskum er 5 ár.
Fyrst skal studenturin lesa og
arbeiða í tvey ár fyri at taka
støðisnám, har allar lærugrein-
irnar eru skyldubundnar. Triðja
árið skal hon velja sær 3-4 evni
og skriva eina BA-ritgerð og
lúka BA-prógv. Fjórða og fimta
árið heldur hon fram á nakað
sama hátt fyri at lúka MA-
prógv. Síðani er tað ein spurn-
ingur um dugnaskap og
fíggingarmøgleikar, um hon
kann halda fram í granskara-
útbúgvingini og verða doktari
trý ár seinni.
Tað stendur ikki á hjá teimum
sum hava BA og MA at fáa
arbeiði t.d. sum týðarar,
tekstarar, forlagsritstjórar og
teksthøvundar á lýsingarfyri-
tøkum. Tey sum taka samansett
MA við føroyskum og eini
aðrari lærugrein sum hjánám –
ella øvugt hava føroyskt sum
hjánám afturat eini aðrari
høvuðsgrein – kunnu eisini
verða lærarar í føroyskum í
miðnámsskúlunum. Enn tykist
tørvurin ikki vera nøktaður, og
skulu enn fleiri ungdómar enn
nú hava eina miðnámsútbúgv-
ing, so verður tørvur á fleiri
føroysktlærarum langt inn í
framtíðina.
Gransking og undirvísing
Tað, sum eyðkennir universit-
etsútbúgvingar er, at tær eru
grundaðar á vísindaliga gransk-
ingarvirksemið hjá lærarunum.
Tí fer helvtin av arbeiðsorkuni
hjá teimum vísindastarvs-
fólkunum á Føroyamálsdeildini
til at granska tey mongu
ymisku brigdi hjá føroyskum
máli, mentan og bókmentum.
Haruppí hoyrir at skriva greinir
og bøkur. Deildin er harum-
framt samstarvspartur í útlend-
skum granskingarverkætlanum,
sum umfata føroyskt mál og
føroyskar bókmentir.
Í løtuni eru sjey vísindastarvs-
fólk á Føroyamálsdeildini,
tríggir granskingarhjálparar og
eitt skrivstovufólk. Higartil
hevur Føroyamálsdeildin bara
útbúgvið 2 granskarar. Tað átti
alla tíðina at verið í minsta lagi
tvey ph.d.-lesandi á deildini.
Lutvíst tí vit mugu síggja til at
tryggja framhaldið á Føroya-
málsdeildini. Og lutvíst skal
nýggja læraraútbúgvingin
væntandi hava granskara-
útbúnar lærarar í føroyskum.
Sum er tekur Føroyamáls-
deildin nýggjar studentar inn
annaðhvørt ár. Skulu vit økja
framleiðsluna á øllum stigum,
má tað bera til hjá studentum at
verða tiknir upp til lestur hvørt
ár. Men so mugu fleiri starvs-
fólk til. Tey mugu snøgt sagt
tvífaldast. Skulu eisini nýggjar
útbúgvingar setast í verk, er
tørvur á uppaftur fleiri fólkum.
Verður Føroyamálsdeildin
víðkað á henda hátt fáa vit
frammíhjá eina innanhýsis
synergi, sum fer at fremja ta
fakligu menningina.
Útlendingar og fjølmiðlan
Føroyamálsdeildin átti at havt
eitt ársnám í føroyskum fyri
útlendingar. Deildin hevur altíð
havt skeið um summarið fyri
norðurlendingar og síðani 2004
eisini fyri aðrar útlendingar. Nú
er rætta løtan at bjóða ársnám í
føroyskum fyri útlendingar og
tað fyrsta átti at byrjað í
september 2009.
Ársnám fyri útlendingar skal
vera byrjanarskeið í føroyskum.
Høvuðsdentur fer at liggja á
munnligum og skrivligum máli,
harafturat koma lærugreinirnar
nútíðarsøga og samfelag, eldri
og nýggj mentan og bókmentir.
Ársnámið eigur síðani at verða
víðkað við framhaldsnámi. Tey,
sum tá vilja halda fram at lesa í
Føroyum, kunnu fara undir eina
av vanligu útbúgvingunum á
setrinum.
Ofta hevur verið nevnt, at
setrið átti at havt eina journal-
istútbúgving. Tað er eitt gott
hugskot, men vit halda, at neyð-
ugt er at víðka tað hugtakið og
gera eina fjølmiðlaútbúgving,
sum byggir á holla fakliga
vitan. Tí skjóta vit upp at skipa
fyri eini MA útbúgving í fjøl-
miðlan, soleiðis at hon byggir á
eitt BA prógv í føroyskum,
søgu, lívfrøði o.t. Útbúgvingin
skal vera teoretisk og praktisk,
umfata søguligar, samfelags-
ligar og málsligar partar. Tískil
má hon verða framd í samstarvi
við aðrar deildir og skúlar á
nýggja Fróðskaparsetrinum.
Framtíðin
Skulu nýggir studentar verða
tiknir upp til lestur í
føroyskum hvørt heyst, og
skulu tvær nýggjar
útbúgvingar setast á stovn,
krevur tað ellivu nýggj
vísindastarvsfólk og tvey
skrivstovufólk. Fyri at røkka
øllum hesum eigur Føroya-
málsdeildin at koma upp á
12,2 milliónir kr. árliga. Tað
er bara ein góð tvífaldan av
verandi játtan hjá deildini.
Soleiðis ment kann Føroya-
málsdeildin møta framtíðini.
Hvussu skjótt vit skulu røkka
hesum máli, er ein spurningur
um politiska raðfesting, og
hvussu alt Fróðskaparsetrið
skal húsast, fyri ikki at tala
um hvussu tað skal verða hýst
í framtíðini. Eingin ivi kann
vera um, at Føroyamálsdeildin
eigur at slóða fyri mennandi
samskifti. Tað má berast so í
bandi, at mentanin ikki bara
fremur útflutninginum av
fiski og øðrum, sum
marknaður er fyri úti í stóru
verð. Gransking av máli,
bókmentum og samskifti má
verða ment og á tann hátt vera
við til at gera tað vert og
áhugavert at liva her á landi.
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2008?
Send eina grein til dorit@sosialurin.fo
Kravið er, at greinin er millum 8.000 og 10.000 tekn og skrivað í essay stíli
Við Føroyamálsdeildini
inn í framtíðina
Næstu ferð:
Magni Laksáfoss um búskap
og politikk
Tíðargreinin
tíðargreinin
Malan Marnersdóttir,
professari