Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-21, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. februar 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 37 - 21. februar 2008 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 22. januar andaðist elskaði abbi mín Hans Toftheyggj, 78 ára gamal. Hesin dagur skuldi vera ein gleðisdagur, tí mamma hevði føðingardag, men so var tó ikki. Abbin hevði ligið á sjúkrahúsinum í eina tíð, men var tó ikki versnaður, so tað kom sum ein skelkur á okkum øll, at hann brádliga varð tikin burtur frá okkum. Eg minnist so væl, tá pabba ringdi og fortaldi, at Anna omman ikki var í millum okkum longur, eg hugsaði beinanvegin um teg, góði abbin og sjálvandi børn tykkara eisini. Tað var tungt fyri okkum øll, men tó tyngst hjá tær, tú og omman høvdu livað saman í meiri enn 55 ár. Eg minnist, hvussu rørdur tú var, tá Anna spældi á tvørfloytu til jarðarferðina hjá ommuni. Tær dámdi væl at hoyra hana spæla og helt at hon dugdi sera væl. Tit bæði hava altíð verið so góð við okkum abba/ ommubørnini, og eg eri so takksom fyri øll tey góðu minnini, ið eg havi. Áðrenn hús okkara í Trongisvági vóru liðug, búðu vit hjá tykkum, eg var bert eitt ár, so eg minnist ikki alt, men havi tó sæð nógvar myndir frá tí tíðini. Eg minnist, tá eg var lítil, tá omman lærdi meg at hekla, binda og at syngja vísur o.a, og tá vit bæði gingu á sandinum og leitaðu eftir gággum. Eg elskaði at vera hjá tykkum og kom tí ofta til Hvalbiar til tykkum í veekend. Einaferð vildu eg og Rakul sleppa til Hvalbiar, men mamma og pabba vóru til arbeiðis, so vit stillaðu okkum á vegin at tumla, og ein bilførari var so fittur at koyra okkum norður til tykkum. Eg minnist at fyri stuttari tíð síðani ringdi tú fyri at vita, um eg ætlaði mær í skúla, tú helt, at eg heldur skuldi vera heima, tí veðrið var so ringt. Tú hugsaði altíð um okkum, var altíð so bangin um at okkurt skuldi henda okkum. Tú hevði eitt so gott hjarta, tú ynskti tað besta fyri øll. Eisini hesa síðstu tíðina með­ an tú hevur ligið á sjúkrahúsinum, minti tú meg altíð á at koyra varliga og ansa eftir tí tað var glerstoytt og vindur. Eg elskaði at vitja teg, tú fekk okkum altíð at flenna. 11. januar bleivst tú fyri fyrstu ferð langabbi, tó lukkaðist tú aldrin at møta langabbasoninum. Keðiligt, at hann ikki kom at kenna teg og ommuna, men eg eri vís í, at hann fer at hoyra alt tað góða um tykkum bæði. Rørandi var at síggja tað fullu kirkjuna tann dagin, tá tú bleiv borin til títt síðsta hvíldarstað her á jørð. Tað er so tómt, at koma til Hvalbiar nú, tú ikki situr framman fyri vindeyganum, og hyggur útyvir bygdina, har ið tú hevði tín fasta sess. Goymd vera minnini um elskaða abba mín Hans Toftheyggj. Tú fylgdi mær fyrst, tá í vøggu eg lá, og so tá eg stetlaði gólvinum á, og síðan tá omma meg tók á sítt knæ og lærdi meg har fyrstu bøn, ið eg bað. ... Renna skilnartár á kinni, syngjandi tó boðskap ber: Vinir Guðs á ongum sinni møtast skulu síðstu ferð! Abbadóttirin Mariann Til minnis um abba mín Hans Toftheyggj! f. 21. februar 1929 d. 22. januar 2008 Her er ein mynd til næstu Havnarbókina, sum Birgar Johannessen arbeiðir við í løtuni. Vit kenna nøvnini á nøkrum av gentunum, men mangla fleiri. Fyrstu ferð kvinnufótbólt­ ur var spældur í Havn var á ólavsøku í 1956. Stjørnan úr Klaksvík spældi móti Neistagentum. Dysturin varð spældur á hondbólts­ vøllinum. Úrslitið gjørdist 0­0. Myndin er tikin áðrenn dysturin byrjaði. Aftara rað f.v.: Luffa Dam úr Vestmanna, Martha Hentze Rasmussen, ókend, ókend, ókend, Hilda Lamb­ aa, Malan (úr Klaksvík) og ókend. Tær seks genturnar fremst (húkandi) f.v.: Sonja Christoffersen, Malvina á Dunga, Herborg Davidsen, ókend, ókend og ókend. Tey, ið kennast við tær genturnar á myndini sum vit ikki hava nøvnini á ella hava okkurt at viðmerkja í hesum sambandi, eru væl­ komin at ringja til Birgar Johannessen á telefon. 214647 ella 314647. Til minnis um mammu mína Hjørdis Djurhuus fødd 27. apríl 1910 deyð 3. juli 2006 Tú hvarv um sýn, - nú er kvirt - tagnað er fjálga røddin, ið varliga streyk hvørt tárið burt, ið vitjar frá lívsins morgni. Troyttar hendur hvíla nú, tær høvdu ein langan róður. Lívið breyt í bæði borð, tá børn løgdu inn áðrenn móðir. Tøkk fyri minnir tú gavst her á fold, bæði í sorg og gleði, tøkk fyri ríku gevandi orð perlur á lívsins vegi. Hvíl í friði góða mamma. Kristin Kvinnufótbóltur í 1956 Andlát og jarðarferðir Petra Óladóttir, fødd Biskopstø, ættað úr Klaksvík, andaðist mánadagin 18. februar í Neskaupstøðum í Ís­ landi 72 ára gomul. Jarð­ arferðin verður lýst seinni. Retta Hansen, fødd Gjoverå, andaðist á Eyst­ uroyar Ellis­ og Røktar­ heimi týsdagin, 88 ára gomul. Kistan við Rettu fer av Røktarheiminum í Runavík fríggjadagin klokkan 17. Jarðarferðin verður úr Fuglafjaðar kirkju leygardagin klokkan 13. Sungið verður úr sálmabókini. Tey, ið vilja minnast Rettu, kunnu lata eina gávu til Røktarheimi í Runavík. Konta í pen­ ingastovnunum. Andlát og jarðarferðir Dagurin 22. februar. Pætursmessa. So mætur maður sum Pætur hevur tveir minningardagar í álmanakkanum, annar er pætursmessa 22. februar og hin er pætursøka tann 29. juni.