Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-21, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. februar 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 37 - 21. februar 2008 15 nøvn Tøkk Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá ið kæra mamma, vermamma, omma og langomma okkara Anna Hansen Norðragøta andaðist og varð jarðað. Vit takka tykkum øllum, ið sýndu samkenslu og hjálpsemi, og tykkum, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Vit takka somuleiðis fyri blómur, kransar og gávur til Gøtu kirkju. Familjunnar vegna Olea, Finnbogi og Tróndur Tøkk Hjartaliga tøkk fyri sýnda samkenslu, tá ið kæra kona, mamma, vermamma, omma og langomma okkara Sonja Margreta Olsen Miðvágur andaðist og varð jarðað. Tøkk til Øssur Berghamar, sum trúliga vitjaði hana ta tíð, hon var á Ríkissjúkrahúsinum. Tøkk til David Johannesen, prest, fyri vøkur og troystarrík orð í kapellinum og kirkjuni. Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur til Diabetisfelag Føroya. Tøkk til kirkjutænarar, berarar, sangarar og øll tykkum, sum hjálptu so væl til við ervinum. Tøkk til tykkum øll, ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldar stað her á foldum. Familjunnar vegna Hans Jacob, Marianna, Christian og Jónfinn Fríggjadagin 15. februar læt ein nýggj kafé upp í Klaksvík. Í hesum sambandi var móttøka í kaféini, har m.a. livandi tónleikur var á skránni Móttøka Myndir: Joan Abrahamsen Nýggja kaféin í Klaksvík hevur fingið navnið Víkafé. Tað eru systrarnar Susan Hansen og June Jacobsen, sum hava tikið stig til nýggju kaféina, sum heldur til í somu húsum restaurant Hereford á Klaksvíksvegi 45. Í Víkafé ber til at fáa nógvar ymiskar rættir og sjálvandi eitt breitt úrvæl av kaffi og øðrum drykki­ vørum. Eisini er ein lítil pallur gjørdur við ljóðan­ leggi, har livandi tónleikur kann verða framførdur. Undir móttøkuni framførdi ungi havnarmaðurin Heri Olsen, sum eisini kemur at framføra komandi leygar­ kvøld. Susan og June, sum hava arbeitt saman í eina tíð við cateringfyritøkuni Matar­ list, siga at fólk hava tikið væl undir við kaféini, sum er eitt stað har fólk kunnu koma inn at njóta góðan mat og drykkivørur í hugna­ ligum umhvørvi. Kaféin er sera hugnalig við t.d. bæði nýggjum og gomlum møbl­ um, sum seta sín serliga dám á hølini. Ætlanin er eisini at skipa fyri ymiskum tiltøkum í kaféini, sum er opin frá kl. 12 til 23 frá mánadegi til hósdag og fríggjadag og leygardag er opið frá kl. 12 til klokkan eitt um náttina. mg »MENTA – skrásettir grannskoðarar spf.« er navnið á nýggju grannskoðara­ fyritøkuni, sum er úrslitið av eini samanlegging av Sp/f Grannskoðaravirkið Hermund Jacobsen og Sp/f Alvi Nielsen Fyritøka Hermund Jacobsen og Alvi Nielsen, skrásettir grann­ skoðarar, hava lagt virk­ semið saman í eina fyritøku sum nú eitur »MENTA – skrásettir grannskoðarar spf.« “Vit hava tikið hetta stig­ ið fyri at brynja okkum betri út og fyri at kunna veita kundum okkara eina enn betri tænastu”, siga teir báðir í stuttari viðmerking, áðrenn blaðið fór til prent­ ingar. Sp/f Grannskoðaravirkið Hermund Jacobsen varð stovnað 1. november 1987 og hevur sostatt 20 ár á baki. Sp/f Alvi Nielsen varð stovnað 21. november 2005. Hermund og Alvi hava báðir drúgvar royndir sum grannskoðarar. Alvi hevur starvast tilsam­ ans 23 ár sum grannskoðari, harav 20 ár hjá P/f Grann­ skoðaravirkið Inpact, og sløk trý ár sum sjálvstøð­ ugur. Hermund hevur til­ samans arbeitt sum grann­ skoðari í 25 ár, harav fimm ár hjá Rasmussen og Weihe og tey 20 sum sjálvstøð­ ugur. Í dag starvast tilsamans 9 fólk hjá »MENTA – skrá­ settir grannskoðarar«, sum er vorðið eitt av teim størru grannskoðaravirkirjunum í landinum. mg Hermund og Alvi lagt saman Hermund Jacobsen og Alvi Nielsen framman fyri virkisbygninginum í Jónas Broncksgøtu Víkafé – nýggj kafé í Klaksvík Susan Hansen og June Jacobsen í nýggju kaféini Kaféin er sera hugnalig við bæði nýggjum og gomlum møblum Frá móttøkuni f.v.: Maiken Steinberg, leiðari á Norðoya Kunningarstovu, Susan Hansen, frá Víkafé, Rani Nolsøe, leiðari í Íverksetarahúsinum, og June Jacobsen frá Víkafé Frá móttøkuni, Símun Gullaksen frá Føroya Bjór Við hesum verður kunngjørt, at elskaða mamma, omma, langomma, olduromma og vermamma okkara Súsanna Malena Poulsen Eiði vanliga nevnd Sannelena á Lofti ættað úr Tjørnuvík andaðist týsdagin 19. februar, 99 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Mizpa leygardagin 23. februar kl. 12.00. Vegna tey avvarðandi Herdis, Selma, Koba, Sigmund, Svenning og Jónsvein