hósdagur 21. februar 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16 tíðindi
Nr. 37 - 21. februar 2008
Arbeiðið at gera
tunlarnar á Kalsoynni
er langt síðani liðugt,
men uppruddingin
av arbeiðsøkinum
omanvert Mikladal
verður í løtuni
gjørt liðugt. Millum
annað er byggihøllin
burtur. – Eg vænti,
at vit verða lidnir
í kvøld, sigur
arbeiðsformaðurin
Walther Thomassen
Arbeiði
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Myndir: Høgni Thomsen
Kalsoy: Tað eru ikki nógv
hitastig í luftini her oman
fyri bygdina í Mikladali
seinnapartin í gjár.
Fjøllini er hvít nakað
oman í líðina, og vátaslett
ingurin ger eisini um seg
henda seinnapartin.
Hetta tykist kortini ikki
at nerva teir arbeiðsmenn
inar, sum hesa løtuni stríð
ast við at rudda eitt ar
beiðsøki hjá Landsverki við
innkoyringina til tann norð
asta tunnilin á Kalsoynni.
Teir eru ídnir eftir at gera
arbeiðið liðugt.
Vit byrjaðu fyri eini 10
døgum síðani, og nú sæst
ein endi á tí, sigur Walther
sum arbeiðir fyri Lands
verk.
Saman við arbeiðsmonn
um úr oynni og tveimum av
starvsfelagum
sínum
–
Virgari úr Vestmanna og
Sakariasi av Oyri – vóru
teir í ferð við at taka skúrar
og annað burtur, sum fyri
2030 árum síðani varð
brúkt til tunnilsarbeiðið í
oynni.
Alt skal ruddast burtur,
og tað sum er eftir av
tilfarinum skal slættast nið
ur, greiðir hann frá.
Teir væntaðu at verða
lidnir við hetta arbeiðið á
Kalsoynni í gjár. Í dag bíðar
eitt arbeiði eftir teimum í
Vestmanna, og í næstu viku
er ætlanin at fara til Suður
oyar at arbeiða.
Illa farin
Tað var eitt sera stórt fram
stig fyri kalsoyingar og sam
ferðsluna annars, tá koyr
andi varð millum allar bygd
irnar í Kalsoy.
Eftir tógvið stríð og nógv
orðaskiftið aftur og fram,
varð farið undir hesar fýra
tunlarnar, sum vórðu gjørdir
í árunum frá 1979 til 1985
og sum eru góðar 5,5 kilo
metrar til longdar.
Til hesi arbeiðini varð
sjálvandi neyðugt at hava
alla ta neyðugu útgerðina –
bæði tey stóru amboðini, ta
góðu
arbeiðsmegina
og
aðra útgerð, sum kravdist
til hesi stórarbeiðini.
Millum hesa útgerðina er
tann stóra arbeiðshøllin ella
smiðjan omanfyri bygdina í
Mikladali, og sum inntil í
dag hevur staðið við munn
an til tann norðasta tunnilin
í oynni – tann millum Mikla
dal og Trøllanes. Tá farið
varð um arbeiðstíð í gjár,
var ikki nógv eftir av hesi
stóru høllini.
Høllin var nú so illa far
in, og tí skal alt burtur, slær
Walther fast.
Hóast koyrandi hevur
verið gjøgnum tunlarnar í
mong ár, eru teir ikki full
komuliga lidnir enn. Innan
í teimum vanta ymisk
arbeiði at gera, eins og por
talarnir heldur ikki eru
gjørdir allastaðni.
Restirnar
Henda smiðjan omanvert
Mikladal hevur langt síðani
tænt fyri seg, men hevur
ikki verið í brúki í eina tíð.
Í ódnarveðrinum herfyri
byrjaði hon líkasum at geva
eftir fyri náttúrukreftunum.
Onkrar plátur losnaðu og
menn óttaðust fyri, at hon
fór at detta niður, soleiðis at
alt fór at fúka íkring í vindi
num.
Tí varð snøgt sagt tikin
avgerð um at taka hana nið
ur. Tað var júst hetta arbeið
ið sum Walther og hansara
menn vóru í ferð við at
enda í gjár.
Seinnapartin í gjár var
trupult at fáa eyga á, at
nøkur høll hevði staðið her.
Eitt knúsiverk – ella restir
nar av tí – standa eftir,
nakrar maskinur, skúrar og
tílíkt, men í næstum verður
alt hetta eisini tikið burtur.
Nú royna vit at fáa beint
hetta burtur, sigur Walther
við Sosialin.
Lidnir í kvøld
Hetta arbeiðið at rudda eina
slíka byggihøll burtur, er
ikki júst tað sum Walther
og hansara menn gera mest
av.
Teirra høvuðsarbeiði er
luttøka í asfalteringini av
teimum føroysku vegunum,
tá hetta fer fram summar
hálvuna.
Vit vóru tøkir beint nú,
og fóru so í holt við hetta
arbeiðið á Kalsoynni, greið
ir Walther og sum annars
býr á Streymnesi.
Hesa løtuna, vit hittu
Walther við skeribrennara í
hond, nú hann var í ferð við
at brenna seg ígjøgnum nak
að av jarni, meðan hinir
menninir gjørdu klárt til
lastbilin, sum kundi koma
hvørja løtu.
Hesin lastbilurin hevði
verið har stutt frammanund
an og var farin avstað aftur
fullsettur av gomlum jarni.
Nú skal næsta lastin fyllast
og fleiri við henni.
Saman
við
tveimum
arbeiðsmonnum úr oynni
hava teir arbeitt við at rudda
økið hesa seinastu tíðina,
men nú sæst ein endi á hes
um.
Vit verða lidnir við okk
ara part í kvøld, og so fara
hinir báðir at rudda restina,
sigur Walther.
Orð
Snorri Brend
Myndir
Høgni Thomsen
Kalsoy
Einaferð var hon høllin mikla
Teir báðir – Sakarias av Oyri (visntrumegin) og Virgar – hava savnað jarnstykkini saman. Um eina løtu kemur ein lastbilur eftir teimum
Fara nú at skjóta
Sandur: ”Sands Skjótifelag” verður helst
navnið á nýggjum skjótifelagi við heimstaði á
Sandi, har kortini fólk úr allari oynni kunnu
gerast limir. Herfyri tóku nakrir menn heima á
Sandi seg saman um at fáa eitt skjótifelag
stovnsett, skrivar heimasíðan bkv.fo. Umsóknir
eru longu farnar til myndugleikarnar um
góðkenning av plássinum, ið helst verður úti í
Støð. Skjótiroyndir eru gjørdar og alt hevur
riggað væl. So um einar 34 vikur er klárt at
stovna sjálvt felagið.
Nýggja vøggustovu í heyst
Sandavágur: Í vikuni skrivaði Sandavágs kommuna undir sáttmála
við sp/f Johnfinn á Plógv um bygging av nýggju vøggustovuni í
bygdini. Trý tilboð komu uppá vøggustovuna og hevði Sp/f Johnfinn
á Plógv lægsta boðið, sum er uppá góðar 2,8 mió. kr. Sambært
sáttmálanum skal timburarbeiðið vera liðugt tann 1. september í ár,
men Rósa Samuelsen, borgarstjóri, sigur við Vágaportalin, at
vøggustovan verður helst ikki liðug at taka í nýtslu fyrr enn seinni í
heyst. Tað verður pláss fyri 2430 børnum í vøggustovuni í
Sandavági. Samlaði kostnaðurin fer at liggja um 4 mió. krónur.