hósdagur 21. februar 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 37 - 21. februar 2008
17
tíðindi
Asfaltarbeiði er
summararbeiði
Veturin er ikki tíðin, tá føroysku
vegirnir verða asfalteraðir. Tað
arbeiðið verður einans gjørt um
summarið.
Sum skilst á Waltheri er ætlanin at
leggja til brots aftur við
asfalteringini í apríl mánaði.
Í løtuni verða ymisk arbeiði gjørd
á asfaltverkinum hjá Landsverki í
Hundsáarbotni, og tá hesi eru liðug,
verður klárt at fara undir at
asfaltera kring landið.
Hetta asfaltverkið framleiddi
okkurt árið 108.000 tons. Hetta var
met. Árliga framleiðslan hevur ligið
millum 70.000 - 90.000 tons árliga.
Kundarnir hjá asfaltverkinum eru
umframt Landsverk, eisini
kommunur og entreprenørar.
”
Høllin var nú so illa
farin, og tí skal alt
burtur
”
Tað sum er eftir av
tilfarinum skal slættast
niður
Walther Thomassen við skeribrennaranum. – Alt skal burtur,
sigur hann
Smiðjan og knúsiverkið hava tænt fyri seg
Mynd: Landsverk
Amboðini standa her enn, men tey skulu eisini beinast burtur
Kunningarstovan flytur
Miðvágur: Eftir at hava hildið til í hølunum hjá Sandavágs
Kommunu letur Vága Kunningarstova upp aftur 28. februar í
hølunum, har Bónus hevur handil sín í Miðvági. Hetta er
fjórðu ferð at Kunningarstovan flytur, skrivar
Vágaportalurin. Inngongdin verður høvuðsinngongdin til
bygningin, og við hesum fær Vága Kunningarstova eisini
pláss til annað virksemi, sum ætlanin er at skipa fyri m.a.
listaframsýningum og øðrum framsýningum.
Fundur um børn
við serligum tørvi
Trongisvágur: Stuðulsbólkurin fyri foreldur at børnum við
serligum tørvi í Suðuroy varð stovnaður herfyri, og helt fund um
viðurskiftini hjá serundirvísingini í fólkaskúlanum í gjárkvøldið í
Trongisvágs skúla. Bólkurin legði á fundinum fram eitt upplegg um
uppskotið at betra um serundirvísingina og umstøðurnar rundan um
hana. Í tí sambandinum verða skúlastjórar og lærarar bodnir við til
fundin, fyri at byrja ein dialog við skúlan. - Tí fara vit at heita á øll
foreldur sum eiga børn við serligum tørvi, ið fáa serundirvísing, um
at geva teirra íkast, sigur arbeiðsbólkurin við Suðurrás.