hósdagur 21. februar 2008síða 6
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 37 - 21. februar 2008
Skal Føroyar vera
eitt land fyri nøkur
útvald sterk fólk,
spyr Ingvald á Kam
arinum, sum ynskir
at seta serskúla á
stovn í Føroyum, men
bara møtir tøgn frá
Mentamálaráðnum.
Hann undrast eis
ini um, at Lærara
felagið og Peda
gogfelagið finna
seg í vanlukkuligu
støðuni hjá veikum
næmingum í føroyska
fólkaskúlanum
Børn og ung
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Ingvald á Kamarinum søkti
fyri tveimum árum síðani
um samstarv við Menta
málaráðið, so at hann kundi
seta á stovn ein skúla í Før
oyum, sum líkist Fjordskol
en, har hann sjálvur er leið
ari. Men Mentamálaráðið
hevur ikki ønt honum aftur.
Tað er undarligt, at man
als einki svar fær. Eg havi
samskift við fleiri donsk
ministerier, og tað tekur
teimum ongantíð longur
enn tríggjar vikur at svara.
Men frá Mentamálaráðn
um fær mann púrt einki
svar, sigur Ingvald av Kam
arinum.
Hann sigur, at hann næst
an hevur vænt seg við líka
sæluna
hjá
umsitingini,
men hann undrast yvir, at
Pedagogfelagið og Lærara
felagið ikki eru meira
harðrend.
Hvar er fakligi stoltleikin
hjá hesum feløgum, tá ið
tey bara lata sær linda, at
einki hendir, spyr Ingvald á
Kamarinum.
Hugsjónin aftanfyri skúl
an hjá Ingvald av Kamarin
um er fyrst og fremst at taka
útgangsstøði í tí einkulta
næminginum. Á Skúlanum
ganga umleið 20 børn mill
um seks og 15 ár, og tey
hava øll trupulleikar, sum
ger fólkaskúlan óegnaðan
fyri tey.
Vit hava børn við diagn
osum sum ADHD og Tor
ette, men vit hava eisini
fleiri børn við óstaðfestum
veikleikum og børn sum
hava havt so veika sosiala
bakgrund, at tey hava fingið
kensluligt órógv.
Skúlin tekur næmingar
heilt niður til seks ár, tí –
sigur Ingvald pedagogar
duga væl at síggja, um eitt
barn fær skúlatrupulleikar
ella ikki, og jú skjótari tað
fær hjálp jú betri.
Tí undrar tað meg stór
liga, at føroyskir pedagogar
og lærarar, sum síggja trup
ulleikarnar í gerandisdegn
um ikki rópa harðari, sigur
Ingvald á Kamarinum.
Støðan er hættislig
Ingvald er skelkaður, um at
foreldur kenna seg so kroyst
í Føroyum, at tey velja at
senda børn síni til Dan
markar.
Í dag eru bókligu krøvini
so stór, at fleiri børn detta
niður ímillum. Men í Føroy
um heldur mann fast í, at
øll børn skulu passa til eina
bókliga skúlagongd við 24
børnum í hvørjari stovu, sig
ur Ingvald á Kamarinum
Men eg má viðganga, at
eg ongantíð hevði sent børn
míni til eitt annað land. Í
Fjordskolen leggja vit stóran
dent á at samstarva tætt við
foreldrini, og øll børnini
búgva heima ella hjá pleygu
familjum. Einki kann koma í
staðin fyri foreldrakærleik
an, og um eitt barn verður
Óhugnalig líkasæla í
Hvat kostar tað?
Í Fjordskolen ganga 20 næmingar, og átta fólk eru knýtt
at stovninum. Hvør næmingur kostar umleið 300.000
túsund um árið. Hetta er bara ein dagskúli, og um talan
er um ein kostskúla, har børnini eisini búgva, liggur
kostnaðurin um tær 600.000 krónurnar, metir Ingvald á
Kamarinum. Mentamálaráðið segði í Oktober, at tey
væntaðu at okkurt tilboð kom hetta skúlaárið kom til
børn við menningarórógvi hetta skúlaárið, tí 500.000
krónur vóru settar av til hetta. Hvussu nógv børn eru
send til danskar serskúlar hevur Sosialurin ikki eina
samlaða mynd av.
Fyrimynd hjá enskum
serlærarum
Serskúlin hjá Ingvald á Kamarinum fekk í heyst vitjan
av 10 enskum serlærarum, og teir vóru allir hugtiknir av
skúlanum. Tað var Dansk Kulturinstitut sum saman við
British Council skipaði fyri ferðini, og tey høvdu valt
Fjordskolen út sum ein serliga góðan serskúla. Nakrir
av ensku lærarunum vóru so hugtiknir, at teir spurdu
um Ingvald ikki eisini kundi seta ein slíkan skúla á
stovn í Englandi, tí so høvdu teir søkt um starv har.
Ingvald á Kamarinum fegnaðist, sum hann sigur í grein
her á síðuni, um heiðurin.
- Tað er ikki lekidómur at senda børn og ung til eitt heilt annað land. Hetta er ein síðsti útvegur hjá kroystum foreldrum og ein flýggjan undan ábyrgd hjá politisku-
og fyrisitingarligu umsitiningi, staðfestir Ingvald á Kamarinum, skúlastjóri á donskum serskúla
Vrakgóðs um skrúvuna
Fleiri skip, sum sigla ígjøgnum Fehmernsundið í
Eystrasalti, hava fingið trupulleikar av góðsi, sum stavar
frá farmaskipinum Omer N, sum holvdist har í vetur, og
sum flýtur enn. Eitt nú hava trý skip fingið stórar sekkir
við kunsttøðum um skrúvuna. Omer N var á veg úr
Póllandi til Fraklands við kunsttøðum, tá tað legði seg og
holvdist í Fehmernsundinum. Seinni bleiv tað 73 metrar
langa skipið togað inn á grunt vatn, har tað nú liggur.
Norðmenn enn ríkari
Norðmenn finna framvegis nýggjar olju og gassleiðir á
landgrunninum. Nú hava teir funmnið eina stóra gassleið
ímillum tvær aðrar gassleiðir undir havbotninum vestur
úr Sognefjørðinum. Einki verður sagt um, hvussu stór
leiðin er ella kann vera, men Dagens Næringsliv sigur seg
hava skilt, at tann nýggja leiðin er fleiri ferðir størri enn
leiðin Marulk, sum varð funnin herfyri. Hon er mett at
vera tann fimtistørsta, sum er funnin á landgrunninum.
Turkiska farmaskipið flýtur enn við kjølinum uppeftir
Mynd: DR