hósdagur 21. februar 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 37 - 21. februar 2008
sent á stovn í einum fremm
andum landi langt frá foreldr
unum, kann tað gott vera at
onkrir trupulleikar verða
loystir, men tað er eisini
stórur vandi, at tey fáa aðrar
trupulleikar, tí tey kenna seg
svikin og einsamøll.
Tí er tað eitt neyðarróp
sum vil nakað, táið foreldur
standa fram og siga seg
vera noydd at senda børn
síni av landinum, sigur Ing
vald á Kamarinum.
Hann heldur eisini, at
vaksandi tjóðskaparrørslan
fær ein óhugnaligan dám,
tá ið mann samstundis sær,
at sosialir trupuleikar verða
eksporteraðir.
Skal Føroyar vera eitt
land fyri nøkur fá útvald
sterk fólk, spyr Ingvald á
Kamarinum.
Millum bestu
skúlar í Danmark
At vera næmingur á Fjord
skolen er annað enn at sita
við eitt skúlaborð. Millum
annað eigur skúlin ein stór
an seglbát, sum verður dúg
liga nýttur. Tá ið Sosialurin
ringdi til Ingvald, var hann
staddur úti á Kattegat sam
an við tveimum næming
um.
Okkara næmingar eru
ofta sterkir í handaligum og
praktiskum økjum, og hetta
royna vit at styrkja og
menna. Í fólkaskúlanum
fáa tey bara niðurløg omaná
niðurløg, men hjá okkum
fáa tey ein stoltleika og
gleði, sum gevur teimum
yvirskot at læra meira.
Bara nakrir fáir sokallaðir
skeivir næmingar í einum
vanligum fólkaskúlaklasssa
merkja, at lærarin brúkar
alla sína orku til teir, og tí
gongur núverandi støðan út
yvir øll. Tey veiku, tey sterku
og lærararnar sjálvar, sigur
skúlastjórin í Danmark.
Fjordskolen hevur fingið
heiðurin at verða útnevndur
millum bestu skúlar í Dan
mark, og seinasta ár fekk
skúlin eisini heiður úr Bret
landi.
Hetta gleðast vit sjálv
andi um, sigur Ingvald.
Men tí kennist tað eisini ser
liga undarligt, at als eingin
áhugi er í Føroyum.
Líkasælan í
Mentamálaráðnum
Ingvald á Kamarinum hevur
ikki søkt um at seta skúla á
stovn í Føroyum, tí hann
endiliga vil sleppa at flyta
heim.
Eg havi tað gott niðri og
trívist væl í mínum arbeiði,
men hesi børnini liggja
mær á hjarta, og eg vil
gjarna bjóða mín serkunn
leika fram.
Føroyska mentanin er øðr
vísi enn tann danska, og tí
skuldi tað verið upplagt at
brúkt ein føroying sum
ráðgeva, heldur enn onkran
danskara, sum einki kennir
til føroyska mentan, heldur
Ingvald á Kamarinum.
Hann leggur eisini dent á,
at tað ikki ber til at seta ser
skúla á stovn, uttan at
almennu myndugleikarnir
fara heilhjartaðir inn í ætl
anina.
Politiski stuðulin skal
til, tí hetta er ein langtíðar
íløga. Tað ber ikki til bara
at seta okkurt fyribils upp,
sum so verður tikið frá
børnunum aftur. Tað er at
gera ilt verri.
Manglandi áhugin í
Mentamálaráðnum
kann
ikki koma av fíggjarligari
stúran, tí tað er ikki dýrari
fyri
Mentamálaráðið
at
senda næmingar í serskúla.
Mentamálaráðið skal bara
gjalda skúlagongdina, með
an Almanna og heilsumála
ráðið skal gjalda fyri sosialu
ráðgevingina.
Ingvald er bangin fyri, at
sosiali útflutningurin er ein
háttur at loysa trupulleikar
nar, sum passar føroysku
politikarunum væl. Før
oysku politikarnir sleppa
undan at taka støðu til van
røktina, tí fólkini flyta.
Men tað er ikki leki
dómur at senda børn og ung
til eitt heilt annað land.
Hetta er ein síðsti útvegur
hjá kroystum foreldrum og
ein flýggjan undan ábyrgd
hjá politisku og fyrisiting
arligu umsitiningi, staðfestir
Ingvald á Kamarinum.
Føroyum
Umsóknir bíða í Mentamálaráðnum
Ingvald á Kamarinum og onnur úr Fjordskolen skipaðu í Oktober 2007 fyri tiltakið í
Miðlahúsinum, har tey kunnaðu um danska skúlan. Í hesum sambandið hevði Sosialurin
samrøðu við hann, har hann undraðist yvir tøgnina í Mentamálaráðnum. Olaus
Jespersen, leiðari á fólkaskúladeildini í Mentamálaráðnum, segði tá, at ráðið hevði
fleiri umsøknir og at hesar fóru at fáa fundarboð »ein av fyrstu døgunum«. Í samband
við greinarøð um mammur, sum stríddust fyri at veita børnum sínum nóg góða hjálp í
Føroyum, spurdu vit aftur Olaus Jespersen um hetta, og hann greiddi frá at fólka og
løgtingsval vóru komin í vegin, men hann væntaði at málið fór at fáa skjóta viðgerð,
nú nýggjur mentamálaráðharri er settur.
Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í Mentamálum, segði við Sosialin sagt, at hetta
økið liggur hennara hjarta nær, og hon ætlar at raðfesta hetta høgt. Hon nevnir millum
annað, at ein heildarætlan skal leggjast fyri hvørt einstakt barn við serligum tørvi. Men
enn er einki konkret tiltak sett í verk.
Fjordskolen leggur stóran
dent á samstarv við foreldr
ini, børnini búgva heima,
og foreldrini eru regluliga
til fundir á skúlanum. Har
umframt hevur byggir skúl
in á at skapa tøtt sambond
við børnini og geva teimum
sjálvsálit og lívsgleði.
Tað er ikki altíð lætt,
men eitt bræv sum hetta
gevur styrki at halda fram,
sigur Ingvald á Kamarin
um. Brævið hevur ein
drongur á skúlanum skriva,
eftir at Ingvald hevði
arbeitt við forholdinum
millum mammu og son.
Næmingur rósar
Ingvaldi
Hey Ingvald
Eg havi biðið mammu um
umbering, men hon vil ikki taka
ímóti umberingini. Eg eri glaður
fyri, at eg havi teg nú. Eg havi ein
góðan dag/kvøld/morgun, tí tú
hjálpir mær altíð. Og tað eri eg
glaður um. Tú ert altíð har, tá man
hevur brúk fyri tær. Eg vil sleppa at
hjálpa tær. Eg skyldi tær alt, fyri alt
sum tú hevur gjørt fyri meg. Tú gert
meg glaðan, tá ið eg eri keddur, og
tú dugir altíð at fáa meg at smílast.
Eg eri glaður fyri at ganga á tínum
skúla.
Klemm frá Nikolaj
Norröna farin í dokk
Í hesum døgum er Norröna í dokk í Hamburg, har millum
annað umvælingar af stabilisatorunum eru í gongd.
Skipið verður aftur í sigling hósdagin í næstu
vikuNorröna verður aftur í vanligari sigling millum
Føroyar og meginlandið við fráferð úr Føroyum til
Bergen og Hanstholm hósdagin 28. februar kl. 17.
Íslandssiglingin hjá Norrönu verður tó ikki uppafturtikin
fyrr enn 31. mars, boðar Smyril Line frá í tíðindaskrivi.
Finnur í Stóra Pakkhúsi
Leygarkvøldið verður aftur tónleikakvøld í Stóra
Pakkhúsi í Vági. Hesaferð er tað Finnur Jensen, sum er
kendur frá bólkinum, Páll Finnur Páll, sum kemur at
syngja og spæla. Finnur Jensen hevur verið í Stóra
Pakkhúsi fyrr, og tá vóru skoðsmálinum frá áhoyrarunum
framúr góð. Og líka síðani tað tónleikakvøldið, hava
vitjandi í Stóra Pakkhúsi spurt eftir, nær næsta
tónleikakvøldið við Finni Jensen verður á skránni, skriva
fyrireikararnir í tíðindaskrivi. Húsið verður opið frá
klokkan 22 til 04.