hósdagur 21. februar 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 37 - 21. februar 2008
Norrøna klár um eina viku
Norröna er í hesum døgum í dokki í Hamburg, har millum annað
umvælingar av stabilisatorunum verða gjørdar. Smyril Line sigur í
tíðindaskrivi, at Norrøna verður aftur í sigling hósdagin tann 28.
februar, tá siglt verður av Havnini til Bergen og Hanstholm.
Íslandssiglingin byrjar tó ikki aftur alt fyri eitt. Men 31. mars er
eisini tann parturin komin í rættlag.
Tvær mammur á
Tvøroyri rópa nú
neyðaróp. Børn teirra
hava ADHD, eisini
nevnt DAMP, og tær
kenna seg máttleysan.
Í skúlunum og
stuðulsskipanini
renna foreldur seg
í tunga og stirvna
skipan, verða send
til Per og Pól, og
verða send runt í
eini myllu. Onnur av
mammunum ætlar
at senda son sín av
landinum næsta ár.
- Tað er høpisleyst
at tosa um at gera
universitet í Føroyum,
fyrr enn fólkaskúlin
er fingin at virka,
meta mammurnar á
Tvøroyri
Serligur tørvur
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Rudi Hammer og Rannvá
Joensen av Tvøroyri hava
nú avgjørt at koma alment
fram við sínum trupulleik
um, og harvið gerast tær
partur av vaksandi kórinum
av forldrum at børnum við
ADHD, ið rópa neyðaróp.
Rudi og Rannvá hava syn
ir, ið hava ADHD, ella
DAMP.
Beinleiðis orsøkin til, at
vit koma alment fram nú er,
at vit í Suðuroynni nú hava
stovnað ein foreldrabólk
fyri foreldur, ið hava børn,
ið hava serligan tørv. Hetta
er gjørt saman við sosialu
deild og barnaverndartæn
astuni á Tvøroyri. Hetta er
fyri at gera vart við støðuna,
siga Rudi og Rannvá.
Rudi er mamma Tóra, ið
er 9 ár, og Rannvá er
mamma Rók, ið er 14 ár, og
møguliga skal av landinum
næsta ár.
Long bíðitíð og
tung skipan
Mong ganga uttan diag
nosu í sera langa tíð.
Kanska í áravís. Skipanain
er sum heild tung og bíði
tíðin er long, og fáir møgu
leikar eru fyri børn við at
ferðartrupulleikum í Suður
oynni og í Føroyum sum
heild, siga Rudi og Rannvá.
Til dømis, tá biðast skal
um stuðulstímar í skúlanum,
so verður ein sendur frá
Peri til Pól, og yvirhøvur
verður ein sendur runt í eini
myllu, siga tær báðar.
Ein psykiatari kemur úr
Danmark annan hvønn mán
að, ella so, og hann skal
dekka allar Føroyar. Tóri
fekk diagnosu í 2006 og
hevur ikki verið hjá psyki
ataranum aftur síðani, sigur
Rudi fyri at greina, hvussu
álvarslig
støðan
er
og
hvussu tung øll skipanin
er.
Ongin ivi er um, at tey,
sum starvast í skipanini,
hava alt ov nógv, og megna
ikki arbeiðsbyrðuna. Skip
anin er ov tung, og alt skal
fyri fleiri nevndir og ráð, so
bíðitíðin gerst sera long,
meta Rudi og Rannvá.
Sendast niður
Rókur má sendast niður,
um broyting skal koma í,
sigur Rannvá um 14 ára
gamla sonin, men enn er
endaliga avgerðin ikki tikin,
men hon er ikki langt
burtur.
Hetta gongur ikki long
ur. Hann verður sæddur
sum ein kúllur í skúlanum,
og nærumhvørvið hevur
sína meting. Niðri eru onn
ur tilboð, og Rókur hevur
góð evnr á mongum økjum,
men fær ikki nýtt tey í Før
oyum, sigur Rannvá
Hvør skúladagur er eitt
tap. Har eru ongi jalig upp
livilsi hjá hesum drongju
num,
siga
mammurnar
báðar Rudi og Rannvá.
Tóri gongur í 3. flokki. Í
skúlanum má ein berjast
fyri at fáa stuðulstímar, og
tímatalið lækkar, hóast tíma
talvan so við og við gerst
størri, sigur Rudi, sum tó
hevur rós at bera barnagarði
og frítíðarskúla á hesum
økinum, men í skúlanum
ber ikki so væl til.
Stuðulspuljan er hin
sama til likamligan og sálar
ligan stuðul. Her skuldi ver
ið talan um tvær ymsar pulj
ur, tí rørslutarnað fáa stuðul,
tí annað er jú ógjørligt, og
so má restin býtast á ósjón
ligu brekini, vísir Rudi á.
Stuðul fæst til nakrar
tímar, men læraranir hava
ikki útbúgving at taka sær
av børnum við serligum
tørvi, teir vita ofta ikki síni
livandi ráð, og skulu eisini
taka sær av øllum hinum
børninum.
Søkjast
skal
eisini á hvørjum ári um tím
ar, og tímajáttanin kemur
seint. Her má ein hugburðs
broyting til og langtíðar
loysnir mugu finnast, meta
Rudi og Rannvá, og vísa á,
at t.d. børn við ADHD
mugu hava stuðul alla tíð
ina, eisini í fríkorteunum, tí
tey duga ikki at vera millum
onnur og at lesa onnur av,
og at skilja ymsar støður,
og koma tí í trupulleikar.
Eg kenni fjáltur á mær,
tí drongurin er komin í tann
aldurin, at hann, eins og vin
irnir, skal í dans, og hvussu
skal tað handfarast, sigur
Rannvá, og sipar júst til, at
tey, ið hava ADHD, ikki
duga so væl at lesa ymsar
støður av, og tí skjótt kunnu
koma sær í óføri, har fólk
koma saman,og friður ikki
altíð valdar.
Trupult heima
og í skúla
Truplast er í skúlanum.
Heima er ein innstillaður
uppá, at barnið er sum tað
er, sigur Rudi, og minnir á,
at í skúlanum mugu onnur
taka hædd fyri atferðartrupla
barninum, tí barnið klárar
hetta ikki sjálvt.
Men trupult er eisini
heima, tá eitt nú systkini
mugu
rættað
seg
eftir
honum. Øll missa, ikki
minst systkini, sum fáa at
vita, at tey mugu klára seg
sjálvi, tí tey eru før fyri tí,
sigur Rannvá, sum eitt skifti
mátti gevast at arbeiða, fyri
at vera hjá soninum.
Foreldrini hava ikki
orku at berjast, men verða
noydd at stríðast fyri at
skapa karmar, men tað er
ikki uppgávan hjá foreldru
num, ið eisini alla tíðina
mugu vera um børnini.
Hetta krevur nógv av for
eldrunum, ið enntá mugu
standa alment fram í skúl
um, á kommunuskrivstov
um, hjá myndugleikum og
enntá í fjølmiðlunum, siga
Rudi og Rannvá.
ADHD ikki nýtt
mótafyribrygdi
Børn, ið hava ADHD,
kunnu gerast sera frustrer
aði. Tey lesa ikki onnur av,
og hava ilt við at vera
millum onnur. Tey kunnu
eisini hava ilt við at sova.
Nógvar fylgisjúkur eru, og
nógv sløg av ADHD eru.
Tað er høpisleyst at tosa
um at gera universitet í Før
oyum, fyrr enn fólkskúlin,
skúlin fyri øll, er fingin at
virka. ADHD, ella DAMP;
er ikki eitt mótafyribrygdi,
sum summi føra fram. Tað
er tað í øllum førum ikki
hjá teimum, ið standa við
trupulleikanum, vísa Rudi
og Rannvá á.
Rannvá hevur familju í
Danmark, og veit um øki,
har tey fyri 15 árum síðani
tóku hesar trupulleikar í
álvara. Fólk tóku seg saman
fyri at gera nakað fyri børn
við ADHD. Hetta hjálpti og
í dag eru eini 400 børn
knýtt at samstarvinum.
Í Danmark er tey komin
víðari, enn at arbeiða við
rammunum. Tað hava tey
klárað, og eru komin víðari.
Tað eru ikki bara børn, ið
hava ADHD, so nú diag
nosera tey eisini vaksin, og
bøta um hjá teimum, vísir
Ranná á.
Skipanin má tillagast,
fólk við førleika má inn í
skúlarnar, tímar mugu til,
og kanska skulu børn við
ADHD hava stovu fyri seg,
tí tey hava ringt við at savna
seg, og eru løtt at órógva,
mæla Rudi og Rannvá til,
og tær staðfesta, at tær vita
onki um, at serstøk tilboð
eru í Føroyum til børn við
ADHD, og tí hoyrast neyð
aróp frá foreldrum, ið eru
troytt av at berjast í stirvnu
skipanini,
har
bíðitíðin
kann taka fleiri ár.
Punktum á Glitnir
Bjørn Djurhuus, Hjalti Joensen, Jóhan á
Lakjuni og Jákup Olsen eru teir, ið manna
nýggja bólkin, punktum. Talan er um bólk,
sum spælir dansitónleik, og fyrstu
framførsluna høvdu teir í Glitnir tann 26.
januar. Leygarkvøldið eru teir so aftur á palli
sama stað.
Fremsta uppgávan hjá myndugleikunum er at fáa fólkaskúlan at virka, so pláss er fyri øllum børnum, siga tær báðar Rudi
Hammer og Rannvá Joensen á Tvøroyri
Mammur
rópa
neyðarróp