hósdagur 21. februar 2008síða 30
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
[ Nr. 37 - 21. februar 2008 ]
HONDBÓLTUR
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
Kyndil hevur veruliga traðka
í karakter, seinastu dystirnar.
Teir hava verið í einum sera
góðum stima, og liggja nú
bert
eitt
stig
aftanfyri
grannarnar úr Neistanum, ið
enn klóra seg fastar um
finalusessin
móti
StÍF.
Gamaní hava Kyndil spælt
ein dyst meira enn Neistin,
men ikki skal Neistin snáva
serliga nógv, so standa
Kyndil klárir at taka yvir.
Nógv at spæla fyri
Fyri bert fáum vikum síðani
var munurin upp til Neistan
heili sjey stig, og nú er
munirin bert eittans stig.
Gamaní fyri ein dyst meira,
men tað er tætt í odda
stríðnum. VÍF høvdu hin
vegin møguleikan at vinna
seg inn á Kyndlamenn, og
harvið
økja
um
teirra
møguleika til at náa einum
triðja plássi.
Finnur Hansson segði eftir
finaluna í steypakappingini,
at hann trúði fult og fast
uppá at Kyndil megna at náa
einum finalusessi, og eisini
at teir megna at vinna hana,
og harvið eisini FMheitið.
Vit hava verið í einum
øðiliga góðum stima, og vit
ætla okkum at halda á fram
við somu ferð, sigur Finnur
Hansson beint eftir finalu
sigurin í steypakappingini,
móti StÍF á Hálsi.
Finaluprofilur
afturvendur
Kyndlaliðið var uttan Josef
Abrahamsen, tí hesin er
staddur uttanlands, men
Høgna Klein høvdu teir
fingið heim til dystin í Vest
manna, og enn eina ferð
staðfestu teir, ið eftir eru, at
teir megna at standa sterkir
og stinnir.
Ein rutineraður harri sum
Hans Áki Dal Christiansen
var tó mest skorandi leikarin
á Kyndlaliðnum hesaferð.
Við sínum 11 málum var
hann við til at søkkja VÍF,
og serliga trý tey seinastu
munnu hava sviðið í hjørt
unum á vestmenningum, tí
tá vóru teir enn heilt væl við
í dystinum. Men Hans Áki
og Kyndil vildu tað ørðvísi.
VÍF-Kyndil 27-31 (13-15):
Kyndil við fullari ferð
Eftir at hava sópað KÍF av vegnum í
seinasta dysti sínum, royndu teir grønu
úr Havn seg í Vestmanna, har gomlu
arvafíggindar teirra, VÍF tóku ímóti
teimum. Kyndil fór við øllum, og liggja nú
enn nærri, enn einum finalusessi
VÍF-Kyndil 27-31 (13-15)
10 min. : 6-4
20 min. : 10-11
40 min. : 19-20
50 min. : 24-27
Málskjúttar:
VÍF: Agnar Joensen 8, Jákup S. Andreasen 4, Karl J.
Djurhuus 3, Sjúrður Poulsen 3, Daniel Rapa 2, Rúni
Joensen 2, John M. Andreasen 2, Joen P. Høgnesen 1,
Niels Andreasen 1, Regin Joensen 1.
Kyndil: Hans Áki D. Christiansen 11 (6), Finnur Hansson 8,
Janus E. Sørensen 4, Høgni Klein 2, Hjalti M. Jacobsen 2,
Hanus Johansen 2, Ken Zachariasen 1, Rani Ellingsgaard 1.
Brotskøst: VÍF 0, Kyndil 6
Útvísingar: VÍF 3, Kyndil 2
Dómarar: Rúni Mohr & Ragnar Simonsen
FAKTA
Sjúrður Poulsen roynir her at halda Høgna Klein
vekk frá málinum, og tað man sigast at hava gingið
væl, tí Høgni fekk bert tvey mál hesaferð. Ørðvísi
gekk hjá Hans Áka D. Christiansen og Finni
Hanssyni. Teir skoraðu ávíkavist 11 og 8 mál
Hondbóltur
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál
munur
stig
1 Stjørnan
15
13
-
1
-
1
446
339
107
27
2 VB
15
9
-
2
-
4
355
319
36
20
3 Neistin
15
9
-
0
-
6
367
351
16
18
4 Kyndil
15
5
-
1
-
9
342
385
-43
11
5 StÍF
15
4
-
1
-
10
337
380
-43
9
6 VÍF
15
2
-
1
-
12
325
398
-73
5
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál munur
stig
1 StÍF
15
12
-
1
-
2
438
356
82
25
2 Neistin
15
9
-
1
-
5
430
408
22
19
3 Kyndil
16
9
-
0
-
7
435
435
0
18
4 VÍF
16
6
-
2
-
8
434
455
-21
14
5 H71
15
6
-
1
-
8
379
380
-1
13
6 KÍF
15
1
-
1
-
13
360
442
-82
3