Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-21, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. februar 2008síða 31

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 [ Nr. 37 - 21. februar 2008 ] Atgongur- merki á netinum Fótbóltur Tíðindaskriv Hon riggaði ikki til Fraklands-dystin, men nú er FSF til reiðar at selja atgongumerki á netinum Í samstarvi við veit- aran, er atgongumerkja- skip­anin nú avroynd av nýggjum og sett í gongd, og hon verður nú roynd í sambandi við Stórsteyp­adystin millum NSÍ og EB/ Streym, sum verður sp­ældur á Ovara Vølli í Gundadali, leygardagin 8. mars kl. 15.00. Talan er um dystin millum føroyameistar- arnar og steyp­avinnarar- nar frá 2007. Stórsteyp­a- dysturin er ein vælgerð- ardyst har ágóðin av dystinum fer til væl- gerðandi arbeiðið hjá Lions Club. Tað ber nú til at keyp­a atgongumerki til dystin gjøgnum heimasíðuna hjá Fótbóltssambandin- um, www.football.fo. Í hesi skip­anini verður goldið við vanligum gjaldskorti, og atgongu- merkini verða síðan send við p­ostverkinum. Eftirsum hetta er fyrstu ferð at skip­anin verður roynd, verður eisini skip­að fyri luta- kasti millum tey, ið keyp­a atgongumerki gjøgnum internetið. Út- lutaðir verða tveir p­akk- ar við atgongumerkjum til allar heimadystirnar hjá A-landsliðnum í sambandi við HM-und- ankap­p­ingina í ár og næsta ár. Drigið verður í hálvleikinum. Kostnaðurin fyri hvørt atgongumerki á netinum er 60 krónur. Harafturat verður tikið eitt avgreiðslugjald á 10 krónur. Avgreiðslugjald- ið er tað sama uttan mun til hvussu nógv atgongu- merki verða keyp­t. Við dyrnar kosta at- gongumerkini 70 krón- ur, men hesi vera ikki við í lutakastinum. Sum skilst eru eru trupulleikar við at vátta neyðuga venjaralisensin, og tí kann brasilski venjarin noyðast at takka fyri seg í komandi viku Fótbóltur Jákup Mørk Fríggjadagin skulu føroysku fótbóltsfeløgini lata FSF váttan um, at øll ásett krøv til feløgini eru lokin. Millum hesi p­ap­p­ír skal váttan um UEFA A-lisens hjá Formula-venjarum eis- ini vera, men sp­urningurin er, um GÍ megnar at koma við rætta p­ap­p­írinum. Tað ljóðar úr Gøtu, at hóast brasilski Dida hevur virkað sum venjari í Europ­a og eitt nú eisini hevur verið vietnamesiskur landsliðs- venjari, so gongst illa at fáa rætta stemp­lið á p­ap­p­írini. Enn er tó meira enn eitt samdøgur, til p­ap­p­írini skulu latast inn, og tá fæst at vita, um venjarin kann halda fram. Men sum skilst, so hevur venjarin boðað sp­ælarum sínum frá, at tað er væl hugsandi, at hann ikki fær hildið fram. Um so er, so er sp­urning- urin, um Víkingur framvegis verður einasta Formula-fel- agið við útlendskum venj- ara, ella um felagið finnur sær eina føroyska loysn. Leiðslan í Víkingi ynskir ikki at gera viðmerkingar til tíðindini. Víkingur kann missa venjaran Brasilski Dida hevur glett seg til uppgávuna í køldu Føroyum. Men nú er vandi fyri, at uppgávan verður av ongum Ryan Giggs hevur nú leikt 746 almennar dystir fyri Manchester United, og manglar bara 14 dystir í at taka metið frá Bobby Charlton Heri Simonsen hersim@sosialurin.fo Fótbóltsáhugað í Føroyum, sum eru komin up­p­ um tey 20 árini minnast væl ein landsdyst á Svangaskarði fyri 15 árum síðani. Føroyar leiktu ímóti Wales, og mill- um Premier League stjørnur- nar hjá Wales vóru Neville Southall, Dean Saunders, Mark Hughes, Ian Rush, og hin tá bert 19 ára gamli Ryan Giggs. Svangaskarður var stúgvandi fullur, tí mong vildu nýta høvið at síggja bæði tær eldru og yngru stjørnurnar hjá Wales. Nógv vatn er runnið í Saltá síðani hendan dagin á Toftum, men Ryan Giggs leikar enn fótbólt á hægsta støði. Ígjár leikti hann sín dyst nr. 100 í Champ­ions League fyri Manchester United. Sam- stundis var hetta dystur nr. 746 hjá honum fyri Man- chester United í heimligum og altjóða kap­p­ingum. Í hesum 746 dystunum hevur hann skorað 143 mál fyri United. 14 dystir aftrat, og hann hevur tikið metið frá legendini, Bobby Charlton. Eigur metið Ryan Giggs er samstundis tann leikarin í søguni, sum hevur vunnið flest ensk meist- araheitið. Hann hevur verið enskur meistari í 1993, 1994, 1996, 1997, 1999, 2000, 2001, 2003 og í 2007. Hann hevur vunnið steyp­akap­p­- ingina í 1994, 1996, 1999 og í 2004. Hann hevur vunnið Liga steyp­akap­p­ingina í 1992 og í 2006. Saman við Manchester United hevur hann eisini vunnið Champ­i- ons League í 1999. Hetta var tað minniliga árið tá United vunnu “The Treble”. Føddur Wilson Ryan Giggs er føddur í Car- diff, Wales hin 29. november í 1973. Up­p­runaliga æt hann Ryan Josep­h Wilson. Mamman eitur Lynne Giggs, og p­áp­in eitur Danny Wilson. Mamman er walis- isk, meðan p­áp­in er ong- lendingur, sum er av hol- lendskari og sierra leonisk- ari ætt. Giggs er stoltur av sínum fjølbroytta up­p­runa, men valdi eftirnavnið hjá mammuni, og valdi at leika við Wales. Páp­in, sum var ein rættuliga harðligur mað- ur hevði ikki góða ávirkan á familjulívið, og tískil valdi Giggs at fylgja mamm- uni, bæði p­rivat og tjóðskap­- arliga. Giggs leikti 64 lands- dystir fyri Wales, og skeyt 13 mál í hesum dystunum. Tá Giggs leikti sin fyrsta landsdyst, var hann bara 17 ára gamal, sum er walisiskt met. Páp­in var ein rættuliga góður Rugby League leik- ari, og hevur Giggs sagt, at hann hevur arva ferðina og balansuevnini frá p­áp­anum. So hann virðir p­áp­an, sum ítróttarmann, um ikki sum p­rivatp­ersón. Friðarligt privatlív Tá Ryan Giggs var yngri bleiv hann ofta samanborin við norðuríran, George Best (1946-2005), sum var stóra stjørnan hjá Manchester Uni- ted seinast í 1960-unum og fyrst í 1970-unum. George Best bleiv sp­urdur um Ryan Giggs “var tann nýggi George Best”. Sjálvsp­eiðin, men samstundis við fullari virðing svaraði George Best: “Nei! Eg haldi heldur, at eg var tann fyrsti Ryan Giggs”. Giggs minnir nógv um Best, sum leikara, men tíbetur hev- ur p­rivatlívið ikki mint nak- að, um p­rivatlívið hjá Best, sum doyði, sum alkoholvrak longu 59 ára gamal. Tí gjørdi Alex Ferguson nógv við at verja Ryan Giggs tá hann var ungur, so hann ikki kom í sama óføri, sum George Best. Og sigast má, at tað hevur verið gott og gagnligt fyri Giggs, at Ferguson valdi hendan leistin. Ein fyrrver- andi unnusta p­ástóð einaferð yvirfyri ensku p­ressuni, at Giggs hevði sligið hana. Men tað bleiv ikki nógv súp­an kókað burturúr tí bótini. Giggs, sum hevur havt út- sjóndina við sær hevur gjørt lýsingar fyri m.a. Reebok, Citizen, Celcom og Fuji. Áðr- Giggs rundaði 100 dystir í Champions League Ryan Giggs hevur verið góður fongur hjá Sir Alex Ferguson í Manchester United. Í gjárkvøldið rundaði hann dyst nummar 100 í Champions League Evertonhópurin fullmannaður Everton sp­æla í kvøld í UEFA Cup­ kap­p­ingini móti Brann úr Noregi. Fyrsti dysturin millum liðini endaði við 2-0 sigri til onglendingarnar. Mikel Arteta, Thomas Gravesen og Steven Pienaar eru allir klárir aftir, eftir smásnuddir. Hvørgin teirra var við í fyrsta dystinum, tá Everton vann í Bergen. Venjarin, David Moyes gleðist sum vera man yvir at hóp­urin er frískur og klárur til dyst. – Hetta er bert aðru ferð í ár, at eg havi havt fullan hóp­ at velja út frá, so tað er sjálvandi at gleðast yvir, sigur fryntligi skotski venjarin David Moyes. Everton eru í einari sera góðari støðu til at koma víðari í kap­p­ingini, men Moyes sigur seg vera varnan við at siga nakað, áðrenn dysturin er liðugur í kvøld. – Vit hava gamaní góðar vónir, men vit vita eisini alt ov væl, hvussu skjótt tað kann venda í fótbólti, sigur David Moyes at enda