Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-22, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. februar 2008síða 12

‹ fyrra síða allar 108 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 38 - 22. februar 2008 SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Borað í fýra mánaðir – tøgnin valdar Í dag eru fýra mánaðir farnir, síðani BP setti borin í føroysku undirgrundina. Hetta man vera tað longsta, sum er borað á landgrunninum, síðani fyrstu loyvini vórðu latin í ár 2000. Tað, sum hevur eyðkent hesa boring fram um aðrar, er umframt tíðina tíðina, tøgnin. Føroya fólk hevur so gott sum einki fingið at vita um gongdina. Vit vita bert, at borurin umborð á Transocean Rather byrjaða at mæla klokkan 01 tann 22. oktober. Tvs. í dag fyri júst fýra mánaðum síðani. Eftir at stór óvissa hevði verið um, nær pallurin fór at verða tøkur, eftir at hann hevði borað tríggjar metingarbrunnar í bretskum øki, gjørdist greitt, at BP fór at fáa pallin nakað seinkaðan. Ætlanin var at seta á seinasta summar. Tí varð gitt, at BP møguliga fór at útseta boringina til í vár, tá veðrið er meira til vildar. Men tað vildi kortini so, at hol varð sett á á vetrartíð. Hetta skuldi so eisini vísa seg at hava trupulleik- ar við sær. Og tað visti BP, sum so heldur valdi óvissuna um veðrið enn at skula bíða. Og í dag man BP sanna, at sjáldan hava ódnirnar leikað so áhaldandi í sum júst hesar mánaðirnar Williambrunnurin hevur verið boraður. Og sum skilst hevur veðrið tarnað boringini nógv. Tað stendur BP frítt at gera av, um tað vil lata upplýsingar til almenningin, meðan borað verður. Felagið hevur so valt einki at siga. Var okkurt ljóspunkt, so hevði tað nokk verið komið fram so ella so. Tí velja vit at tulka tøgnina sum at tað hevur ikki gingið so væl í hond. Vit frættu eisini, tá ein tíð var farin, at veðrið hevði tarnað arbeiðinum nógv umframt at tilfarið í undirgrundini var sera misjavnt og gjørdi tað ikki støðuna betri. Jarðfrøðin hevur helst ikki verið tann sama sum á tekniborðinum ella á telduskíggjanum. BP segði frá í byrjanini, at tað fór at bóra í einar fýra mánaðir, tvs. væl út í februar. Teinurin borast skal er 4750 metrar. Stóri spurningurin er, hvørja avtalu BP hevur gjørt við Jarðfeingi. Slíkar avtalur eru oftani ymiskt skrúvaðar saman alt eftir hvat landið er. Vit kunnu so bara vóna, at okkara myndugleikar hava kravt av oljufelagnum, at tað borar niður á ætlaða dýpið heldur enn at avtalað er at bora so og so leingi. Vit kunnu so ikki annað enn krossa fingrar, meðan bíðað verður. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Marknaðarleiðari: Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Niels Petersen niels@sosialurin.fo Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl­ an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kykmyndir: Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e­post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e­post: aki@sosialurin.fo e­post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00­13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.­frí. 8­16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag­fríggjadag klokkan 1330 Viðmerking til Jørn Astrup Hansen í Sosialinum í gjár S & K felagið er av tí áskoðan, at øll skula verða tryggjað í arbeiðsloysis­ skipanini hjá ALS, tað skal ikki verða upp til tann einstaka. Føroyar eru eitt ov lítið land til at hava fleiri arbeiðsloysisskipanir. Vit eru samd við Jørn A. Hansen, at tíðin er búgvin, at endurskoða ALS skip­ anina. Tað skulu allar skipanir gerast loypandi. Um vit taka dømi, sum verður nevnt í greinini um arbeiðsmannin við eini inntøku á 250.000 kr. og læknan við eini inntøku á 1.000.000 kr. og báðir fáa sama útgjald úr ALS skipanini. Nemliga 70% av eini arbeiðsmannaløn. Er hettar tá ein arbeiðsloysis­ trygging hjá læknanum. Møguliga skal útgjaldið tengjast at inntøkuni hjá tí einstaka. Skipanir, sum tann við ALS, barsilsskipanin og Samhaldsfasta, skula verða fyri øll, og tað skal ikki verða møguligt at frávelja tær. Í dag er tað møguligt hjá onkrum at frávelja at gjalda til barsilsskipanina móti at missa rættin til útgjald úr barsilsskipanini. Hettar halda vit verða skeivt. Tað skal ikki verða møguligt hjá nøkrum bólk­ um í samfelagnum at frá­ velja hesa skipan. Øll skula verða líka fyri lógini. Øll skula gjalda inn í barsilsskipanina og hava rætt til útgjald. Gjaldið til ALS, Barsils­ skipanina og Samhalds­ fasta er ikki skattur, men eitt arbeiðsmarknaðargjald fyri at hava ymiskar tryggingar til tey sum virka á arbeiðsmarknaðinum. Arbeiðsmarknaðurin hevur frammanundan nøkur gjøld, t. d. til eftirlønar­ skipanir, samlagstryggingar, limagjøld o. a. Hesi gjøld eru heldur ikki skattur, men nøkur gjøld, sum eru avtalað millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum. Í grein har Jørn A. Hansen greiðir frá sínum sjónarmiðum um ALS skipanina, stendur at lesa “Eitt lógarfest monopol, sum Arbeiðsloysisskipanin, er ikki í lagi. Kanska hevði tað – sum á tryggingar­ marknaðinum annars – verið sunt við eitt sindur av kapping. Men óiva hevði tað verið nóg mikið, um vit lótu tað upp til tann ein­ staka lønmóttakaran at gera av, um hann vil tryggja seg móti arbeiðsloysi, sigur Jørn Astrup Hansen, formaður í Búskap­ arráðnum í viðmerking, sum verður at lesa í Sosialinum seinni í dag. Fyrrverandi stjórin í Føroya Banka og núver­ andi formaður í Búskapar­ ráðnum leggur ikki fingrar­ nar ímillum. Hann sigur, at ALS er ein leivd frá kor­ porativa planbúskapinum, sum fór til grundar í 1992. Hann vísir á, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum velja hvør sínar tríggjar limir í nevndina, meðan lands­ stýrismaðurin í arbeiðs­ marknaðarmálum velur formannin – eins og í Ráfiskagrunninum á sinni. Hann heldur tað eisini vera hugvekjandi, at fólk eru tvungin í skipanina við løgtingslóg. ­ Gjaldið til skipanin er soleiðis at rokna sum ein skattur – ein proportionalur skattur, sum tó bert verður roknaður av A­inntøkuni. Tað er undarligt, at lóggev­ ararnir soleiðis hava tillagt pørtunum á arbeiðsmarkn­ aðinum rættin til at út­ skriva og uppkrevja skatt, heldur Jørn Astrup Hansen. Hann sigur eisini, at ALS skipanin er púra uttan fyri tað, sum vanliga eyð­ kennir vanliga tryggingar­ marknaðin. Hann vísir á, at løgtingið hevur samtykt, at lønmóttakarar í eitt fimm ára skeið skulu kunna fáa 70% av eini arbeiðs­ mannaløn í 798 dagar. ­ Løgtingið hevur eisini gjørt av, at kostnaðurin av hesi inntøkutrygging skal fíggjast við einum ser­ skatti, sum verður útskriv­ aður av pørtunum á arbeiðs­ marknaðinum og soleiðis ikki sum ein partur av fíggjarlógini. Jørn Astrup Hansen vísir eisini á, at lønmóttakarin ikki sjálvur kann gera av, um hann vil tryggja seg ella ikki móti arbeiðsloysi. Og so er tryggingar­ inngjaldið als ikki treytað av tryggingarútgjaldinum, men eftir inntøkuni. ­ Hugsa tær, at vit hava vant okkum við hetta. Ímynda tær, at tú vendir tær til títt tryggingarfelag fyri at fáa upplýst, hvat tú skalt gjalda fyri eina kaskotrygging til tín nýggja bil. Tá tú so sigur tryggingini, at tú hevur keypt ein Audi A6, so svarar tryggingin, at tað er uttan áhuga. Hon vil bara hava at vita, hvussu stór inntøkan hjá tær er, so setir hon gjaldið eftir tí!!! Síðani tekur Jørn Astrup Hansen eitt dømi um ein arbeiðsmann, sum tjenar 250.000 kr um árið og ein ein lækna, sum tjenar 1.000.000 kr. Arbeiðsmað­ urin skal rinda 5.000 kr ella 2,9% í trygging, meðan læknin skal gjalda 20.000 ella 11,4% av teimum 170.000, sum báðir í mesta lagi fáa útgoldið. Formaðurin í Búskap­ arráðnum vísir á, at ALS hevur nýtt sum grund­ geving fyri ikki at lækka inngjaldið, at hetta kann hava negativa ávirkan á búskapin. ­ Men rætturin til at útskriva skatt skal einans liggja í Løgtinginum og ikki hjá Arbeiðsloysis­ skipanini, sigur hann. Jørn Astrup Hansen ivast ikki í, at ALS er komið fyri at vera. Men hann heldur tíðina langt síðani verða komna til at endurskoða skipanina. Hann heldur eisini, at rættast er, at hetta verður gjørt í løgtinginum í friðartíð. ­ Kanska hevði tað verið nóg mikið, um vit lótu tað upp til tann einstaka løn­ móttakaran at gera av, um hann vil tryggja seg móti arbeiðsloysi, sigur Jørn Astrup Hansen, formaður í Búskaparráðnum.” Øll skulu verða tryggjað hjá ALS formaður S & K felagið PætUR NIcLASEN Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.