Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-22, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. februar 2008síða 12

‹ fyrra síða allar 108 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Teir standa á baðirúmum í Tokyo, hanga í íbúðum í New York og liggja í sovikømrum í Klaksvík. Designaralutirnir hjá donsku Mette Ditmer ota seg støðugt tvørturum landa- og stættarmørk, og tykjast at fella líka væl inn allastaðni. Um globali eftirspurningurin efter Mette Ditmer designum er ein roynd at petta saman okkara fragmenteraðu lív, skal vera ósagt. Men okkurt kundi bent á, at serliga evnið hjá Ditmer at hugsa í heildum rakar eitt hol hjá modernaða ættarliðnum. Eitt petti av bylgjupapp Sjálv er 36 ára gamla Mette Ditmer als ikki í iva um, hvat tað er við hennara designum, sum talar til kundarnar. - Fólk vilja hava samanhangir. Tey spyrja eftir konseptum og vænta snøgt sagt, at tingini hanga saman, sigur Ditmer, sum er kend fyri sínar konseptuellu design-loysnir. Eitt av hennara kendastu designum er sonevnda Wave-line røðin til baðirúm, ið upprunaliga var ein bíløgd uppgáva frá Idé møblum. Uppgávan ljóðaði: ”Skapa eina baðirøð, sum er unik, men samstundis rakar breitt. Sum ikki osar av romantikki, men heldur ikki er alt ov ’High-Tech’” Ikki heilt einfalt, vildi onkur ivaleyst hildið. Men fyri Ditmer loysti uppgávan seg mest sum sjálva, ein dagin, hon stóð við einum petti av bylgjupappi í hondini. Sjálvandi. Eyðkendu og einføldu bylgjurnar vóru hvørki ov bleytar ella ov hvassar, og hartil vóru tær lættar at endurgeva í ymsum lutum og tilfari. Skjótt hevði hon tulkað tær til eitt tíðarleyst koncept við skandinaviskum dámi. Ditmer tyssi Wave-line røðin byrjaði við einføldum lutum, so sum wc-bust og sápuskál. Síðani royndi Mette Ditmer konseptið við ymsum tekstilvørum. Á tann hátt tryggjaði hon sær, at konseptið helt til at skapa eina fullfíggjaða heild. Í dag umfatar Wave-line røðin handklæði, baðimáttir, brúsuforheng, baðihandskar, baðikápur, toilettaksur, sápuskál, sápuílat, haldara til wc-bust, tannkrúss og boks til vattpinnar, har eyðkendu bylgjurnar ganga aftur í øllum lutunum. Í Wave-line røðini brúkar Ditmer rættiliga nógv og ymisk skap úr ymsum tilfari. Og tað krevur, at designið gongur aftur niður í minsta smálut, um konseptið skal halda. - Kundarnir skulu vita, at hvør lítil lutur er partur av eini heild. Eisini skulu teir vera vísir í, at teir altíð lættliga kunnu seta saman eitt vakurt tyssi av Wave-line lutum til baðirúmið, sigur Ditmer. Design skal vera stuttligt Seinnu árini er Mette Ditmer vorðin serliga kend fyri sínar Design sk Íblásturin til eyðkendu bylgjurnar í Wave-Line baðirøðini fekk designarin Mette Ditmer frá einum petti av bylgjupappi Eyðkenda Wave-line designið gongur aftur niður í minsta smálut