Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-22, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. februar 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 108 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 38 - 22. februar 2008 13 viðmerkingar Í blaðgreinum í Dimma­ lætting um skrivstovu­ bygning, sum Tórshavnar kommuna hevur keypt við Fr. Petersensgøtu, ber blaðið beinleiðis skeivar upplýsingar til lesaran. Tórshavnar kommuna hevur higartil onga krónu brúkt til umvæling av bygninginum við Fr. Petersensgøtu, hóast Dimmalætting skrivar, at millum tvær og tríggjar milliónir eru brúktar. Tórshavnar kommuna hevur, fyri at tryggja sær, at einki skeivt verður gjørt, biðið um tilboð upp á eina umvæling. Í samrøðuni millum blaðmannin, Heina Gaard, og kommunustjóran, upp­ lýsti blaðmaðurin fyri kommunustjóranum, at bygningurin var handlaður tveir mánaðir, áðrenn Tórshavnar kommuna keypti hann. Tað segði kommunustjórin seg ikki vita, og spurdi blaðmannin, hvussu hann visti tað. Blaðmaðurin upplýsti, at tað stóð í skeytinum, sum var tinglýst 8. mars 2007. Kommunustjórin greiddi tíðindamanninum frá, at hann hevði ikki málið framman fyri sær og hevði tí álit á, at tað, sum tíðindamaðurin segði um tinglýsingina, var rætt. Sannleikin er kortini, at skeytið er dagfest 8. mars 2007 og tinglýst tann 16. mai 2007. Tað er dagin eftir, at Tórshavnar kommuna hevur undir­ skrivað sítt skeytið. Tað er harmiligt, at tíð­ indamaðurin, Heini Gaard, sum ringir til kommunu­ stjóran um handilin, upp á fyrispurning frá kommunu­ stjóranum um, nær skeytið frá P/f Fastogn til Sp/f 1. august 2007 er tinglýst, svarar, at hetta er tinglýst 8. mars 2007. Fyri at rætta teir faktu­ ellu skeivleikar, sum eru í blaðgreinini í Dimma­ lætting týsdagin 12. februar 2008, verður málið niðan fyri lýst í krono­ logiskari raðfylgju. Málið byrjar við, at Tórshavnar kommuna fær boðið skrivstovubygningin við Fr. Petersensgøtu til leigu. Samráðingar eru við Advokatskrivstovuna, sum umboðar P/f Fastogn, ið Advokatskrivstovan lang­ tíðarleigar frá. Endamálið hjá kommununi var at leiga bygningin til fyrisiting. Ein komandi leiguavtala varð umrødd í Fíggjar­ nevndini hjá Tórshavnar kommunu. Tilboðið var at leiga 500 fermetrar fyri kr. 950,­ fyri fermeturin. Umframt ljós og hita. Árliga leigan var sostatt 475.000 krónur. Fíggjarnevndin helt, at betri var at keypa bygn­ ingin at nýta fyribils, til nýggjur fyrisitingar­ bygningur er bygdur, og síðan selja hann aftur. Kommununi stóð í boði at keypa bygningin fyri 8,5 mió. krónur. Í tí tilboðnum vóru eisini eini grannahús, sum neyðugt var at umbyggja, um tey skuldu kunna brúkast til fyrisiting. Gjørt varð av ikki at keypa grannahúsini. Semja var síðan um ein prís áljóðandi 7 mió. krónur fyri skrivstovubygningin. Tann 17. apríl 2007 er fundur millum fyrisitingina hjá Tórshavnar kommunu og umboð fyri Advokat­ skrivstovuna um málið. Tá verður upplýst, at P/f Fastogn eigur ognina, men at ein annars eigari fer at selja kommununi ognina. Í tingbókini framgongur, at Advokatskrivstovan hevur selt P/f Fastogn samlaðu ognina fyri kr. 6,5 mió. í 2004, tinglýst tann 8. mars 2004. Prísurin fyri skriv­ stovubygningin var tá 4.765.000 krónur. 18. apríl 2007 var málið fyri á fíggjarnevndarfundi, har ein meiriluti mælti býráðnum til at keypa ogn­ ina matr. 853m til yvirtøku 1. januar 2008. Hesum tók býráðið undir við uttan atkvøðugreiðslu á býráðs­ fundi 23. apríl 2007. Tá hesin prísur verður hildin upp móti teimum sjey mió. krónunum, sum Tórshavnar kommuna fær boðið bygningin fyri í 2007, skal eisini havast í huga tann prísmunur, sum var á fastari ogn í innara parti av Tórshavnar komm­ unu í 2004 og í 2007. Í tinglýsingini frá 16. mai 2007 sæst, at P/f Fastogn hevur selt Sp/f 1. august 2007 ognina fyri 6,5 mió. krónur. Ætlanin var at brúka skrivstovubygningin við Fr. Petersensgøtu til kommun­ ala fyrisiting. Tí er neyðugt við ávísari tillaging, so eitt nú rørslutarnað fólk fáa atgongd til bygningin. Tað stendur einum hvørjum greitt, eisini býráðslimum, at skulu høli, sum flutt verður úr, takast aftur í nýtslu, er neyðugt við ávísum ábótum. Dimmalætting ber skeivan boðskap kommunustjóri Jens Marius Poulsen Íverksetan hevur verið á breddanum í eina tíð. Tað er at frøast um, at áhugi er fyri evninum. Men munur er á iverksetan. Tað veldst um markna fyri tí, sum verður sett í verk, og um krøv til tann, sum er stigtakari til íverksetanina. Tey flestu vinnulívsfólkini munnu vera samd um, at á lítla føroyska markn­ aðinum er nóg mikið av kappingarneytum. Í so máta kennist tørvurin neyvan stórur á íverk­ setan – tíansheldur almennari hjálp til at vaksa um kappingina. Øðrvísi er við íverksetan innan nýskapan, sum vend­ ir sær til altjóða marknað­ in. Enn sum áður verður stríðst við at finna leistin, sum lættir um at koma út um landoddarnar. Longu í fimti­ og sekstiárunum vóru hugskot og átøk innan vinnuframa, sum skuldu lætta um útflutning – eisini av vørum, sum ikki høvdu stert. Í sjeytiárinum var Ídnaðarstovan virkin, sum bleiv avloyst av Menning­ arstovuni í áttatiárunum. Í nítiárunum var TK Stovan sett á stovn sum ein partur av donskum kreppuloysn­ um, og fyrst í hesi øldini fekk Menningarstovan heiti Útflutningsráð, og um somu tíð bleiv bjóða innivist í Klekingardepli. Í fjør bleiv so lagt saman við Ferðaráðið, og nýggi stovn­ urin fekk navnið SamVit. Felags fyri hetta vinnu­ framavirksemi hevur verið, at íverksetan hevur verið í fokus – serliga við atliti at nýskapandi og útflutnings­ fremjandi virksemi. Í so máta er ikki so nógv nýtt, antin karmarnir um átøkini eru íverksetarastovur, ­ráð ella –hús. Nýggjan leist Men tað er altíð áhugavert at viðgera íverksetan, um endamálið er at menna og betra um møguleikarnar fyri at fremja nýskapan í Føroyum, og at vinna før­ oyskari íverksetan altjóða marknaðarmøguleikar. Tað var júst hetta, sum fekk nakrar íverksetarar at taka stig til at skipa Bit­ land sum eitt vakstrarhús fyri nýskapan fyri 4 árum síðani. Hetta eru íverkset­ arar, hvørs vitan ella virk­ semi er so mikið serstakt ella nýskapandi, at tað gevur marknaðarfyrimunir – serliga uttanlands. Dømi um slíkar íverksetarar eru innan serfrøðisráðgeving, undirvísing, simulerings – og kunningartøkni, mari­ tima tøkni, orkufram­ leiðslu og ­nýtslu o.a. Hetta slagið av íverkset­ arum hevur tørv á einum kveikjandi umhvørvi, har ið hugskot kunnu mennast, roynast og búnast. Við tíðini vilja hugskotini menna seg til at blíva greiðir málsetningar og strategiur um, hvussu ein veiting kann framleiðast, og hvussu ein marknaður kann røkkast, soleiðis at hugskotini fáa eitt handilsligt virði. Í hesari tilgongdini ­ sum fevnur um at menna, at seta mál, at fáa íleggjarar og at stýra verkætlanini aftaná, at íleggjarar eru komnir við ­ hevur íverk­ setarin tørv á ráðgeving. Tørvurin á ráðgeving og karmum í slíkari støðu hjá íverksetarum er víðfevnd­ ur, og kann neyvan bert blíva loystur við hendinga ráðgevingartímum ella internetportali o.l., har upplýsing kann fáast til vega. Heldur er tørvur á einum umhvørvi við fólki, sum sita við líknandi av­ bjóðingum, sum hava royndir, og sum eru sinnaði at læra frá sær. Á tann hátt kunnu íverksetarir innan vitunarvinnur ráðgeva og hjálpa hvørjum øðrum. Í sama umhvørvi skulu eisini vera fólk, sum hava førleikar og royndir til at taka sær av teimum stra­ tegisku pørtunum í íverk­ setanini, og sum hava før­ leika til at taka sær av teim meira formalistisku pørtu­ num í íverksetanini, tvs. bókhald, kontraktir og annað. Áræði og førleiki Einstaki íverksetarin, sum vil burðardygga nýskapan, gerst skjótt greiðir yvir, at íverksetan er tengd at førleika og áræði hjá tí, sum setur í verk. Tí vil einstaki íverksetarin eisini hava áhuga í einum vakst­ rarumhvørvi fyri nýskapan, sum leggur serligan dent á at stimbra um motivasjón og sjálvsálit hjá einstaka íverksetaranum. Royndir vísa, at íverk­ setarar hava lyndi til at halda fast við síni hugskot og eru bangnir fyri at sam­ starva við onnur. Mangan tykist sum um, at íverkset­ arar halda, at tað er betur at eiga alt av ongum heldur enn minni av nógvum. Men júst eitt skipað um­ hvørvi kann verða við til at tryggja, at samstarvshug­ urin gerst størri, m.a. tí íverksetarin hevur álit á umhvørvinum Harumframt vilja møgu­ leikarnir í einum nýskap­ anarumhvørvi verða stórir fyri mennandi virksemi og samstarvi í millum gransk­ ing, hægri útbúgving, vitan, menning, vinnu og kapital. Íkastið hjá tí einstaka íverksetaranum er at bera síni hugskot/prosjekt og sína vitan/royndir inn í umhvørvi, meðan sami íverksetari fær ráðgeving, vitan og umhvørvi afturfyri. Virksemið 10 falda í 4 ár Royndirnar hjá Bitland eru higartil, at í umhvørvinum eru 12 fyritøkur, sum tilsamans telja um 25 fólk í Føroyum, og eitt líknandi tal av fólki, sum arbeiða hjá fyritøkunum uttan­ lands. Umhvørvið fevnir um 600m2 í miðbýnum í Havn, og 1. apríl verður víðka við 600m2 afturat. Hetta virksemi er ment á handilsligum grundarlagi. Men heilt síðan stovnan hevur Bitland havt eitt fyrimyndarligt samstarv við fyrst Menningarstov­ una, og nú SamVit. Sam­ starvið er ein orsøk til, at virksemi hevur hepnast so frægt higartil. Harumframt hevur Bitland tætt sam­ band við tað ”etableraðu” føroyska vinnuna. Eik Banki, Royndin og Fram­ taksgrunnur Føroya eru høvuðseigarar í felagnum saman við 9 øðrum størri og smærri føroyskum fyritøkum. Endamálið hjá Bitland er at stimbra nýskapan og altjóðagerð. Víðsjónin er at fáa nýskapan til høldar. Nýggjasta átakið er saman við Vinnuhúsinum og SamVit at leggja lunnar undir Trans Atlantic Climate Institute, ið er ein altjóða granskingar­, menningar­ og útbúgving­ arstovnur innan havum­ hvørvið í Føroyum, ið skal samskipa arbeiðið á havumhvørvisøkinum millum USA og Evropa. Henda íverksetan kann viðføra eina ørgrynnu av møguleikum fyri føroyska nýskapan – og vónandi fer Al Gore at viðvirka til, at altjóða marknaðurin fær áhuga fyri íverksetan í Føroyum á einum virkisøki, sum allur heimurin hevur áhuga í. Átøk sum vilja framá Um tað almenna vil leggja størri orku í íverk­ setan, so er gaman í at lætta um hjá teimum, sum vilja seta á stovn virksemi á føroyska marknaðinum. Men um Føroyar skulu verða millum fremstu lond í 2015, so krevst vilji, dirvi og hugsjón til at røkka longur enn føroyska markn­ aðin. Tí eigur miðvíst at verða lætt um íverksetan, sum hevur til endamáls at gera føroysk átøk sjónlig á altjóða marknaðinum. Harumframt at menna karmarnar fyri vinnum, sum virðisøkja tøkni og vitan á altjóða markn­ aðinum. Einans á tann hátt kunnu vit fáa okkara ungu evnaríku fólk at seta búgv í Føroyum, aftaná at tey hava verið úti í heimi og nomið sær útbúgving. Og tað má vera veruliga endamálið við íverksetan – at skapa grundarlag hjá komandi ættarliðum at seta í verk. At seta i verk Á altjóða marknaðinum Stjóri, Bitland p/f Ólavur GreGersen