fríggjadagur 22. februar 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 108 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
kal skapa samanhang
lívligu litir og ofta stuttligu
design. Sjálv sigur hon, at
hon serliga ofta letur seg
inspirera av humor. Design
kann gott vera stuttligt og
fáa fólk at smílast, heldur
hon og sipar til sína nýggju
røð av seingjarklæðum og
baðirúmslutum við Tom og
Jerry figurum.
- Eg fekk loyvi at brúka
nakrar av upprunaligu
skitsunum av Tom og Jerry,
sum hava ein heilt serligan
skálkaliga neista, sum tú ikki
kanst lata vera við at smílast
at, sigur Mette Ditmer, sum
ikki heldur ráhvít handklæði
vera nakað serligt at flenna
eftir.
- Fyllir tú hinvegin hillarnar
við lilla og grasgrønum
handkløðum ella letur Tom
jagsta Jerry á
baðimáttunum, gevur tú heilt
sikkurt gestunum okkurt at
tosa um – og smílast at,
heldur Mette Ditmer.
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Ditmer og tey kongaligu
Í 2001 fekk Mette Ditmer eina uppringing frá einum handli í Norra.
Handilin hevði júst fingið ein fyrispurning frá norska kongshúsinum um
baðirøðina hjá Ditmer í sambandi við umbygging av summarslottinum.
Úrslitið varð, at kongshúsið keypti 12 sett av baðirøðini til øll baðirúmini
á slottinum, og harvið gjørdist Mette Ditmer ”kongaligur hovútvegari” –
ein søga, sum serliga amerikansk sølufólk halda vera stuttliga
Kelda: fpn.dk/boligtrend
Hví ikki innrætta baðirúmið á ein hátt, sum fær
gestirnir at smílast, spyr 36 ára gamla Mette
Ditmer, danskur designari
Seinnu árini hevur Mette Ditmer eisini lagt seg aftir at designa
seingjarklæði í sama einfalda og litríka sniði