Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-22, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. februar 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 108 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 38 - 22. februar 2008 Nógv hevur verið tosað um ALS skipanina, síðan hon kom til verðina í 1992, mitt í tí ringastu kreppuni Føroyar hava upplivað í nýggjari tíð. Í dag sýnist øll menning av hesi skipan at vera steðgað upp av lógartekninskum spurning­ um, um hvør ið hevur rætt at útskriva skatt her í landinum. Har uppáhaldið er, at tað kann bara Løgtingið gera. Spurningurin má so vera, um ALS­gjaldið er skattur ella tryggingargjald. Av tí at gjaldið er tvungið vilja summi vera við, at hetta er skattur. Har kunnu vit væl siga, at tá tað nú er Løg­ tingið sum hevur sett hesa skipan á stovn, er tað so ikki Løgtingið sum hevur útskrivað henda “skatt”? Jørn Astrup Hansen skrivar grein um ALS í bløðunum og kemur fram við ymiskum áhugaverd­ um. Hann nevnir t. d. at gjaldið úr grunninum er 70% av einari arbeiðaraløn. Og hetta skuldi gjaldið í prinsippinum eisini verið. Veruleikin er kortini tann, at gjaldið er nógv minni enn 70%. Í Fiska­ virkisskipanini er útgjaldið 70%, men bert fyri 4 dagar eina arbeiðsleysa viku, t.v.s. at stuðulin í veru­ leikan er bert um 56% hjá teimum sum fáa fult endur­ gjald. Hjá nógvum er støðan nógv verri, og tey kunnu fáa heilt niður í 25% og minni. Hetta tí at grundarlagið verður rokn­ að út eitt ár afturút frá tí degi, tú byrjar í skipanini. Og tað løgna er, at hetta grundarlag verður ikki endurskoðað hvørt ár. T.v.s. at útgjaldið er púra tilvild­ arligt og sera órættvíst. Soleiðis kunnu fólk, sum arbeiða á sama virki í ára­ vís og í áravís hava sama tímatal, fáa heilt ymiskt útgjald frá ALS, bert tí at tey, tað árið tey fóru upp í skipanina, høvdu ymiskt byrjanargrundarlag. T.v.s. at ein heilt tilvildarligt kanska vann nógv árið framman undan meðan ein annar av ymsum orsøkum, tað kann vera sjúka ella onnur neyðug frávera, ikki vann so nógv árið fyri. Út frá hesum verður so stuðulin roknaður ár eftir ár og hevur sum tíðin gongur púrt einki við veruleikan at gera. Hetta haldi eg vera ein stóran meinboga í skipan­ ini, og sum eg havi skilt tað, so hava ætlanir verið frammi um at broyta hetta til tað betra. Men við útsagnum sum teirri hjá Jørn Astrup og fleiri øðrum, um hvørt ALS gjaldið er skattur ella ikki, eru nevndin í ALS og landsstýrið ongan veg komin, og alt er steðgað upp í tekniskari trætu. Grundin undir hesum sýnist at vera, at kreftir eru frammi, sum vilja hava tryggingina yvir á tað privata, Jørn Astrup sýnist at vera ein av teimum. So leingi ALS hevur lógargivnan rætt til at taka inn henda pening, so átti skipanin sjálvandi eisini at havt rætt til at umsitið peningin – ikki minst tá ætlanin er at gera skipan­ ina meira rættvísa. Tí meti eg hesi støðugu álopini á ALS vera til stóran skaða fyri tey, sum skulu fáa stuðul úr skipanini. At mæla til at fólk tekna sínar egnu arbeiðsloysis tryggingar kann bara ein koma við, sum eigur nokk á bók og sum als ikki skilir støðuna hjá vanliga verka­ fólkinum. Fyri tann vanliga láglønta lønmóttakaran er tað gott, at tað almenna hevur eina slíka solidariska skipan gangandi. Sum nú er, er gjaldið 1%. Skuldi hvør arbeiðstakari í sínum lag teknað slíka skipan varð gjaldið munandi hægri og helst meira enn løntakarin var førur fyri at rinda. Og tað vildi so gjørt, at vit vóru í somu støðu sum áðrenn ALS. Tað vil siga at fólk aftur vóru uttan trygging móti arbeiðsloysi, og tí máttu beinleiðis undir Almannaskipanina og har eru heilt onnur krøv galdandi. Tí vil eg mæla tí skila­ góða tinginum at loyva og áleggja ALS stýrinum veruliga at fáa ALS skipan­ ina gjørda rættvísa og meira tíðarhóskandi. T. d. eiga øll, sum gjalda inn í ALS at fáa sjálvsagdan rætt til útgjald úr ALS. Hetta er ikki veruleikin í dag. Tað átti at borið til at gjørt skipanir fyri tey eis­ ini, sum í dag standa úti­ stongd frá skipanini, men eru tvungin at gjalda. Og so tað mest umráðandi, at útgjaldið veruliga verður minst 70% ella meir av einari tímaløn, galdandi fyri alla tað mistu tíðina, og ikki bert fyri part av mistu tíðini og púra tilvild­ arligt og órættvíst, sum tað nú er. ALS skipanin er neyðug men treingir harðliga til ábøtur Sonni JacobSen Arbeiðsloysisskipanin (ALS) frá 1992 er komin fyri at vera. Skipanin er ein trygd hjá arbeiðs­ leysum, og tey 16 árini skipanin hevur virkað, vísa greitt, at hon er neyð­ ug. Tíbetur eru fá fólk inni í skipanini í løtuni, men talið kann skjótt vaksa, tí er neyðugt at hava stórt fæ í grunninum Tað er ikki hissini orð, sum Jørn Astrup Hansen, for­ maður í Búskaparráðnum, hevur at siga um ALS. Skipanin, sum hevur 16 ár á baki, hevur virkað væl og hevur seinastu árini tryggjað sína fíggjarstøðu somikið væl, at Føroyar tola at bera eitt stórt arbeiðs­ loysi. Hetta er ein grund­ leggjandi øðrvísi støða enn tann fyrst í 1990’unum, tá ið ongin trygging var fyri arbeiðsleys. Í dag er ognin hjá ALS góðar 650 mió kr, sum má sigast verða sera væl klár­ að. Partarnir á arbeiðs­ marknaðinum hava umsitið skipanina øll árini, og hava handlað sera ábyrgdarfult. Síðani kreppuna hevur eydnast at lækka inngjaldið stigvíst, so tað í dag er 1% fyri hvønn partin á arbeiðs­ marknaðinum. Lógin varð broytt í 1997, og tá fekk stýrið heimild at áseta inngjaldið, tó ímesta lagi 2,25%. Síðan tá hevur stýrið í fleiri umførum lækkað inngjaldið frá 2,25% til 1% frá hvørjum parti. Orsøkin, til at stýrið hev­ ur valt at varðveita inngjald á 1%, er, at búskaparligar metingar úr Landsbanka­ num leggja dent á, at fæið í ALS skal vera 850 mió kr fyri at kunna bera eitt stórt arbeiðsloysi. Væntast kann tí, at inn­ gjaldið kann lækka enn meir, tá ið fæið er vaksið við 200 mió kr, um ikki onnur óvæntaði viðurskifti henda á arbeiðsmarknað­ inum. Sjálvsagt kunnu hesi tøl endurskoðast, alt eftir, hvussu búskaparliga gongd­ in og arbeiðsmarknaðar­ støðan í landinum broytist. Partarnir á arbeiðsmarkn­ aðinum eru avgjørt ikki áhugaðir í at leggja meiri arbeiðsmarknaðargjøld á sínar limir enn neyðugt er – tvørturímóti, men løntakarar í Føroyum skulu tryggjast. Arbeiðsmarknaðargjald Als er ikki ein serskattur, men eitt arbeiðsmarknaðar­ gjald, eins og barsils­ skipanin og Samhaldsfasti. Hetta er eisini tað, sum ein meiriluti í løgfrøðingabólk­ inum kom fram til, tá ið landsstýrismaðurin í Vinnu­ málum setti eina nevnd at meta um, hvørt ALS er ein skattur ella eitt arbeiðs­ marknaðargjald. At Jørn Astrup Hansen fleiri ferðir í síni grein tekur feil av ymiskum viðurskiftum er harmiligt. Eitt nú er tað beinleiðis ósatt, at tað einans er landið, sum hevur heimild at útskriva skattir. Til døm­ is útskriva kommunurnar eisini skattir. Men sum nevnt, so fast­ heldur arbeiðsmarknaðurin ta sannroynd, at ALS­ gjaldið er ikki ein skattur, men eitt arbeiðsmarknaðar­ gjald. ALS hevur virkað undir hesi sannroynd øll 16 árini, hóast tað stundum hevur verið stórur ágangur á at fáa skipanina á fíggjarlógina. Partarnir á arbeiðsmarkn­ aðinum meta tað vera rætt og rímuligt, at teir umsita ALS soleiðis, at gjald og vald fylgist. Søgan handan ALS ALS er ein slóðbrótandi skipan, sum varð til undir ringast hugsandi umstøð­ um, kortini er skeivt at siga, at ALS varð skundað ígjøgnum. Ein arbeiðsbólk­ ur mannaður av embætis­ fólki, og pørtunum á arbeiðsmarknaðinum arbeiddu í meir enn 1 ár, áðrenn komið varð til verandi loysn. Arbeiðs­ bólkurin gjørdi eisini nógv burtur úr at kanna skipan­ irnar í grannalondunum, men gjørdist samdur um, at finnast mátti ein loysn, sum hóskaði seg væl til føroyska samfelagið – tí var eitt nú danska skipanin ikki kopiera og sett í verk her. Við ALS fingu Føroyar eina smidliga skipan, sum er løtt at fyrisita, har gjøgnumskygni er í hásæti, og sum partarnir á arbeiðs­ marknaðinum umsita. Í nakrar mánaðir spardi ALS pening saman at standa ímóti við, men orsaka av stóra arbeiðsloysinum samtykti løgtingið at fram­ skunda útgjald úr skipanini í mun til upprunaligu ætlanina, áðrenn nóg mikið av peningi var komin í kassan. Landið noyddist tí at spjaða til skipanina. Hetta var tí, at ringast hugsandi kreppa leikaði, har fjórði hvør arbeiðs­ takari onki arbeiðið hevði. Fyrsta tíðin var baldrut, men skipanin hóraði und­ an, og í dag seta partarnir á arbeiðsmarknaðinum ikki spurnartekin við meginreglurnar í skipanini. Umsitingin av skipanini Partarnar á arbeiðsmarkn­ aðinum eru av tí sann­ føring, at ALS skipanin ikki hevði verið betri umsitin av tí almenna. Um skipanin hevði ligið hjá tí almenna er eingin ivi um, at skipani hevði verið: Munandi dýrari at umsiti At inngjøldini vóru munandi hægri enn tey eru í dag At útgjaldi hevði verið hægri Hetta grunda vit á, at ALS hevur megnað at tillaga umsitingina av ALS til støðuna á arbeiðsmarkn­ aðinum, og at politiska skipanin er munandi meira móttakilig fyri trýsti enn stýrið í ALS er. Tey, sum sita í stýrinum fyri ALS, hava eitt felags áhugamál: tað er, at skipanin ikki skal gerast ein ov stór byrða, hvørki hjá arbeiðsgevara ella arbeiðstakara. Hetta er besta trygdin fyri, at gjaldið inn til skipanina verður so lágt sum gjørligt. Broytingar neyðugar Broytingar skulu gerast í arbeiðsloysisskipanini, tað eru partarnir á arbeiðsmarknaðinum á einum máli um. Í undanfarnum tingsetum eru lógaruppskot, sum hava lagt upp til broytingar við ALS skipanini, burturvíst úr løgtinginum vegna ósemju um, hvørt gjaldið er ein skattur ella ei, og hvørt stýrið hevði rætt at áseta gjaldið. Hetta tyktist loysn verða funnin á, í øllum førum vísti løgtingið ikki einum lógaruppskoti um ALS frá sær í fjør heyst. Partarnir á arbeiðsmarkn­ aðinum hava víst, at tey misnýta ikki sítt vald við at hækka inngjøldini til ALS óneyðugt, tvørturímóti er gjaldið lækkað nógv seinastu árini. At samanbera ALS við ætlanarbúskap ella við táverandi Ráfiskagrunnin heldur ikki, og tað veit formaðurin í Búskapar­ ráðnum fullvæl. ALS er ein trygging fyri føroyska løntakaran, og hon er neyðug. Stýrið fyri ALS, fakfeløg og arbeiðsgevarar ynskja ymiskar broytingar, men broytingarnar skulu ikki vera somikið kollveltandi, at grundarlagið undir skip­ anini verður tikið burtur. ALS er gott fyri arbeiðsmarknaðin Vinnuhúsið og samtak