Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-22, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. februar 2008síða 16

‹ fyrra síða allar 108 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 38 - 22. februar 2008 Móttøka var í nýggja skúlabygninginum hjá Adventistaskúla­ num seinasta fríggja­ dag. Bygningurin, sum hýsir næmingu­ num frá 1. til og við 3. flokki, varð tikin í nýtslu eftir summarferiuna Móttøka Myndir: Magnus Gunnarsson Fríggjadagin 15. februar var móttøka í nýggja skúla­ bygninginum hjá Ad­ ventistaskúlanum við Hoy­ víksvegin í Havn. Undir móttøkuni hildu skúlastjórin Janne Johnsson og stýris­ formaðurin Thorbjørn Brochs røðu. Eisini var felagssangur og solsosangur frá Heina Lützen. Norðsetur í Hvalvík hava bygt nýggja skúlabygningin, sum er 270 fermetrar til støddar við trimum skúla­ stovum, høli til heilsusystir, lærararúmi, køki, wc og goymslurúmi. Gartnarafyri­ tøkan Hjálpirót hevur fríðk­ að økið uttanum skúlan. Nýggi skúlabygningurin kostar 3,3 milliónir. Á skúlaøkinum eru nú tveir skúlabygningar. Tann fyrri sum varð tikin í nýtslu í 1966 og so hesin nýggi. Adventistaskúlin í Havn var upprunaliga privatskúli, men síðan 1. august 2003, tá frískúlalógin kom í gildi í Føroyum, hevur hann ver­ ið frískúli. Adventistaskúlin er ein kristin skúli við tí grund­ leggjandi áskoðan, at barnið eigur at mennast bæði anda­ liga, likamliga og kunnskap­ arliga. Endamál skúlans er at hjálpa børnunum at verða góðir og gagnligir sam­ felagsborgarar. Eisini er skúlin eitt alternativt tilboð til næmingar og foreldur. Í løtuni ganga 107 næmingar á skúlanum. Føðingar 13. februar fingu Rakul Enni og Steingrím Niclasen, Tvøroyri, eina dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði 4000 gr. 14. februar fingu Erla Arge Jacobsen og Johnny Fisker Heinesen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 3350 gr. 14. februar fingu Gudny Helgadóttir og Thorvald Jacob Petersen, Argir, eina dóttir. Hon var 51 cm. long og vigaði 3560 gr. 16. februar fingu Erla og Ingi á Smið, Kaldbak, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 4000 gr. 20. februar fingu Haidi Blástein og Arne Olsen, Tórshavn, ein son. Hann var 50 cm. langur og vigaði 3430 gr. Prógv 25. januar var Óluva B. Johannesen Tórshavn, avlærd sum ergoterapheutur á ergoterapheutskúlanum í Esbjerg. 23. januar tók Sirið Hovsgarð prógv á Københavns Pædagogseminarium. 75 ár Mánadagin 18. februar fylti Kristianna Joensen, Leirvík 75 ár. Dagurin verður hildin leygardagin 23. februar í Bygdarhúsinum í Leirvík har øll eru hjartaliga vælkomin. Byrjað verður kl. 19.00. 70 ár Mánadagin 25. februar verður Trygvi Thomsen, Sumba, 70 ár. Hann er burturstaddur. 13. februar fingu Angeleen Hellisdal og Heini Poulsen Aalborg ein son, hann vigaði 4570 gr. og var 55 cm. Tann 28. november 2007 fekk Esther Maria hendan fitta lítlabeiggjan, ið eitur Philip Andreas. Foreldrini eru Elin og Jan Sjóstein, Keypmannahavn 17. februar bleiv Laura stórasystur hjá hesi lítlu didduni, sum eitur Lilja. Lilja var 52 cm til longdar og vigaði 3200 g. Foreldrini eita Eyðbjørg og Eyðstein Simonsen og búgva í Birkerød nøvn Konsert í Margarinfabrikkini Konsert verður í Margarinfabrikkini við orkestrunum Credo og A-Larm fríggjakvøldið 22. februar kl. 21. Atgongdin er ókeypis. Janne Johnsson, skúlastjóri, og Thorbjørn Brochs, stýrisformaður í Adventistaskúlanum Heine Lützen, stýrislimur, og Bergur Godtfred, lærari á skúlanum Hallgerð Sivertsen, fyrrverandi leiðari á skúlanum, Anna Mikkelsen úr Vestmanna og Sunneva Maria Guðmundsson, lærari á skúlanum Lærararnir á Adventistaskúlanum, aftara rað f.v.: Bergur Godtfred, Agnieszka Lach Johannesen, Tórunn Holm, Marin Elisabeth Johannesen, Marna Hansen og Sonja Danielsen Fremra rað f.v.: Janne Schantz Johnsson, skúlastjóri, Sunneva Maria Guðmundsson, Noomi Schwartsson og Kristinn Johnsson Adventistaskúlin nýggjan skúlabygning Væl yvir hundrað fólk vóru til móttøkuna. Fremst á myndini Jónvør Christiansen, fyrrverandi stýrislimur í skúlanum, og Jan Christiansen, fyrrverandi borgarstóri í Tórshavnar kommunu