fríggjadagur 22. februar 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 108 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16Lívslist
Verner Panton Relaxer 1974. Panton gav
nýtt lív til gamla ruggistólin í 1974. Space-
age stólurin hóskar væl til nútíðarandan, við
træi og bjørtum litum. Umframt, at hann er
eitt satt listaverk á at skoða, hóskar hann væl
til bæði stór og smá at sita í. Relaxer er ein
herlig samanseting av minimalismu, kitch og
humor, sum livir eins væl í dag, sum í 1974.
Verner Panton stólurin Panton Chair hevur altíð verið vælumtóktur hjá børnunum.
Nú fæst hann eisini í einari minni útgávu, sum við litríku og rundu formunum bjóðar
børnunum vælkomnum umborð.
Panton stólur til børnini
Hvíti kerma
mikk knagin
bæði goymir
og avdúkar í
senn. Undir
parturin er ein
vanligur knagi,
sum verður
skrúvaður inn
í veggin.
Omaná er eitt
lítið leyst goymslurúm, til hvørt av sínum: fartelefon, mappu, endurskin, lyklar,
busspengar ella okkurt heilt annað. Italski designarin Luca Nichetto frá fyritøkuni
Bosa eigur hugskotið til upphangið, sum eitur Applicata - Hook Book.
Tú situr perfekt í
Fatboy sekkja
stólinum, sum eisini
er vakur á at líta
við klassiska
Marimekko
mynstrinum.
Stólurin er úr
Nylontoyi, sum
er lætt at halda.
Morten Voss frá Voss
Co Living er maðurin
handan kula gula
borðið IO Oval.
Vit lata tað tala fyri
seg..
Kult
keramikk
Ovala
sól
borðið
Fatboy Sekkja-
stólur við
Marimekko
Minimalisma,
kitch & humor
Lagt til rættis: Rigmor Dam