Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-22, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. februar 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 108 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 38 - 22. februar 2008 17 Í gjár var søguligur dagur í Suðuroy, tí tá fingu teir fyrstu heilsufrøðingarnir, sum eruklaktir í Føroyum, prógv Prógv Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Seinnapartin í gjár var hátíðarhald í skúlanum í Trongisvági. Og tað var eis­ ini nakað at hátíðarhalda, tí tá fingu teir fyrstu heilsu­ røktararnir, sum eru klaktir í Føroyum, prógvini hand­ að. Hetta vóru næmingar, ið byrjaðu á Almanna­ og heilsuskúlanum í Suðuroy í 2006 og teir vóru 23 í tali, sum fingu prógv í gjár, 21 konufólk og tvey mann­ fólk. Á hátíðarhaldinum for­ taldi Johanna Køtlum, for­ kvinna í Almanna­ og heilsurøktarafelagnum, at hetta er ein sera góð útbúgv­ ing sum kann brúkast víða og á nógvum økjum. ­ Í Danmark hevur tað tik­ ið nógv ár hjá heilsurøktaru­ num at finna teirra samleika í fakinum. Tað verður kanska ongantíð heilt greitt, hvussu fakbólkurin skal brúkast, men tað verður meira og meira greitt hvussu fakbólkurin kann brúkast, segði hon. Hon segði, at eisini í Før­ oyum, arbeiða tey støðugt við at finna teirra fakliga samleika og at vera okkara egni fakbólkur við serligum sereyðkenni. ­ Heilsurøktara útbúgv­ ingin er ein víttfevnandi útbúgving, í fyribyrging, aktivering, viðgerð og røkt. Sjálvt um útbúgvingin er í slekt við aðrar útbúgvingar á hesum øki, er hon uppbygt á ein heilt annan hátt. ­ Navnið sigur nógv um hvat ein heilsurøktari ger, tí ein høvuðsuppgáva er at røkta heilsuna við umsorg­ an, aktiverandi tiltøkum, pedagogikki, røkt og við­ gerð har borgarin er, antin í egnum heimi, á sjúkrahúsi ella á stovni. ­ Hetta kann gerast við at taka borgarin við í einum og hvørjum, at stíla ímóti at borgarin sleppur at vera sum longst í egnum heimi, at stytta um innleggingar­ tíðina á sjúkrahúsum og við at leggja størri áherðslu á fyribyrging. Johanna Køtlum segði, at tað er ongin føst uppskrift upp á, hvussu heilsurøktarar skulu arbeiða. ­ Hóast tað kann vera ør­ kymlandi, hevði tað eisini avmarka møguleikarnar at nýta heilsurøktarnar á eins góðan hátt, sum tað verður gjørt nú. ­ Tí skal tað heldur takast sum ein avbjóðing, segði hon og hon legði afturat, at við teirri framgongd, sum hevur verið í fakinum, verð­ ur spennandi at vita hvat øki heilsurøktarin fer at røkja í framtíðini. Fyrstu heilsurøktararnir fingið prógv Hetta eru teir 23 heilsurøktararnir, sum eru teir fyrstu, sum eru klaktir í Føroyum. Frá vinstru eru tey Elsa Maria Fláaberg, Nancy Johannesen, Anna Sjúrðardóttir, Heini Larsen, Krist-Bjørg Olsen, Malfrid Svabo Joensen, Linda Syderbø, Marita Poulsen, Johanna Sigurheim, Selma Franksdóttir, Asta Borgarlíð, Elsa Jacobsen, Kathrina Poulsen, Stefan Nordendal, Marita Krosstein, Tony í Lon, Sunrid Olsen, Eghild Poulsen, Eyðna Poulsen, Elin Jacobsen, Heidi Thomsen, Hanna Klettskarð í Kongstovu, Olea Johannesen Dagurin 23. februar. Papias, deyður umleið ár 150. Var biskupur í Hierapol­ is í Frýgiu í Lítluásiu. Sigst at hava havt sam­ band við ápostulin Filippus. 24. februar. Leypárs­ messa. Fjórða hvørt ár varð ein dagur taldur afturat í februar mánaði, so at hann fekk 29 dag­ ar. Hetta var ein fyri­ skipan í tíðarrokning okkara, sum skuldi fáa ár og dagar at samsvara við gongd sólarinnar. Hann var vanliga hildin 24. februar, men 25. februar, tá ið leypár var. Niels Winther doyði hendan dagin í 1892. 25. Februar. Victorin­ us, deyður umleið ár 250. Halgisøgurnar eru ymiskar á máli. Summ­ ar siga, at hann varð tik­ in av døgum í Júdea, aðrar í Egyptalandi og uppaftur aðrar í Róm. Sama navnið sum Vic­ tor: sigurharri. Johan Henrik Schrøder varð føddur hendan dagin í 1771. Í dag 22. februar verður Martina Kruse av Eiði 90 ár. Martina er dóttir Mar­ sonnu og Nikkel Nielsen. Henda heilsan verður skrivað vegna okkum hjá Nikkel, beiggja Martinu. Hjá okkum var hon altíð Tinafastur. Tað hava altíð verið sera góð viðurskifti mill­ um okkara hús. Tinafastur hevur alla sína tíð verið ein framúr og skilagóð kvinna. Hon giftist við Jens Tonny Kruse, sum eisini var av Eiði. Tey fingu børnini Nikkel Martin, Petur, Súsannu og Anfinn, sum øll búgva á Eiði. Hetta var eitt hús, har foreldrini av øllum alvi stuðlaðu hvørjum øðr­ um. Tí var tað ein smeitur fyri Tinufastur, tá ið Jens Tonny knappliga doyði fyri nakað nógvum árum síðani. Tað var nógv samband millum húsini. Vit, Tina­ fastur og Idafastur høvdu kúgv saman. Vit hoyggj­ aðu í felag. Hvørt húsið hevði kúnna triðja hvønn dag við mjólking og ann­ ars ambæting av kúnni. Hetta gjørdi sítt til felags­ skapin millum húsini. Tað hevur allar dagar verið gott samband og góð viðurskifti millum systkini. Tey komu javnan á gátt hjá hvørjum øðrum. Tað var altíð ein stuttleiki at koma inn á gólvið hjá Tinufastur. Hon var so alt­ fevnandi góð við øll, og familjukær hevur hon verið, so tað forslær. Hjá okkum, sum eru komin afturat familjuni seinni, hevur tað eisini verið ein fragd at koma at kenna Martinu, og nógvar hugna­ ligar løtur hava vit havt saman, ta tíð tað var. Tá vit komu inn til Tinufastur merkist, at hon hevði ekt­ aðan áhuga fyri okkum. Hon hevði eisini eitt positivt lyndi og dugdi at síggja tað góða í øllum. Tinafastur helt sunnu­ dagsskúla í missiónshúsi­ num Karmel í mong ár. Enn minnast vit, hvussu væl hon dugdi at siga frá teimum bíbilsku søgunum. Hetta var nakað vit gleddu okkum til hvønn sunnu­ dag. Tinafastur hevur nú í fleiri ár verið minnisveik og hevur búð á Ellis­ og Røktarheiminum í Runa­ vík. Men fyri tað verður Tinafastur ikki gloymd. Tí skal hon fáa hesa heilsan frá okkum á sín­ um 90 ára degi. Vit ynskja henni hjartaliga tillukku og takka fyri alt gott og fyri tey minni, vit hava um hana. Vit hjá Nikkel Martina Kruse 90 ár nøvn