Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-22, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. februar 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 108 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 www.mdfitalia.com www.janfrydendahl.dk www.casanovafurniture.dk www.danskdesign.nu www.applicata.dk KARTELL - POP Stólur Piero Lissoni er upprunamaðurin til handan herliga stólin, sum er partur av møblarøðini POP hjá Kartell. Nýskapandi, einfaldur og elegantur hóskar hann inn í øll umhvørvi, og kann setast saman við øðrum møblum í røðini. Púturnar eru ómetaliga mjúkar, fyltar við dúni við einari fastari kjarnu. Stellið er úr polycarbonat. Blaðhaldari til goymibløðini Stílfult og tjekkað. Síðani 1992 hevur Peter-Boy design gingið á odda við blað- haldarum til bløðini, sum tú ikki vilt koyra burtur. Fæst við færri og fleiri rúmum, í ymsum sniðum. Georg Jensen Helena tepottur við loki úr keramikk - Design: Helena Rohner Rokaligt retro Litir og formar ganga hond í hond hjá Jan Frydendahl. Fortíð og nútíð møtast í nostalgiska 50ara útvarpinum. Litføgru salt- og piparíløtini standa væl til feminina og litfagra tíðarandan. FRYDENDAHL Við metferð er Stingray stólurin vorðin ein hin best umtóktu innan danskt møbla design. Fæst bæði sum polstraður, í træi og í leðri. Stingray stólurin í finér fekk fremstu heiðurslønina innan møbladesign, "Interior Innovation Award Cologne 2008" á altjóða møblastevnuni í Köln herfyri. Hetta var í kapping við 450 aðrar lutir. Ársins stólur RANDOM – MDF italia Blondu lampan Collage Pendel er navnið á florløttu lampuni frá víðagitnu ljósfyritøkuni Louis Poulsen. Louise Campbell hevur formgivið lampuna, sum gevur eitt sermerkt og hugnaligt ljós, av tí at skuggar og mynstur altíð broyta skap. Skerminum er úr trimum forskotnum løgum av lasaraskornum akryl. Louise Campbell er designari hjá Louis Poulsen