fríggjadagur 22. februar 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 108 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 38 - 22. februar 2008
Tað var við sorgblídni, at tað frættist
týsdagin, at Sannelena var farin. Hon var
blivin gomul, hevði fylt 100 ár 1. mai. Hon
var til fyri kortum so byrg, sum fáur í
hesum aldrinum. Men fyrst í januar gjørdist
hon so illa sjúk, at tað gjørdist ein uppiborin
hvíld, nú hon slapp.
Eg kom at kenna Sannelenu rættuliga
væl. Komi javnan til Eiðis, og tá var ofta
farið inn á gólvið hjá Sannilenu. Hon var
eitt lívsstykki sum fáur. Var altíð í góðum
lag og so sera skemtingarsom. Hon mintist
væl og dugdi so væl at siga frá. Tíbetur er
nógv av hesum varðveitt. Útvarpið hevði
fyri nøkrum árum síðan eina røð av sam
røðum við hana, og Svenning, sonurin,
man hava skrivað nakað væl niður eisini.
Sannelena hevði eina greiða støðutakan
til stórt sæð alt, eisini politikk. Hon vildi
eisini sleppa at seta sín seinasta kross til
valið fyri kortum, og her var eingin slingur
í valsinum!
Her skal verða nevnt eitt stuttligt dømi
um hennara støðufesti. Eg tosaði við hana
og hevði ein stubba Sosialinum í samband
við hennara 99 ára føðingardag. Hon
greiddi frá, at mamman var Súsanna og
fosturpápin var Jákup Michael Hansen.
Hetta kundi geva eina ábending av, at
Sannelena er fødd uttanfyri hjúnarlag, og
tað var hon eisini. Spurdi Svenning, um eg
ikki bert skuldi skriva pápin heldur enn
fosturpápin, so slapst undan at nakar fór at
hugsa um tað. Nei, helt Svenning, at tað
skuldi standa, sum hon hevði sagt tað.
Gamla hevði neyvan góðkent nakað annað
enn tað, sum hon hevði sagt. Hon helt ikki,
at hetta var nakað at káva útyvir, og so
skuldi tað heldur ikki gerast!
Eitt stuttligt upplivilsi var tá ið Dávur í
Tjørnuvík, tá 95 ár, kom inn á gólvið hjá
Sannelenu í ringum skørum, eftir at EB/
Streymur hevði mist føroyameistaraskapin
á stokkinum í 2006. Tey bæði fóru at tosa
um gamlar dagar í Tjørnuvík, og skjótt
hevði Dávur gloymt alt um tapta fótbólts
dystin. Tað var eitt spennandi prát um eina
tíð, eingin kann ímynda sær í dag.
Tey blivu trý systkin. Hini vóru Hans
Michael og Herborg. Tá ið Sannelena fór
úr skúlanum var vanligt hjá gentum at fara
út at arbeiða. Men hetta lá ikki fyri hjá
henni, tí mamman var sjúklig. Tískil støðg
aði Sannelena heima, har hon gjørdi alt
vanligt konufólkaarbeiði sum tá var.
Men tá ið Sannelena var 17 ár, fór hon til
Havnar at vera í húsi hjá Jens Paula í Dali,
sum hevði navigatiónsskúla heima hjá sær
sjálvum. Her var nóg mikið at gera. Men
skjótt vóru boð aftur eftir Sannelenu at
koma heim aftur at hjálpa mammuni. Men
hon mátti so lova at koma aftur til Jens
Paula, um hann sendi boð eftir henni, og
tað gjørdi hann eisini.
Tað rann saman millum hana og eiðis
drongin Jóan Petur, vanliga nevndur Pedda,
á Lofti. Men hon var ikki til reiðar at giftast
so beinanvegin. Hon vildi fyrst sleppa til
Havnar at læra at seyma hjá Fíu, konu
Wensil Petersen.
Í hesum sambandi hevur Sannelena fyrr
greitt frá eini serligari hending, sum væl
tolir at vera endurtikin.
Tá Sannelena misti vinmannin
við “Ernestinu”
Hetta var í 1930 í samband við hendingina
við Ernestinu, sum fór á land á Suður
landinum, og 9 mans umkomust. Millum
teir vóru feðgarnir Jógvan Elias og sonur
hansara Jógvan Hendrik, kallaður Henge,
úr Tjørnuvík.
Tey vóru rættiliga javngomul, vóru vinir
og í ætt. Mammurnar vóru systkinabørn.
Tey plagdu altíð at spæla saman, og tey
vóru altíð so ómetaliga væl. Henge var júst
farin uppí Losjuna á Eiði, sum tá var í
blóma. Hetta vísti, at hetta var ein drongur
við stirðil og vilja. Hann fekk til tað síðsta
víst, at hann meinti tað við at halda seg frá
rúsdrekka. Hann hevði føðingardag tann
31. mars, tá hann vildi fylt 21 ár. Og heldur
enn at skeinkja fyri manningini keypti hann
ein kassa av sigarum at bjóða føðingardagin
umborð. Men hetta náddi hann ikki.
Sannelena minnist sera væl seinastu ferð,
hon var saman við Henga. Hetta var um
føstulávint, júst tá hon skuldi fara til
Havnar at læra at seyma.
Fyrsti partur av leiðini skuldi vera at
ganga suður á markið millum Tjørnuvík og
Haldarsvík, sum er ein hampiliga drúgvur
teinur. Hagar skuldi drongur hennara,
Pedda, kom eftir henni av Eiði, og skuldi
hon so fara av Eiði til Havnar.
Men Sannelena hevði brúk fyri onkrum
at bera viðførið fyri seg, og hetta gjørdist
Henge. Hann var altíð so makaleysur, so
hann játtaði at koma við henni, áðrenn
hálvtalað var orðið.
Tey skiltust so og væntaðu at síggjast
aftur, tá skipini komu heim aftur.
Sannelena fór so til Havnar, har hon búði
í Qullingsgarði hjá Vensel Petersen. Men
so var tað eitt kvøldið, tá hon skuldi fara til
songar. Tá hoyrdi hon eitt slíkt merkiligt
skav. Hon fór at hyggja, men varnaðist
einki. Hon hoyrdi skavið stóran part av
náttina og fekk illa sovið. Um morgunin
spyr hon húsfólkið, um tey hava hoyrt
nakað. Nei, tað høvdu tey ikki. Hon spurdi,
um tey áttu nakra kettu, sum kann hava
verið orsøkin. Nei, hetta var so heldur ikki
frágreiðingin.
Hvussu var og ikki, seinni vísti tað seg,
at tað var júst hesa náttina, at vinmaðurin
slerdu út av “Ernestinu”.
Tað var sjálvsagt sera sárt hjá Sannelenu
at frætta hesi tíðindi, og hon fór eisini til
Tjørnuvíkar at fylgja. Hon keypti ein krans
frá Petur Alberg. Petur pakkaði kransin væl
í eina eskju, so hon kundi hava hann í
hondini, tá hon fór fyrst við bát og síðan til
gongu tann langa teinin norður til Tjørnu
víkar. Og tað var syrgiligt at síggja hesar
tvær kisturnar inni í stovuni hjá mammuni
Kellu.
Sannelena uppkallaði sítt fyrsta barn
eftir feðgunum báðum. Dóttirin eitur nevni
liga Herdis Elina.
Klár at giftast
Seymiskeiðið vardi í tríggjar mánaðir, og
seinni í lívinum kom hon at seyma mangt
plaggið uppá seg og síni. Nú var Sannilena
klár at giftast, og tey giftust í 1930.
Fyrsta árið búðu tey í Tjørnuvík og síðan
fluttu tey til Eiðis. Sannelena tók til, hvussu
góða hjálp, hon fekk frá vermammuni
Súsannu, tá ið hon kom í húsið.
Pedda var fiskimaður, og hon segði, at
”eg havi altíð verið so góð við sjómenninar.
Tað, teir forvinna, eru dýrt keyptir
pengar.”
Tey bæði fingu børnini Herdis, Selmu,
Kobu, Sigmund, Svenning, Jónsvein og
Olaf, sum druknaði í 1955 dagin fyri sín
átta ára føðingardag. Hetta var ein dyggur
smeitur.
Tað var stuttligt at vitja Sannelenu. Hon
búði alla sína tíð heima. Men seinnu árini
hava børnini skift um at vera hjá henni.
Var altíð vælkomin, og tað gekk ikki leingi,
áðrenn drekkamunnur var á borðinum.
Hetta vóru minniligir drekkamunnar saman
við øllum tí, sum Sannelena dugdu at
greiða frá. Og ikki minst vegna hennara
káta lyndi.
Saknur verður at koma aftur til Eiðis og
ikki hava Sannelenu at vitja. Men tað var
stuttligt at kenna hana, og hon verður ikki
gloymd.
ó.
Til minnis um
Sannelenu á Lofti
Sannelena og Pedda á gullbrúdleypsdegnum í 1980
Her er tað at Dávur og Sannelena tosa um gamlar dagar í Tjørnuvík
nøvn