fríggjadagur 22. februar 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 108 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
[ Nr. 38 - 22. februar 2008 ]
Leygardagin
skipar Treysti
fyri 4. umfari av
VetrarKappingini
2007/2008 í
Hvannasundi.
Kappingin byrjar
klokkan 11 og
byrja allir bólkar
samstundis
Renning
Tíðindaskriv
Allir bólkarnir renna
10 km uttan børnini,
sum renna 4 km. Runn
ið verður á einum
rundteini á umleið 1
km. Startur og mál
verður við Gamla Skúla
í Hvannasundi. Runnið
verður frá skúlanum og
norður í Sandoyrabug,
so suður gjøgnum fjør
una eftir nýggju gøtuni,
sum
Hvannasunds
Kommuna hevur gjørt,
og so niðan á bygda
vegin úti í Bug, har
snarað verður til vinstru
og runnið norðureftir
til gamla skúla. Møgu
leiki verður at skifta í
Gamla Skúla.
Í sambandi við renn
ingina verða heiðurs
merki latin til nummar
eitt, tvey og trý í øllum
bólkunum.
Tilmelding fer fram á
heimasíðuni hjá Frælsur
Ítróttur Føroya www.
athletics.fo ella www.
renn.fo innan fríggja
kvøldið 22. februar á
miðnátt.
Luttakararnir verða
bidnir um at møta við
Gamla Skúla í Hvanna
sundi
hálvan
tíma
áðrenn start. Luttøku
gjaldið er sum tað
plagar, tvs. kr. 50 fyri
vaksin og kr. 20 fyri
børn.
Hetta er fyrstu ferð
kapprenning
er
í
Hvannasundi og vónar
Treysti at nógvir renn
arar verða við, tí øll eru
vælkomin at luttaka.
Vetrar
kapping
leygardagin
Hvat orsøkin var til
tapið móti Neista
num, er ilt at siga,
men givið er, at VB
fegin hevði vilja havt
Lailu Jespersen á
liðnum í gjárkvøldið,
tá tær taptu 2922.
Laila var ikki við
orsakað av leikbann
inum, hon fekk 10
sekundir áðrenn tíð í
dystinum móti Kyndli
HOnDBÓLTUR
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
VB og Neistin kempa um at
fáa eina finalusessin um
FM, móti Stjørnuni, og
Neistin tóku eitt risafet
nærri hesum veruleika í
gjárkvøldið, tá tær vunnu í
Vági móti júst VB.
Góð byrjan hjá gestunum
Neistin byrjaði sera væl,
og sambært Ásu á Neystabø,
fingu tær verjuna at virka
til fulnar.
Vit løgdu okkum á odda
heili 62, og í veruleikanum
komu VB ongantíð nærri.
Vit snøgt sagt runnu frá
teimum,
sigur
Ása
á
Neystabø, og leggur afturat,
at av tí, at verjan stóð so
stinn, fingu tær runnið
kontra nærum ótarnaðar.
Tættist í oddinum
Við sigrinum løgdu Neista
kvinnurnar seg uppá 16
stig, bert tvey aftanfyri VB,
sum í løtuni liggur til at
hava
finalusessin
móti
Stjørnuni.
VB man tó enn roknast
til at vera favorittur, til at
vinna sær sæti í ársins FM
finalu, um man hyggur
eftir, hvørjar dystir, liðini
hava eftir.
Bæði liðini hava fimm
dystir eftir.
10 min. : 4-7
20 min. : 9-13
40 min. : 14-23
50 min. : 18-26
Málskjúttar:
VB: Daiva Tuomaite 10 (5), Christina Holm 4, Bára K.
Mortensen 3, Monika Samuelsen 2, Theresa Joensen 1,
Miriam Michelsen 1.
Neistin: Nicoleta R. Hansen 7, Unn J. Kragesteen 7, Ása á
Neystabø 5, Anja Heinadóttir 3, Rakul Magnussen 2, Rakul
Augustinussen 2 (2), Elin Holm 1, Helena á Krákusteini 1,
Elin Staksund 1.
Brotskøst: VB 6, Neistin 2
Útvísingar: VB 0, Neistin 3
Dómarar: Hanus Kúrberg & Birgir Sondum
FAKTA
VB-Neistin 22-29 (11-16):
Onki avgjørt enn
Daiva Tuomaite roynir seg her móti Neistamálinum,
og hennara partur lá heldur ikki eftir fyrrakvøldið.
Neistin eru við sigrinum, enn sera væl við í stríðnum
um FM-finalusessin, og onki er avgjørt enn
Kaos á FSFskrivstovuni
Í kvøld er evstamark fyri spælaraskifti hesumegin summarsteðg
in. Og sum vera man er nógv at gera á FSFskrivstovuni, tá fel
øg royna at fáa spæliloyvini upp á pláss í evstu løtu. Kaos’ið
var tó størri enn vant á skrivstovuni hósdagin, tmen hetta komst
av tekniskum ávum. – Ein reim slitnaði í kopimaskinuni hjá
okkum, og tá hon samstundis eisini er fax, fingu feløgini ikki
sent okkum neyðugu pappírini. Og tað skapti sum vera man
nakað av kaos, sigur Ísak Mikladal, aðalskrivari. Nýggj kopi
maskina og nýtt fax varð tó útvegað, so føroysku fótbóltsfeløg
ini hava møguleika at senda neyðugu skjølini inn í dag eisini.
Málveitsla fekk Everton víðari
Everton spældu seg flúgvandi víðari til áttandapartsfinalurnar í
UEFA Cup, eftir at teir vunnu 61 móti norska felagnum Brann úr
Bergen. Aiyegbeni Yakubu úr Nigeria bleiv stóra hetjan, tá hann við
einum hattrikki, hjálpti munandi um møguleikarnar hjá teimum bláu
úr Liverpool. Álopsmakkari hansara, Andrew Johnson fekk eisini
tvey mál, so tað má sigast at hava gingist teimum avbera væl.
Everton knústu Brann út úr kappingini, og eru víðari eftir ein
samlaðan sigur, áljóðandi 81.