fríggjadagur 22. februar 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 108 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Modernað 60’ara
hús í Gundadali
Lagt til rættis: Rigmor Dam
Myndatøka: Jens Kristian Vang
Uppi í veðurgóða Gundadali, beint út til stadion,
búgva Sigrun Danielsen og Regin Jakobsen,
saman við tveimum stórum døtrum og fitta
chihuahua hundinum Stellu. Húsini eru eini
púra vanlig 60’ara hús, lík teimum, flestu
føroyingar búgva í. Hetta er eisini orsøkin til, at
vit hava valt júst hesi húsini: fyri at vísa, hvussu
hugnalig, nútíðarhóskandi og brúkaravinarlig
eini slík hús kunnu vera. Stílurin hjá Sigrun og
Regin er bæði persónligur, praktiskur og
hugnaligur, við nógvum góðum og inspirerandi
hugskotum og loysnum. Saman við kreativum
loysnum, dámar teimum væl klassiskar danskar
designmøblar og góða føroyska list
Regin hevur sjálvur gjørt hvítu oynna, sum býtir køk og
stovu sundur. Hann hevur brúkt tvey vanlig køkselement,
sett síður á, hillar ímillum, borðplátu omaná og málað hvítt.
Oyggin stendur á hjólum, so hon kann flytast
Oranguplantan
saman við
málningum eftir
Øssur Mohr
Ein vakur gluggi út í gongina
Úti í gongini er eitt lítið vindeyga,
sum bæði pyntar og gevur ljós.
Gamli radiatorurin er bygdur inn í
ein fiksan radiatorskjulara
60’ara-sethúsini hjá Sigrun Danielsen og Regin
Jakobsen eru sjeinað upp. Millum annað við einari
stórari terassu út frá køkinum, sum er sum eitt eyka
rúm um summarið. Í kjallaranum hevur Sigrun privata
klinikk við fysioterapi
Kaffi ella espresso – tú velur sjálv