Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-22, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. februar 2008síða 22

‹ fyrra síða allar 108 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 [ Nr. 38 - 22. februar 2008 ] Sjálvt ein lítil oyggj, sum hoyrir til eina aðra sindur størri oyggj vil hava altjóða avbjóðingar til sínar fótbóltsleikarar Fótbóltur Heri Simonsen hersim@post.olivant.fo Umleið 405.000 fólk búgva í maltesiska fullveldisrík­ inum, sum liggur í Miðal­ havinum, norðanfyri Tun­ esia og sunnan fyri Italia. Av hesum 405.000 búgva 31.000 íbúgvar á oynni Gozo, sum liggur vestanfyri Malta. Tá um FIFA­lima­ skap ræður eigur felags landsliðið rættin til at taka lut í EM­ og HM­undan­ kappingum. Ì 1997 vunnu Føroyar tvær ferðir 2­1 á Malta í HM­undankapping. Men nú vilja Gozo­búgvar hava nakrar altjóða avbjóðingar til sínar egnu fótbóltsleikarar. Stovnað í 1936 Fótbóltssambandið í Gozo – hóast ikki limur í FIFA – var stovnað so tíðliga sum í 1936. Á Gozo eru tvær vaksnamannadeildir við 14 liðum. Fótbóltssambandið á Gozo skipar eisini fyri U­ 21 kappingum, kappingum fyri tey yngru, og kappingar fyri kvinnulið. Høvuðsstað­ urin á Gozo eitur Victoria. Har er ein leikvøllur, sum hevur pláss fyri 4.000 áskoðarum. Gozo hevur leikt fleiri dystir ímóti Malta, og hava sum allar­ oftast tapt dyggiliga. Tó liva Gozo­búgvar nógv uppá, at Gozo sigraði 3­2 á Malta í 1996. Kapping í Lapplandi Fótbóltslandsliðið hjá Gozo fer at taka lut í “Viva World Cup”, sum er ein kapping fyri landslið, sum ikki eru limir í FIFA. Kappingin verður norðuri í Lappland­ inum í Svøríki. Teir flestu leikarnir hjá Gozo verða úr Gozo FC, sum hevur spælt í bestu maltesisku fótbólts­ deildini, men orsaka av fíggjarligum óskili blivu teir í Gozo FC tvangsniður­ fluttir til triðjubestu deild­ ina. Gozo­búgvar vóna at kunna yvirtala serban Daniel Bogdanovic, sum fekk maltesiskan ríkisborg­ ararætt í 2002 – og leikti sín fyrsta landsdyst fyri Malta sama árið – at leika við Gozo í kappingini í Lapplandi, sum verður í juli. Bogdanovic hevur konu úr Gozo, og tí halda teir í lokala fótbóltssam­ bandinum, at tað er upplagt, at hann kemur við til Svøríkis. Bogdanovic hevur leikt við Sliema Wanderers, men spælir nú í Seriu C­2 (4. deild) við einum liði, sum eitur Cisco Roma. Millum liðfelagarnar er gamla West Ham og Lazio­ hetjan, Paolo Di Canio. Gozo ætlar eisini at senda landsliðið til kappingina, sum nevnist “Europeada”. Hetta er ein fótbóltskapping fyri evropeiskar minnilutar, og verður hon hildin í Chur í Sveis. Men Viva World Cup í Lapplandi hevur hægstu raðfestingina. Fót­ bóltssambandið vónar, at kappingin kann verða við til at betra støði hjá fótbóltinum á Gozo. Og so vóna allir Gozo­búgvar, at Gozo FC aftur verður at finna í bestu maltesisku deildini um trý ár. Gozo skal spæla landsdystir í Lapplandi Landsliðið hjá Gozo, ið fer til Lapplands í næstum Stórt fótbóltsblað Ókeypis í sosialinum fríggjadagin 28. mars 2008 MilluM annað: Formuladeilsdin, landsliðið, kvinnur, 1. deild og útisetar lýsingarstødd prísur • 1/4 síðu í litum 2.000,- • 1/2 síðu í litum 4.000,- • 1/1 síðu í litum 8.000,- Allir prísir eru uttan mvg lýsingar Ring á tlf. 34 18 00 ella send ein t-post til lysing@sosialurin.fo Lesið -so eru tit við! Fergie keddur av megini hjá agentum Sir Alex Ferguson hevur ákært ávísir leikarar fyri at »vera í lummunum á teirra agentum«, eftir at verjuleikarin Wes Brown noktaði at undirskriva seinasta sáttmálaboðið hjá Manchester United. 28­ára gamli verjuleikarin, ið er fríður agentur í summar, hevur noktað ein sáttmála, ið gevur honum £40.000 um vikuna fyri at verða veranda á Old Trafford, og Alex Ferguson sigur seg harmast um støðuna. – Vit høvdu ikki bjóðað honum sáttmálan, um vit ikki høvdu álit á honum, men leikararnar í dag »liva í lummunum á teirra agentum«, segði United venjarin. – Hetta er ein støða, sum eg harmist yvir. Wes hevur verið her, síðan hann var 12­ára gamal, men eg eri bangin fyri, at sovorðið hevur ongan týdning longur. Agentarnar liva lívið hjá leikarunum, og um man er nøgdur við tað, fær man støðuna, vit nú eru í. Men hetta veit Wes væl, tí hinir leikararnar hava eisini fortalt honum tað, sigur Sir Alex Ferguson.