Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-22, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. februar 2008síða 22

‹ fyrra síða allar 108 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Hugnaligi køkurin er ein gamal snikkarakøkur, sum er málaður hvítur og hevur fingið nýggja borðplátu. Ovaru skápini vóru hillar, men ein snikkari fekk til uppgávu at gera vøkru skápshurðarnar við glasrútum. Eisini síggja vit opið út í grovkøkin, har køliskápið stóð fyrr Avbera gott útsýni við arbeiðsborðið í grovkøkinum Lítla Stella elskar at vera túr við mammu. Allastaðni er hon við, og pinnastill liggur hon í taskuni og eygleiðir umheimin - bæði at keypa inn og á feriu í Spania Miðhæddin í húsinum var upprunaliga innrættað eins og nógv onnur føroysk hús, við uppihaldsstovu, borðstovu, køki og fleiri smáum kømrum. Sigrun og Regin tóku veggirnar niður millum køkin og stovurnar. Síðani tóku tey køliskápið burtur og gjørdu eitt op afturum til eitt lítið kamar, sum síðani varð umskapað til grovkøk Úr køkinum í stovuni er beinleiðis atgongd út í grovkøkin. Hann er innrættaður í einum fyrrverandi kamari, har alt rokaligt køksarbeiðið nú verður fingið frá hondini Hugnaligt og ljóst úti á baðiverilsinum Nýtt og gamalt mixað saman í einum horni Hvíttmálað panelir og pussað trægólv eru í øllum húsinum