Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-22, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. februar 2008síða 24

‹ fyrra síða allar 108 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 38 - 22. februar 2008 Frálíku húsini standa norðuri á Selheyggi við sera góðum útsýni yvir víkina og býin Fyrsta fatanin Fyrsta fatanin, tá ið tú kemur til húsini, er, at her er talan um eini snøgg, eldri hús, ið standa væl fyri ,nærindis miðbýnum. Húsini Húsini eru væl hildin og í góðum standi. Niðasta hæddin er øll innrættað – møguleiki er at gera baðirúm – og kann hon so nýtast til sjálvstøðuga íbúð. Ljós og luft Húsini standa væl fyri. Har er veðurgott, góður sólargangur og stórsligið er útsýnið yvir Klaksvíkina, út á sjógv, norður á Kunoyarnes og eystur í Gravardal. Stílur og snið Stílurin er nýmótans – lættur og ljósur. Øll miðhæddin er gjørd av nýggjum, úr góðum tilfari. Tað er ein fragd at seta innbúgvið inn í slíkar karmar. Tær nýtist einki at gera alt er sum tað eigur at vera. Stórur partur av loftinum er eisini gjørdur av nýggjum. Umhvørvið Húsini standa í friðarligum úmhvørvi, men kortini nær við allar hentleikar. ;g{a†`]h†@aV`hk†`k^eVcdgVbV"ihc^ Fakta Húsini eru í 3 hæddum - hvør hædd er uml. 61,5 fermetrar. Húsini eru stoypt heilt upp, klødd við alminiumsplátum, tann sunnara síðan av húsinum er klødd við timbri í 1994. Húsini vórðu í 1974 endurbøtt. Síðani 2002 eru vindeyguni skift út við plastikk- vindeygu, tey flestu gólvini, fleiri innveggir og hurðar eru eisini skift. Í miðhæddini er gongd, køkur, stova og trappuniðurgongd. Í ovastu hædd- ini er gongd, hjúnarúm, brúsirúm, wc og 4 kømur. Í niðastu hæddini er gongd, køkur/stova og kjallararúm/fýrrum. Húsini hava sera vakurt útsýni yvir Klaksvíkina.