Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-22, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. februar 2008síða 24

‹ fyrra síða allar 108 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 PH lampan Tað tók honum meir 10 ára gransking í ljósinum, men so var hon eisini har umsíðir í 1926: orginala og slóðbrótandi PH lampan hjá danska arkitektinum Poul Henningsen. Hóast PH lampan hevur vunnið eina ørgrynnu av design virðislønum, var tað ongantíð designið í sær sjálvum, sum hevði størstan týdning fyri Poul Henningsen. Poul Henningsen vaks upp í glæmuni frá petroleumslampum. Tá elektriska ljósið vann fram, gjørdi Poul Henningsen tað til sína missión at royna at temja tað. Við støði í glæmuni frá petroleumslampuni er PH lampan sostatt fyrst og fremst ein roynd at gera eina lampu, sum kastar bleytar skuggar og ikki blendar. Í dag finst PH lampan í nógvum ymsum útgávum, so vara teg fyri eftirlíkingum. Fremsta eyðkennið við eini ektaðari PH lampu er framvegis, at hon kann brúkast sum bæði arbeiðs- og lesilampa, uttan at skyggja í eyguni á nakran hátt. Best kendi vasin í designarasøguni man uttan iva vera sonevndi Alvar Alto vasin. Vasin sá fyrstu ferð dagsins ljós á eini framsýning í París 1936, har finski arkitekturin Alvar Alto lat hann inn undir dulnevni. Dúgliga hevur verið gitt, hvaðan Alto hevur fingið íblásturin til sermerkta skapið á vasanum. Onkur vil vera við, at rundleitta, asymmetriska alduskapið er ein endur- spegling av finska landslagnum og mongu finsku sjógvunum. At pápi Alto teknaði kort av landsløgum alt sítt lív, tykist at hava stuðlað uppundir hesar gitingar. Í øllum førum er úrslitið ein vasi, har blómurnar kunnu skipast á óvanligar og individuellar hættir, ið ivaleyst hevur gjørt sítt til, at Alvar Alto vasin hevur verið so væl umtóktur hjá fleiri ættarliðum. Sjálvur sýtti Alto avgjørdur at leggja fólki lag á, hvussu blómurnar skuldu setast í vasan. At hvørt blómutyssið í vasanum fekk sín persónliga dám var nevnliga altíð partur av sjálvum hugskotinum. Design søgur Alvar Alto vasin Hvussu nógv munnu vera greið yvir, at kitsjuta, litfagra kulttelefonin við skapi sum eitt telefonhorn er framleidd av hámodernaðu fyritøkuni Ericsson? Og ikki bara tað – einaferð var Ericofonin, sum hon faktiskt eitur, nakað av tí mest modernaða, tú kundi hugsað tær. Kravið til designið var, at gera eina lætta og lítla telefon, sum hartil var var løtt at brúka. Í 1954 kom so fyrsta Ericofonin á marknaðin og vóru tað sjúkrahús, ið serliga tóku nýggju telefonina til sín. Ein telefon, har alt var samlað í einum, var nevniliga munandi lættari at brúka hjá seingjarliggjandi sjúklingum, enn telefonir annars vóru. Framleiðslan av Ericofonini steðgaði í 1972. Ert tú kortini so heppin at fáa bjóðað eitt av upprunaligu modellunum, kostar hon tær á leið 1200 kr. So ert tú eisini av álvara inni í Ericofon-hitanum og kanst sleppa at reypa tær av henni í onkrum av Ericofon fjepparabólkunum á netinum Ericofonin Lagt til rættis: Anna V. Ellingsgaard Super-Ellipse borðið Tað byrjaði við eini rundkoyring og endaði við kenda Super- Ellipseborðinum hjá matematikaranum og filosoffinum, Piet Hein, í 1968. Tvey ár framman undan hevði Piet Hein fingið til uppgávu at tekna eina rundkoyring til Sergels torgið í Stockholm. Piet Hein gjørdi av at geva rundkoyringini ellipseskap, sum hann fekk hug at menna víðari í onkrum líki. Har frá setti matematiska geniið sær fyri, at finna fram til tað vakrasta skapið ímillum rektangulin og ellipsuna. Eftir nógvar og fløktar útrokningar, varð úrslitið eyðkenda Super- Ellipsuborðið. Sermerkta skapið gav skjótt íblástur kring allan heim til alt frá parkeringsplássum og skýskavarum til Olymiska Stadionið i Meksiko City í 1968 og gav frytnliga danska filosoffinum pláss á forsíðuni í amerikanska tíðarritinum Life Magazine. Í 2005 vórðu 1000 talmerkt Super- Ellipseborð send á marknaðin fyri at hátíðarhalda, at Piet Hein tá hevði fylt 100 ár.