fríggjadagur 22. februar 2008síða 25
‹ fyrra síða allar 108 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Nr. 38 - 22. februar 2008
Íbúð – undir Kongavarða, Argir
Frálíka íbúðin undir Kongavarða er 102 m2 til støddar og
harafturat er felagsøki, trappugongd og lyfta. Íbúðin, sum
er í gerð, er sera snøgg, væl gjørd og úr besta tilfari. Hon
er væntandi liðug síðst í 2008. Har er trappurúm / lyfta,
inngongd, gongd / forstova / garderoba, baðirúm /
vaskirúm, køkur, borðstova / stova við útgongd til svala,
hjúnarrúm við útgongd til svala og kamar. Íbúðin liggur í
friðarligum, náttúruvøkrum og barnavinaligum umhvørvi
við góðum tilplantaðum felagsøki, spæliplássi, sparkivølli
og góðum parkeringsøki. Íbúðin er á 3. hædd og hevur
panoramaútsýni yvir alla Havnina, Nólsoynna og førðin.
Prísuppskot: kr. 1.755.000,00
Raðhús undir Kongavarða, Tórshavn
Innilokaðu raðhúsini eru í 3 hæddum – í alt 209 m2. Harafturat er bilskýli. Húsini verða gjørd liðug uttan, og alt verður
gjørt liðugt uttan um húsini. Húsini eru klár til yvirtøku uml. 1. oktober 2008. Hetta er gjørt við yvirtøku: Miðhæddin:
Betondekk er lagt í, trappuveggirnir eru beton, baðirúmið er sett inn, innleggingar eru gjørdar klárar eftir okkara
tekningum og dósir settar upp, vatn-, hitarør og ljósleiðari er lagt inn, har bryggersið er ætlað at vera. Ovasta hædd:
Betondekk er lagt í, trappuveggurin er beton, baðirúmið er sett inn, innleggingar eru gjørdar klárar eftir okkara
tekningum og dósir settar upp, loftið er bjálvað og klárt at revla til gipsklædning. Niðasta hædd: Gólvið er stoypt,
trappuveggirnir eru beton, innleggingar eru gjørdar klárar eftir okkara tekningum og dósir settar upp. Søkjast kann um
afturrindan av mvg. tó í mesta lagi kr. 150.000,00. Húsini standa í friðarligum og barnavinaligum umhvørvi og hava sera
gott útsýni yvir alla Havnina, Nólsoynna og førðin.
Prísuppskot 2.297.000,00
Vit hava stóran eftirspurning eftir húsum.
Hevur tú hug til at selja?
– Vinaliga, set teg í samband við okkum
Sethús : Grønlandsvegur 60, 100 Tórshavn
Hugnalig sethús við stórum ”atelieri” og garasju. Húsini
eru í einari hædd á 167 fermetrar og hartil er garasja á 25
fermetrar. Húsini eru klødd við timbur, hava trævindeygu
og aluminiumtak. Har er inngongd, durur, gongd, 2 wc,
stova, køkur, bryggers, hjúnarrúm, stórt baðirúm við
brúsu og baðikari, 2 kømur, atletier, og hjallur. Húsini eru
væl egnað til bústað eins og til vinnuligt endamál so sum
teknistovu o.a. Urtagarður er niðanfyri húsini, sum standa
stutt frá miðbýnum við sera góðum útsýni yvir Havnina
og Nólsoyarførð.
Prísuppskot : 2.500.000,00
Sethús : Folagerði 5, 100 Tórshavn
Húsini eru í einari hædd á 100 fermetrar. Grundøkið er
698 fermetrar. Byggiár 1960/2003. Húsini eru gjørd av
nýggjum frá 2003 til 2008. Tað einasta, sum stendur eftir
av tí gamla húsinum, er grundin, undirsløgini, sperrurnar
og ketilin. Tað er drenað av nýggjum bæði frammanfyri
og aftanfyri húsini, umframt at alt er steinsett av nýggjum
omanfyri húsini. Allar rørinnleggingar eru eisini gjørdar
av nýggjum, og oljutangin er skiftur. Húsini eru stoypt
heilt upp, klødd við timbri, hava trævindeygu og dekra-
tak. Innrætningur: durur, fýrrúm/ vaskirúm, gongd,
baðirúm, køkur/ stova og 2 kømur. Núverandi eigarar
hava fingið játtandi svar at byggja út omanfyri húsini.
Húsini standa í sera veðurgóðum umhvørvi.
Prísuppskot : 2.500.000,00
Sethús - Argjavegur 41B, 160 Argir
Húsini eru í 3 hæddum, miðhædd og kjallari 67 m2 hvør,
umframt óinnrættað loft uml. 35 m2. Grundøkið er 543
m2. Í miðhæddini eru nýmótans køkur, stova, 2 kømur,
baðirúm, gongd, hjallur og vindfang. Í kjallarahæddini er
sjálvstøðug íbúð við køki, stovu, kamari, baðirúmi og
gongd, umframt kjallara-/fýrrúm. Loft sum er óinnrættað
kann innrættast. Húsini eru í góðum standi, standa í
friðarligum, barnavinarligum og veðurgóðum umhvørvi,
og hava rímiligt útsýni. Byggiár: 1964
Húsini verða seld um hóskandi boð fæst.
Virkisbygningur Húsagarður,
513 Syðrugøta
Talan er um Køstin í Syðrugøtu, sum er ein stoypt grund
– 209 fermetrar – sum stendur oman móti sjóarmálanum.
Møðuleiki er at gera ein kantórbygning omaná grundina
og loyvi er til tað.
Prísuppskot : 295.000,00
Sethús : Mouritsarvegur 1, 188 Hoyvík
Húsini eru í 2 hæddum – samlað búvídd uml. 230
fermetrar og ein krúpikjallari á 40 fermetrar umframt ein
garaga á 40 fermetrar. Grundøkið er 538 fermetrar.
Byggiár: 1983. Húsini hava hava stoypta grund, eru klødd
við timbur, hava trævindeygu og jarntak. Í ovaru hædd er
inngongd, durur, wc, køkur, stova við brenniovni, gongd,
hjúnarrúm, baðirúm og 2 kømur. Í niðaru hædd er
inngongd, kamar, baðirúm, stova, vaskirúm / kjallararúm,
hjallur og krúpikjallari / fýrrúm. Garður og urtagarður er
runt húsini. Húsini hava gott útsýni og góðar parkerings-
møguleikar.
Prísuppskot : 2.600.000,00
Tvíhús Skopun, Skopun.
Húsini eru í 3 hæddum - samlað búvídd uml: 126
fermetrar. Grundøkið er uml: 72 fermetrar. Byggiár : 1920-
unum. Húsini hava stoypta grund, klødd við zink plátum
og træ, hava trævindeygu og jarn tak. Í miðhæddini er
gongd, baðirúm, køkur/ stova og kovi. Í ovastu hæddini er
gongd og 2 kømur. Í niðastu hæddini er kjallararúm/
fýrrúm.
Prísuppskot: 400.000,00
Sethús : Oysvíksvegur 12, Viðareiði.
Húsini eru í 2 hæddum - samlað búvídd uml. 270
fermetrar íroknað garasju í niðara hæddini. Grundøkið er
uml: 610 fermetrar. Byggiár: 1972. Húsini hava hava
stoypta grund, eru klødd við plastikk plátum, hava
trævindeygu og jarntak. Í ovaru hædd er gong, køkur, stór
stova, baðirúm, hjúnarrúm og 2 kømur. Í niðaru hædd er
gong, 2 kømur, goymslurúm, arbeiðsrúm, fýrrúm, hjallur
og garaga. Giring við grasplenu er kring húsini. Húsini
standa í friðarligum og natúrvøkrum umhvørvi..
Prísuppskot :1.100.000,00
Grundstykki Velbastaður – 176
Velbastaður
Grundstykkið liggur í nýggjari útstykking, klárt er at fara
undir at planera, møguleiki er at verða við í eini felags
planerin. Stykkið liggur innast á blindvegi. Nýggi
býlingurin liggur omanfyri bygdina Velbastaður, sum er
ein gomul bóndabygd, útsýnið verður púra frítt, omanyvir
gomlu bygdina, út á Hestur, Koltur og Sandoynna.
Tætt við dagstovn, skúla og busstoppistað
Summarhús Leynar – 335 Leynar
Húsini eru bygd síðst í 70-unum, uml. 50 fermetrar í einari
hædd við krúpikjallara. Grundøkið er 412 fermetrar.Húsini
eru innrættaði soleiðis, gong, stova og køkur í einum,
kamar pláss til 4 seingjarpláss, wc/brúsa og goymslurúm/
hjallur. Tey seinastu árini eru umvælingar gjørdar, so sum
bjálving, nýtt gólv í stovu og køki, hava eisini fingið
miðstøðuhita. Út frá stovuni er stór altan hvar tú hevur
gott og vakurt útsýni oman á sandin og í allar ættir.
Húsini liggja í fremstu røð í summarhúsaøkinum, beint
við hugnalig løkju og parkeringspláss.