fríggjadagur 22. februar 2008síða 25
‹ fyrra síða allar 108 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Gulleggið
Heimskendi stólurin Eggið heldur 50 ára
føðingardag í hesum døgum. Og fyri at
staðfesta, at arkitekturin Arne Jacobsen hevði
lagt onki minni enn eitt designara gullegg, tá í
1958, eru 999 gylt Egg júst send út í útvaldar
handlar.
Fyri fyrstu ferð fæst stólurin nú í
sjokulátalittum ruskinni og leðri við stelli úr
hondpussaðari bronsu, sum fær ein serliga
vakran ellisdám við tíðini.
Øll 999 Eggini eru gjørd í sama liti og tilfari. Á
hvørjum einstøkum stóli
er eitt unikt nummar
graverað undir setrinum
saman við einum
stuttum teksti, ið sigur
søguna um Eggið hjá
Arne Jacobsen.
Upprunaliga var Eggið
partur av innbúgvinum,
sum Jacobsen teknaði til
SAS Hotel Royal í
Keypmannahavn. Tankin
við stólinum var, at við
snarimekanismuni, kann tann,
ið situr í honum, sjálvur velja,
hvønn ella hvat, hann vil vísa sítt
uppmerksemi. Ella hann kann velja at
venda øllum bakið og hvørva inn í
sermerkta designið, sum inn í eitt hylki.
Eitt ekta Gullegg kostar 81.250 krónur.
Upplivingin av at sita í einum Eggi kann tó
gerast eitt sindur bíligari, um tú skrivar teg
inn á kamar nummar 606 á SAS Royal
Hotel. Tað er nevniliga einasta kamarið á
hotellinum, sum framvegis er innrættað við
upprunaligu Arne Jacobsen møblunum.
Poeturin
Hóast hon er komin til pensjónsaldur, er
hon framvegis líka eiggilig, mjá og mjúk,
sum tá arkitekturin Finn Juhl legði sína
seinastu kínandi hond á Poeten sofuna í
1941. Tað sigst at við rundleitta, mjáa
skapinum, ynskti arkitekturin at tekna
tátíðarinnar frælsu list inn í danskar møblar,
sum annars vóru eyðkendir av beinum og
køldum linjum.
Ein minni romantisk útgáva av søguni vil
vera við, at Poeten var ein praktisk
neyðloysn, tá Finn Juhl skuldi innrætta sína
stovu, sum var so evaska lítil, at vanligar
sofur ikki rúmaðust í henni.
Onnur halda uppá, at arkitekturin fekk
íblástur til sofuna frá kendu teknirøðini
”Poeten”, sum enn er at finna í danska
vikublaðnum Hjemmet. Staðfestast kann í
øllum førum, at tá teknirøðin varð
filmatiserað í 1959, sótu og lógu leikararnir
í design-møblum hjá Finn Juhl – millum
annað í Poeten sofuni.
Ein ektað Poeten hevur framvegis
hondseymað betrekk og bein úr teak. Vilt tú
hava eina slíka í stovuni, skalt tú av við
einar 45.000 krónur.