fríggjadagur 22. februar 2008síða 26
‹ fyrra síða allar 108 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 38 - 22. februar 2008
tíðindi
Per Zachariassen úr Hoyvík er mest eftir
spurdi sjónvarpsframleiðslustjóri í Dan
mark í løtuni. Hann hevur ábyrgd av
Xfactor í bestu senditíð á DR1
Tað er ikki ein og hvør sjónvarpsframleiðari,
ella produsari, sum hevur høvuðsábyrgdina
í bestu senditíð beinleiðis á DR1 í nýggja
DR-býnum. 38 ára gamli hoyvíkingurin Per
Zachariassen er mest eftirspurdi, og telist
millum allarfremstu sjónvarpsprodusarar í dans-
ka ríkinum. Hann hevur frá barnsbeini havt áhuga
í at framleiða sjónvarpsendingar og starvaðist í SvF
frá hann var 16 ár, til hann var 20 ára gamal. Per
flutti til Danmarkar í 1990 og bleiv útlærdur á Den
Danske Filmskole í 1994. Síðan hevur hann starvast
hjá Danmarks Radio og TV2.
Blu er milliónafyritøka
Í 2002 stovnaðu Per Zachariassen og Henrik Hancke
Nielsen egið virki, ið nevnist Blu. Blu er í dag ein av
teimum størstu framleiðslufyritøkunum í Danmark. Blu
umsetur fyri yvir hundrað milliónir krónur árliga. Sjálv
um virkið í dag er selt fyri eitt tilboð, sum ikki kundi
avvísast, so starvast Per framvegis sum framleiðari hjá
Blu. Per hevur starvast við sendingum sum Transit,
Vladimir & Kennedy, Den Store Klassefest, Venner For
Livet, Stjerne for en aften, Endelig Fredag, Showtime, X-
Factor og Giv Mig Fem, sum er á veg.
X-faktor
Klokkan nærkaðst átta fríggjakvøld, og stillisliga spákar
Per inni í studio, har upptøkan verður. Hann prátar og
heilsar uppá ymisku starvsfólkini, sum eru klár á ymiskum
starvsøkjum. Aðallroyndin er yvirstaðin, og dagarnir í
vikuni fóru við at leggja ætlanir, fundum og við at royna
ymiskt. Klokkan er um at vera átta, og Per sessast í stólinum
miðskeiðis í kontrolrúminum millum 10 onnur, sum sita
við kommunikatión, backup og øðrum. Besta senditíð er,
og bert eitt er í huganum á Peri: Góðska SKAL vera í
hásæti, undirhald og innihald. Tað snýr seg um timing, nær
hvørt av ymisku upptøkutólunum skal veljast
framum annað, forritan av myndatólum er gjørd
og improvisatión fer kortini fram - samstundis
sigur Per i lítlu mikrofonina við ymiskar
myndamenn hvat teir skulu gera, eisini boðar
hann ljóðmonnunum frá at vera klárir.
Kvinnuligi verturin fær at vita, at hon
bert skal spyrja ein spurning, tí beinleiðis
tíðïndi eru á veg, og umleið 150 onnur ting
skulu eisini sigast og greiðast í oyrasnigilin
hjá teim 100 ymsu starvsfólkunum. Hvør
segði, at hetta skuldi vera lætt..? Onki pláss er
til at gera misstøk og missa hyggjarar, tí
kapparføri millum nógvu sjónvarpsrásirnar í
Danmark er alfa og omega.
Tá sendingin er liðug, anda starvsfólkini út, adrena-
lini fellur, tey reisast spakuliga, eftirmeta eitt sindur
og øll tykjast at vera sera glað, tí tað gekk væl, sum so
ofta áður. Per koyrir meg út úr kontrolrúminum, tí hann
kanska skal siga okkurt neyðugt og persónligt við
onkran. Síðan sæst hann aftur, tá hann vitjar ymisku
teknisku bólkarnar, og eftirmetir stutt. Hitin í upptøku-
hølunum er farin nógv stig upp, síðan klokkan var 20.
Ein óalmennur vertur letur myndafólk og blaðfólk gera
seg liðug, áðrenn hesin takkar gestum fyri innsatsin.
Pressufundur er ávegis aftanfyri í einum miðalstórum
høli, har okkurt lætt er til gánan.
Hørð kapping
Per byrjaði við X-Factor fyri fáum vikum síðani, og ikki
kann sigast annað, enn at undirhaldið er í hásæti og at
kappingin er hørð millum tey 2000, sum byrjaðu at syngja
í X-Factor í Danmark. Eisini er hørð kapping millum sjón-
varpsrásirnar, har Gallup mátar næstan 1,5 milliónir
hyggjarar hjá X-Factor á DR1, og tað fær avleiðingar fyri
onnur, nú seks partar eru eftir av X-Faktor. Sjónvarpsrásin
og kappingarneytin TV2 skuldi eftir ætlan senda "Varm På
Is" samstundis, men mátti viðganga, at galið var hjá teimum
longu hetta seinasta fríggjakvøldið vegna ov vánaligt hyggj-
aratal. TV2 bukkaði undir, og boðaði sínum hyggjarum frá,
at TV2 flutti sína ætlaðu sending til aftaná X-Factor, og tað
sigur ikki so lítið.
Lagt til rættis:
Edmund S. Jacobsen
Dagfinn Olsen
Myndir:
Edmund S. Jacobsen
Høvuðsprodusarin Per
Zachariassen hevur evstu ábyrgd
meðan DR1 sendur beinleiðis
frá nýggja DR-býnum næstu 6
fríggjakvøldini.
Føroyingur
stýrir X-factor