hósdagur 14. juni 2001síða 2
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 111 - 14. juni 2001
Nr. 111 - 14. juni 2001
3
gult2 cyan2 magenta2 svart2
gult3 cyan3 magenta3 svart3
Ring 20 20 20
Fýra føroyskar verk-
ætlanir hava fingið
stuðul frá Norður-
lendska Mentanar-
grunninum
MENTAN
Turið Kjølbro
Á fundi í Norðurlendska
Mentanargrunninum mána-
dagin í Umeå, vórðu 11,6
mió. krónur játtaðar til
norðurlendska
mentan.
Játtanin er lutað til 112
verkætlanir í Norðurlond-
um og í útlondum. Ikki
færri enn 340 umsóknir
komu inn til eitt virði av 68
mió. danskar krónur.
Føroysku verkætlanirnar,
sum fáa stuðul, eru fýra í
tali.
Sjónleikarbólkurin
Gríma fær 200.000 krónur
til at framføra verkið Mac-
beth í Føroyum. Tikið stig
til framførsluna hevur Hans
Tórgarð, sjónleikari. Leik-
ararnir koma úr Noregi,
Svøríki, Finnlandi og Før-
oyum.
- Hetta eru leikarar, eg
havi gingið í flokki saman
við í Finnlandi, sigur Hans
Tórgarð.
Venjingarnar
byrja
í
summar og sýningarnar
vera í februar næsta ár,
fyrsta á Gamla Meiarínum
og síðani fer leikurin út at
ferðast. Leikstjórin verður
helst Cezarijus Grauzinis úr
Litava.
Umframt henda forkunn-
uga leikin, fær Føroyska
listastevnan, sum verður
fyriskipað á fyrsta sinni í
ár, 250.00 krónur. Nógv
sera forkunnugt verður á
skránni. Eitt nú Palle
Mikkelborg, sum vann tón-
leikavirðislønina hjá Norð-
urlandaráðnum í ár, Usen-
kev framførir Don Juan fra
Tranehuset um lívið hjá
Williami Heinesen, Ras-
mus Lyberth úr Grønlandi
syngur og spælir, og annað
mangt.
Symposium um føroyska
listamannin Mikines fær
90.000 krónur. Stevnan
verður í sambandi við árs-
fundin hjá Nordisk Kunst-
nerforbund, sum verður
hildin í heimbygd Mikines-
ar Mykines.
Norðurlendska sjónleik-
araskeiðið fyri ung, sum fer
at savna hálvt hundrað ung-
fólk í aldrinum 16 til 25 ár
úr norðurlondum, umframt
Føroyum, Grønlandi og
Álandi fær 150.000 krónur.
Í tíggju dagar fara professi-
ónell at undirvísa í sjón-
leiki. Tað er Forbundet for
Arbeidernes Teaterscener,
sum skipar fyri.
Seinastu tíggju árini er
talið á umsóknum til Norð-
urlendska Mentanargrunn-
in økt. Økingin í nítiárun-
um hevur verið 50 prosent
meðan játtaðar umsóknir
eru øktar við 25 prosentum.
Í fjør komu umsóknir til
grunnin til eitt virði av 160
mió. donskum krónum. Ár-
liga
fíggjarætlanin
hjá
grunninum er 26 mió.
krónur. Føroyska umboðið í
Norðurlendska Mentanar-
grunninum
er
Jóannes
Dalsgaard, deildarstjóri í
Mentamálastýrinum.
- Ístaðin fyri at spara
á psykiatrisku deild-
unum á Landssjúkra-
húsinum, eigur
játtanin at verða økt.
Fíggjarstøðan í Før-
oyum er nógv broytt
síðani byrjað varð at
lata deildir aftur,
sigur Svenning av
Lofti, formaður í
Sinnisbata
SINNISBATI
Turið Kjølbro
Sinnislíðandi eru framvegis
við skerdan lut, tá ið tað
snýr sum deildir, ið verða
latnar aftur á Landssjúkra-
húsinum. Í kreppuárunum
vórðu psykiatrisku deildir-
nar stongdar ávís tíðarskeið
á árinum fyri at spara
pengar. Felagið Sinnisbati,
sum arbeiðir til frama fyri
at bøta um korini hjá teim
sinnisbrekaðu í Føroyum,
heldur, at tíðin er farin frá
hesum afturlatingunum.
- Hetta hevur verið søga,
sum hevur endurtikið seg í
fleiri ár vegna sparingar.
Men hóast vit hava mót-
mælt hesi steingjan, verður
hetta framvegis gjørt, eisini
í summar, tá ið deildir hava
verið og verða stongdar
hóast fíggjarstøða Føroya
er púrasta broytt frá tí, at
stongjan av heilum deildum
byrjaði fyrst í nítiárunum.
Psykiatriska
økið
er
frammanundan illa fyri.
Ístaðin fyri at spara á
hesum
øki,
átti
meiri
peningur at verðið játtaður,
tí tilboðini til psykisk sjúk
eru ógvuliga avmarkað.
Eitt nú átti ein reglulig
samtaluterapi staðið øllum
sjúklingum í boði. Hetta er
rættiliga vanligt í granna-
londum
okkara.,
sigur
Svenning av Lofti, for-
maður í Sinnisbata í for-
mansfrágreiðing síni.
Í álitinum um bústaðar-
tørv hjá teim sálarsjúku,
sum varð handað lands-
stýrismanninum í almanna-
og heilsumálum í vár, sigur
Sinnisbati, at psykiatriska
deild má fáa størri fíggjar-
játtan, soleiðis at heilar
deildir ikki framhaldandi
verða stongdar fleiri ferðir
um árið sum tað hevur
verið gjørt. Hetta er ikki
virðiligt fyri sjúklingar, er
ørkymlandi og darvandi
fyri viðgerðina, verður
sagt.
Bjarni Restorff, tóna-
smiður, hevur givið
út trý nótahefti
MENTAN
Turið Kjølbro
Bjarni Restorff, tónasmiður
og kórleiðari, hevur á
egnum forlag givið út trý
nótahefti. Talan er um
nótarnar til yrkingarnar
Regn og Orðini eftir Róa
Patursson fyri blandað kór
og capella. Umframt hevur
hann givið út latínskan
sálm. Í fororðunum skrivar
Bjarni Restorff, at fyri gott
og væl tveimum árum
síðani heitti Oddvør Johan-
sen, sum er organistur í
Havnar Kirkju, á seg um at
skriva eitt musikkstykki til
kirkjuna. Fremst í huganum
hjá Oddvør lá allarhelst
ólavsøkan. Bjarni fór at
leita í gomlum tilfari frá
miðøldini, millum annað í
sanginum “LUX ILLUXIT
LAETABUNDA”,
sum
sigst vera frá hond Ólavs
Hins Heilaga. Men hesin
teksturin var alt ov langur,
og neumurnar høvdu ikki
teir musikalsku eginleikar,
sum hann leitaði eftir.
Eginleikarnar fann hann
hinvegin í latínska sálmi-
num PSALMUS CXXIX,
sum kann brúkast til eitt-
hvørt høvi. PSALMUS
CXXIX pro choro mixto
vel choro puerorum viror-
umque ella sum hann eitur
á føroyskum: sálmur 129
fyri
blandað
kór
ella
dreingja- og manskór.
Hesi trý nótaheftini fáast
til keyps í bókabúðunum.
PSALMUS CXXIX kostar
60 krónur, Orðini 50 krónur
og Regn 60 krónur.
Slakar 700.000 krónur til føroyska mentan
Sinnislíðandi enn við skerdan lut
- Ístaðin fyri at spara innan
psykiatriska økið, átti meiri
peningur av verðið játtaður.
Eitt nú tørvar psykiatrisku
deildunum á
Landssjúkrahúsunum stórar
ábøtir, sigur Svenning av
Lofti
Trý verk í nótum
Myndatekstur: Hans Tórgarð, sjónleikari í Grímu, hevur tikið stig til at framføra leikin
Macbeth í Føroyum
Bjarni Restorff, tónasmiður
C
M
Y
K
3
2