hósdagur 14. juni 2001síða 2
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 112 - 15. juni 2001
Nr. 112 - 15. juni 2001
3
gult2 cyan2 magenta2 svart2
gult3 cyan3 magenta3 svart3
Tryggingarfelagið
Føroyar er nú farið
undir fígging av
bilum og tekur harvið
kappingina upp við
peningastovnarnar
innan bilfígging.
Rentan er 7,25 % fyri
øll lán, og hon er væl
lægri enn í peninga-
stovnunum. At Trygg-
ingarfelagið Føroyar
er farið undir bilfígg-
ing er aftursvar til, at
Føroya Banki í sam-
starvi við Trygd fór
undir at veita trygg-
ingar
FÍGGING
Stefan í Skorini
– Konseptið hjá okkum er,
at kundin fær fíggingina á
bilasøluni,
skjóta
av-
greiðslu og einfaldar láni-
treytir. Kundin skal ikki
kredittmetast sum í pen-
ingastovnunum og fær eina
bíliga fígging. Soleiðis
dregur Gunnar í Liða
samanum.
Tryggingarfelagið Føroy-
ar, risin í føroyska trygg-
ingarheiminum, er farið
undir bilfígging, sum er
væl bíligari enn tær fígg-
ingar, ið frammanundan
vóru
á
marknaðinum.
Tryggingarfelagið fer har-
við undir nýtt virkisøki, har
felagið fer at veita bilfígg-
ing á sjálvari bilasøluni.
Á tíðindafundi hósmorg-
unin varð komið fram við
nýggja átakinum. Gunnar í
Liða,
forstjóri,
Mortan
Poulsen, stjóri, og Henry
Olsen av marknaðardeildini
vóru til staðar.
Tá bilurin verður keypt-
ur, verður skipað fyri fígg-
ingini á bilasøluni, sum
hevur beinleiðis samband
við tryggingarfelagið gjøg-
num internetið. Tað tekur
einar tveir tímar at fáa lánið
í lag. Fyrimunurin við hes-
um er, at keyparin sleppur
frá at fara í ein peninga-
stovn at fáa fígging, vísir
Tryggingarfelagið á.
Rentan til øll lánini er
7,25 %, og hetta er lægsta
rentan á marknaðinum í løt-
uni. Rentan liggur føst og
verður ikki stillað eftir,
hvussu stórt útgjaldið er. Í
peningastovnunum verður
rentan løgd eftir, hvussu
nógv keyparin kann leggja
á borðið beinanvegin.
Í Føroya Banka er rentan
ymisk alt eftir útgjaldinum.
Um útgjaldið hjá kundan-
um er 30%, er rentan
9,75%. Er útgjaldið 40%,
er rentan 8,75%. Um út-
gjaldið er 50%, er rentan
8%.
Tó eru nakrar treytir við
lánsveitingini hjá Trygg-
ingarfelagnum. Lán verða
ikki veitt til keyp av bilum,
ið eru eldri enn sjey ár, og
lánsupphæddin
er
ikki
omanfyri 70%. Kundin
hevur í mesta lagi sjey ár at
gjalda lánið aftur.
Endamálið at vinna
pening
Gunnar í Liða, forstjóri á
Tryggingarfelagnum, sigur,
at høvuðsendamálið hjá
felagnum er at forvinna
pening í sambandi við
bilfíggingina.
– Hetta er ein nýggjur
inntøkumøguleiki hjá okk-
um, og vit vita, at lán í bil-
um verða oftast goldin aft-
ur, sigur Gunnar í Liða.
Felagið
hevur
eisini
kannað bilamarknaðin í
Føroyum. Í dag eru 15.000
privat akfør á føroysku veg-
unum, og meira enn helm-
ingurin er eldri enn fimm
ár. Tí væntar felagið, at før-
oyingar framhaldandi fara
at skifta bilarnar út, og har-
við er tørvur á bilfígging.
Tað er væl eingin loyna,
at felagið eisini væntar sær
at fáa nakrar fleiri bila-
tryggingar, og soleiðis fáa
tvey fyri eitt.
Til øll
Henda bilfíggingin er til
allar føroyingar, ið ynskja
fígging til keyp av bili. Ein
kundi kann væl hava sína
trygging í Trygd, men
fíggja bilin í Tryggingarfel-
agnum Føroyar.
– Tað hevði verið býtt av
okkum at steingja ein part
av inntøkukelduni úti, men
hinvegin so eru tey flestu
kundar her hjá okkum, sig-
ur forstjórin.
Felagið hevur arbeitt við
at fyrireika bilfíggingina í
eitt hálvt ár, og allar tær
stóru bilasølurnar hava
fingið telduskipanina. Tað
verður marknaðardeildin,
ið fer at umsita bilfígging-
ina, og í tí sambandi er Pet-
ur Elias Petersen settur í
starv. Hann hevur arbeitt í
fleiri ár hjá Føroya Banka.
– Vit rokna við góðari
undirtøku, og vit meta uttan
iva, at vit kunnu forvinna
pening frá hesum.
Tryggingarfelagið hevur
fyrr veitt kommunum og
stovnum fígging, men hetta
er fyrstu ferð, at felagið
leggur seg úti privata fígg-
ing.
Jørn Astrup
Hansen, stjóri í
Føroya Banka, er
ikki bilsin, nú
Tryggingarfelagið
er farið undir at
veita bilfíggingar.
Hann vísir á, at
fleiri bjóða
bilfíggingar, og um
tað er ein fleiri,
broytir ikki
gerandisdagin
almikið
FÍGGING
Stefan í Skorini
– Det kommer ikke bag
på mig, sigur Jørn
Astrup Hansen, um at
Tryggingarfelagið Før-
oyar er komið inn á fígg-
ingarøkið hjá bankan-
um. Tað var tískil vænt-
andi, at Tryggingarfel-
agið fór at svara aftur, nú
bankin saman við Trygd
er farin at veita trygg-
ingar.
Astrup
sigur,
at
frammanundan eru so
nógv, ið veita bilfígging-
ar, og tí er hetta eingin
kollvelting.
Stjórin sigur, at Før-
oya Banki ikki hevur
nakað
aftursvar
til
nýggja átakið beinan-
vegin, tí tey hava ikki
hoyrt um hetta fyrr enn
nú.
– Marknaðurin er nógv
merktur av kapping, har
nógvir útbjóðarar eru,
men hetta ræðir okkum
ikki nakað serligt.
Astrup er ikki
tikin á bóli
Tryggingarfelagið bjóðar
bíligari bilfígging
Mortan Poulsen,
vinstrumegin, og Gunnar í
Liða eru sannførdir um at
forvinna pening uppá
bilfíggingarnar
Mynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
3
2
Móttøka á
Arbeiðseftirlitinum
Í samband við at stjórin, Eli Davidsen,
leggur frá sær vegna aldur og at eftirlits-
maðurin, Eilev Lindberg, gevst við sínum
virksemi fyri Force Instituttet og Arbeiðs-
eftirlitið, verður móttøka á Arbeiðseftirlit-
inum, Falkavegur 6, Tórshavn,
fríggjadagin 22. juni 2001
frá kl. 14.00 - 17.00.
Samstundis verður høvi hjá okkara við-
skiftafólki at síggja nýggju hølini hjá
stovninum.
Arbeiðseftirlitið