Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-06-14, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. juni 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 111 - 14. juni 2001 Nr. 111 - 14. juni 2001 5 gult4 cyan4 magenta4 svart4 gult5 cyan5 magenta5 svart5 Einasta blaðprent- smiðjan í Føroyum verður útbygd í hesum døgum BLAÐPRENT Eirikur Lindenskov Tey, ið lesa Sosialin, hava lagt til merkis, at blaðið seinastu dagarnar hevur verið heldur »óruddiligari«, enn blaðið plagar at vera. Orsøkin er, at stór um- bygging fer fram á Prent- miðstøðini, sum Sosialurin og Dimmalætting eiga í felag. – Í løtuni eru vit í ferð við at seta upp eitt nýtt fýra- høgt littorn, sigur Eyðun Húsgarð, stjóri á Prent- miðstøðini. Hetta tornið er tann parturin av prent- smiðjuni, sum kann prenta átta síður í Sosialstødd í litum – við góðari dygd. Sum nú er ber til at prenta átta síður í Sosialinum í litum. Við at »snýta« eitt sindur, ber til at prenta 12 síður, men tá er góðskan ikki heilt í lagi. Tá útbyggingin er liðug, ber til at prenta 16 síður í Sosialinum í litum í bestu dygd. Prentsmiðjur lagdar saman Nógv er broytt innan blað- prent í Føroyum seinastu árini. Fyri einum ári síðani vóru tvær rotatiónsprent- smiðjur í Føroyum, ein á Sosialinum og ein á Dimmalætting. Men fara vit eitt sindur longur aftur, so vóru uppaftur fleiri prentsmiðjur, sum prentaðu bløð. Dagblaðið hevði sína egnu rotatión, sum fórt í eldinum í 1989, og Fjúrt- andi September hevði egna prentsmiðju, tá blaðið hevði til húsa í Vágsbotni hjá Fiskimannafelagnum. Men miðsavnanin, ella menningin, sum onkur vil siga, hevur ført til, at tað nú bert er ein blaðprentsmiðja í Føroyum. Fyri einum ári síðani vórðu prentsmiðjurnar hjá Dimmalætting og Sosial- inum lagdar saman í eitt felag, sum eitur Prentmið- støðin. Hendan prentsmiðja leigar hølini á Dimma- lætting. Tær bestu maskinurnar hjá ávikavist Dimmalætting og Sosialinum eru settar saman, og í hesum døgum verður so eitt spildurnýtt littorn sett upp afturat, sum ger, at Sosialurin kann prentast í 56 síðum, harav sekstan kunnu prentast í litum. Tosa vit um dimmu- stødd, so kann Dimma- lætting prentast í 28 síðum, har av átta síður kunnu prentast í litum. Maskinur úr Chigago Nýggju maskinurnar hjá Prentmiðstøðini eru keyptar úr Chigago, og eru fólk frá felagnum komin til Føroya at seta maskinurnar upp. Talan er sjálvsagt um stóra umbygging, og verða samstundis aðrar ábøtur gjørdar á gomlu maskin- urnar. Eisini skal nýggj elveiting leggjast inn á prentsmiðjuna, tí nýggju maskinurnar hava tørv á munandi meiri streymi, enn tær gomlu – og so nógvan streym hava teir ikki ímyndað sær at skula brúkt, tá bygningurin hjá Dimma- lætting varð bygdur mið- skeiðis í áttatiárunum. Men er so tørvurin á prenting í Føroyum nøkt- aður? – Tað fáa vit at síggja. Tað vísir seg, at hvørja ferð møguleikarnir økjast, so økist tørvurin tilsvarandi, sigur Eyðun Húsgarð, sum kortini leggur dent á, at hetta fer at bøta munandi um dygdina – og um tørvurin økist enn meira, so er einki í vegin fyri enn eini útbygging, sigur hann. Hóast Prentmiðstøðin nú ongan kappingarneyta hev- ur í Føroyum, so eru fleiri kappingarneytar í Dan- mark, sum prenta nógv lýsingabløð, sum koma á føroyska marknaðin. Bløð- ini, sum verða prentað á Prentmiðstøðini eru: Dimmalætting Sosialurin Oyggjatíðindi Norðlýsið Dagblaðið FF-Blaðið Trúboðin Fregnir Umframt prentar Prent- miðstøðin eisini fleiri lýsingarbløð, eitt nú Bónusblaðið, Balslevblaðið o. fl. Útbyggingin á Prentmið- støðini verður neyvan liðug fyrr enn næsta vika er farin, og verða útgávurnar hjá Sosialin tí skerdar hetta tíðarskeiðið. Men Sosialur- in ætlar at prenta leygar- dagsblaðið í tveimum sek- tiónum, so pláss fæst fyri tilfarinum. TÍÐINDASKRIV: Vegna áhugafelagið Seglið Regin Debess Tá ið lýggja summar- fleyrið kemur av útsynn- ingi, og sólin skyggir á fjørðin, er stundin kom- in at flota bát. Seglið stendur frá, og báturin smýgur sær ljódliga avstað. Bert skvatlið í framskutinum og suttlanin í súðunum hoyrist. Hugnaligt góðveðurs- prát fram við landi. Aftur í ár fer áhuga- felagið Seglið at skipa fyri kappsiglinum við teimum snærru bátun- um, serliga 4- og 5- mannaførum, men tristar og tríbekkir kunnu vera við. Skipað verður fyri trimum kappsiglingum. Tann fyrsta verður á eystanstevnu í Runavík. Tann næsta verður møguliga í Hvalvík á sundalagsstevnuni. Tann triðja siglingin verður á Hvítanesi leyg- ardagin 21. ella sunnudagin 22. juli. Lýst verður nærri, nær og hvar kappsiglingar- nar verða. Vit hava í nøkur ár roynt eina skipan við stigum, men í ár er semja um ikki at geva stig. Hvør sigling verður ein kapping fyri seg. Nummar 1, 2 og 3 fáa virðislønir, sum vanligt. Tað hevur verið eitt sindur av roksi burturúr og havt við sær eina ávísa missnøgd at geva stig, og tað liggur kanska eisini eitt sindur fjart frá okkara mentan at geva stig fyri alt. Men eina eggjan til kapping hava stigini hóast alt elvt til. Viðvíkjandi tilmeld- ing skulu bátarnir melda seg til hvørja kappsigl- ing sær. Einki luttøku- gjald verður, men roynt verður at skaffa pening við at luta nøkur smá- ting burtur hvørja ferð. Okkurt verður tó sum fyrr. Kaffi og pannu- køkur verða at fáa aftaná siglingina og ein hugnalig løta við práti, reypi og handan av steypum. Sagt verður frá, at norðurlendska sigli- stevnan Vinden drar verður í ár í Danmark. Byrjað verður í Roskilde sunnudagin 1. juli og endað verður í Ise- førðinum leygarkvøldið. Endamálið við kapp- siglingum hjá okkum er fyrst og fremst, at fólk kunnu læra seg at brúka seglið, at varðveita siðin við árabátum og at geva góðar upplivingar á sjónum. Vónandi fara nógv ung fólk at fáa hug at sigla, tí tað er neyðugt hjá okkum sum sjófar- andi tjóð. Stór útbygging á Prent- miðstøðini Kappsiglingar summarið 2001 Teir hava sett upp trý av teimum fýra litverkunum upp, eitt til hvønn litin, reytt, gult, blátt og svart. Á myndi síggjast Peter Johannesen, umboðsmaður fyri prentmaskinurnar í Danmark, Eyðun Húsgarð, stjóri á Prentmiðstøðini, og Palli Durhuus, húsavørður á Dimmalætting Mynd: Jens Kristian Vang Menn frá prentsmiðju- verksmiðjuni í Chicago eru komnir til Føroya at seta upp nýggju prentmaskinuna Mynd: Jens Kristian Vang – Tað er eitt tekin um veikleika, at býráðs- meirilutin rýmir úr Klaksvík at fundast, heldur Jógvan við Keldu, fyrrverandi borgarstjóri í Klaks- vík POLITIKKUR Eyðun Klakstein Klaksvík: Tað er ein óskikkur at fara út um kommunumark at halda fund, og at fara til Viðareið- is at halda fund um fíggjar- ætlanina er fjant og fjas. Tað heldur Jógvan við Keldu, sum síðani 1980 hevur staðið á odda fyri bý- ráðsmeirilutanum í 16 ár. Nú er hann í minnilutanum í Klaksvíkar býráði. Meirilutin í Klaksvíkar býráði arbeiðir í hesum døgum við fíggjarætlanini fyri komandi ár, og í tí sam- bandi hava tveir fundir ver- ið hildnir á Viðareiði. Borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn Jacobsen, er væl nøgdur við hesa fundir, sum hann heldur hava verið við til at samansjóða nýggja meirilutan betri. Politikarar órógva Jógvan við Keldu heldur, at tað er veikleikatekin, meiri- lutin fer úr kommununi at fundast. – Vit hava helst besta bý- ráðshúsið í Føroyum, og tað kann hýsa øllum slíkum fundum. Umframt tað hava vit eina sera góða umsiting, sum eg kenni gjøgnum mong ár. – Tí hevur tað undrað meg, at vit hava fingið ikki færri enn tvinni brøv frá leiðsluni í býráðnum, har fundir hava veirð útsettir, tí at arbeiðsbyrðin hjá em- bætisfólkunum er so nógv økt aftaná 1. január. – Ein orsøk kann verða tann, at politikarar og em- bætisfólkið ikki skilja ímillum, hvat er politikkur og embætisførsla, so at politikarar órógva ov nógv embætisfólkið, heldur Jógvan við Keldu. – Tá leiðslan ikki er nóg sterk, verður somikið meiri tosað, men tað er ikki altíð, at tað kemur tað besta burt- ur úr hesum. Undantaksstøða Jógvan við Keldu ætlar sær ikki at gera meiri við málið enn at mæla meirilutanum til at fundast á heimavølli. – Býráðsmeirilutin í Klaksvík eigur at halda sínar fundir innan fyri kommunumark í Klaksvík og ikki á Viðareiði. Í hvussu so er so leingi, sum kommunurnar ikki eru lagdar saman, sigur Jógvan við Keldu. – Eitt er at fara úr býnum einaferð, men at tað skal gerast ein vani fyri at fáa arbeiðsfrið er vánaligt tek- in. Tað er bara í undantaks- støðu, at leiðslan rýmir úr býnum, heldur hann. Minkandi tørvur á avgreiðslum ger, at Norðoya Sparikassi letur aðra av smáu deildunum í Klaksvík aftur PENINGASTOVNUR Eyðun Klakstein Klaksvík: 5. juli letur Norðoya Sparikassi deild- ina hjá sær á Stangavegnum í Klaksvík aftur. Eftir tað skulu viðskifta- fólk hjá sparikassanum í Klaksvík gera síni ørindi í høvuðsdeildini á Ósávegi ella á deildini við Klaks- víksvegin. – Heimagreiðslan, FR- kort og aðrar tænastur gera, at tað er minni tørvur á avgreiðslum við kassan í sparikassanum, og hetta er ein orsøk til, at vit lata deildina aftur, sigur Eyð- finn Reyðberg, sum er stjóri í Norðoya Sparikassa. – Ein onnur orsøk er, at vit vilja styrkja ráðgeving- ina og tænastuna annars á hinum deildunum hjá spari- kassanum, so viðskiftafólk- ini samanlagt fáa eina betri tænastu, sigur hann. Ein fyrimunur Norðoya Sparikassi ætlar at nútímansgera deildina við Klaksvíksvegin, eins og økt verður um parkerings- møguleikarnar við høvuðsdeildina. Norðoya Sparikassi hev- ur deildir í Klaksvík, Norð- depli, Viðareiði og í Lor- vík. Síðani 5. juli í 1993 hev- ur sparikassin havt deildina á Stangavegi, og nú átta ár seinni verður deildin latin aftur. – Tað er við sorgblídni, at vit lata deildina á Stanga- vegnum aftur, men vit gera tað, tí vit halda, at tað í longdini verður ein fyri- munur fyri sparikassan og viðskiftafólkini, sigur Eyðfinn Reyðberg. Danin Steen Palm- quist heldur leyg- ardagin fyrilestur í Klaksvík um náði- gávur og kenslulív »Kann kenslulívið ger- ast ein forðing fyri, at náðigávurnar koma í brúk«. Soleiðis kallar Steen Palmquist fyrilestur, sum hann fer at halda í KFUM & K í Klaksvík leygardagin. Steen Palmquist er kendur terapeutur hjá danska felagsskapinum AGAPE. Hann hevur áður verið í Føroyum og hildið skeið – seinast á hjúnalegu á Toftum. Tað er føroyska deild- in hjá AGAPE, sum skipar fyri fyrilestrinum í Klaksvík. Fyrilesturin verður leygardagin kl. 19.30, og tað kostar 100 krónur at verða. Hesir pengar fara til at gjalda fyri ferðaútreiðslurnar hjá danska terepeutinum. Fyrilestur um kenslulív Skulu fundast í Klaksvík – Eitt er at fara úr býnum einaferð, men at tað skal gerast ein vani fyri at fáa arbeiðsfrið er vánaligt tekin. Tað er bara í undantaksstøðu, at leiðslan rýmir úr býnum, heldur Jógvan við Keldu, fyrrverandi borgarstjóri í Klaksvík Norðoya Sparikassi letur deild aftur Norðoya Sparikassi letur 5. juli deildina hjá sær við Stangavegin í Klaksvík aftur C M Y K 5 4