hósdagur 14. juni 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 112 - 15. juni 2001
Nr. 112 - 15. juni 2001
5
gult4 cyan4 magenta4 svart4
gult5 cyan5 magenta5 svart5
– Tað er umráðandi,
at Smyril Line veitir
eina góða tænastu, og
vit skulu allatíðina
ansa eftir, at neyðugu
betringarnar verða
gjørdar, sigur Tor-
móður Djurhuus,
nýggjur nevndarfor-
maður í Smyril Line
SMYRIL LINE
Eyðun Klakstein
Advokaturin
Tormóður
Djurhuus er nýggjur nevnd-
arformaður í Smyril Line,
og hann skal standa á odda
fyri felagnum, sum hevur
stórar
avbjóðingar
fyri
framman.
– Eg brúkti ikki langa tíð
til at umhugsa tilboðið um
at fara í nevndina. Eg metti,
at hetta var ein sera spenn-
andi uppgáva, og tók tí av,
sigur Tormóður Djurhuus,
sum hevur havt nógv álitis-
størv gjøgnum tíðina.
Tormóður er annar av
føroyingunum í nevndini,
sum varð skorin úr sjey
limum niður í fýra limir, tá
hon var umskipað herfyri.
Umframt Tormóður um-
boðar Klæmint Weihe før-
oysku íleggjararnar. Jóna
Hallgrímsson, sum var for-
maður í nevndini, umboðar
íslendsku pengarnar, og
fjórði nevndarlimurin er
Morgan Goodladd úr Het-
landi.
Sjálvrannsakan
Tormóður Djurhuus heldur
fremstu uppgávu sína sum
nevndarformaður verða at
syrgja fyri, at Smyril Line
støðugt mennir seg.
– Tað er umráðandi, at
Smyril Line veitir eina
góða tænastu, og vit skulu
allatíðina ansa eftir, at
neyðugu betringarnar verða
gjørdar, sigur hann.
– Eitt og hvørt felag má
verða í eini støðugari sjálv-
rannsakan fyri at halda seg
á toppinum, og soleiðis skal
tað eisini verða við Smyril
Line.
Tormóður heldur upp-
gávuna í nevndini hjá Smy-
ril Line verða spennandi.
– Í grundini kann tað
gera tað sama, um tú ar-
beiðir fyri eitt lítið ella stórt
felag. Hóast tað kanska er
meiri at taka sær av í einum
stórum felagi sum Smyril
Line, so er aðalmálið tað
sama, at arbeiðið skal altíð
gerast væl og virðiliga, sig-
ur Tormóður Djurhuus.
– Nevndin skal fylgja væl
við gongdini í felagnum og
verða við til at tryggja, at
felagið kann menna seg, og
at neyðugu broytingarnar
og
betringarnar
verða
gjørdar, sigur hann.
Norrøna tryggjar
sambandið
Nýggi nevndarformaðurin
heldur ikki, at nevndarar-
beiðið verður truplari av, at
útlendskir íleggjarar eru
umboðaðir við einum triva-
ligum parti av partapening-
inum.
– Vit í nevndini eru
staddir í trimum ymiskum
londum, so tað kann kanska
verða eitt sindur truplari at
savna nevndina, men tað er
eingin stórur trupulleiki,
sigur Tormóður Djurhuus.
– Hyggja vit eftir, hvað-
ani partapeningurin í Smy-
ril Line er, kunnu vit stað-
festa, at hetta eru lond, sum
hava somu áhugamál sum
Føroyar. Tí rokni eg als ikki
við trupulleikum í nevndar-
arbeiðnum. Vit hava felags-
áhugamál í hesum sam-
bandi, og teimum áhuga-
málum skulu vit arbeiða
fyri.
Norrøna er ein týðandi
liður í sambandinum hjá Ís-
landi, Føroyum og Hetlandi
við meginlandið – bæði tá
talan er um ferðafólkaflutn-
ing og farmaflutning.
– Fyri føroyingar verður
tað altíð neyðugt at sigla,
og Norrøna hevur gjørt
sambandið við grannalond-
ini smidligari. Tá vit fáa
nýggju Norrønu verða um-
støðurnar enn betri, og tað
skapar samastundis nýggjar
møguleiakr, sigur Tormóð-
ur Djurhuus.
Skulu selja Føroyar
Tá nýggja Norrøna um
nøkur ár fer í sigling mill-
um Føroyar og grannalond-
ini, verður sjóvegis sam-
bandið nógv betrað, men
uppgávan hjá Smyril Line
verður eisini størri.
Nógv fleiri fólk skulu
brúka Norrønu, skal skipið
bera seg, og tað verður upp
til Smyril Line at syrgja
fyri, at Norrøna fær nóg
mikið av viðskiftafólki.
– Stóra uppgávan verður
at selja Føroyar til granna-
londini. Marknaður er sera
risa stórur, men tað er
neyðugt, at vit eru aktiv í
søluarbeiðnum, so vit fáa
nógv ferðafólk við Nor-
rønu.
– Tað er eisini neyðugt,
at vit alla tíðina gera eitt
uppfylgjandi arbeiði, so vit
hava nøgdar kundar, sum
kunnu viðmæla Føroyar og
Norrønu til onnur, sigur
Tormóður Djurhuus.
Smyril Line skal
støðugt betra seg
Klaksvík: Tá umvæling-
arnar av svimjihøllini í
Klaksvík væntandi byrja
síðst í hesum mánaðinum,
verður høllin stongd. Og
klaksvíkingar mugu klára
seg uttan svimjihøll í longri
tíð, tí umvælingarnar eru
umfatandi, og tað ganga
fleiri
mánaðir,
áðrenn
svimjihøllin kann lata upp-
aftur.
Tvey tilboð eru latin til
umvælingararbeiðið, og nú
skal umsitingin hjá Klaks-
víkar kommunu kanna hesi
tilboð og gera avtalu við tað
felagið, sum skal umvæla
høllina.
Tá hetta er klárt, verður
beinanvegin farið undir
arbeiðið. Enn er dagur ikki
settur á, nær svimjihøllin
letur aftur.
ek
Svimjihøllin letur aftur
50 biðið um grundstykki
Klaksvík:
Klaksvíkar
kommuna hevur í løtuni 50
umsóknir um grundstykki
liggjandi.
Kommunan fer nú at gera
eina nýggja útstykking á
Helnabrekku, og har verða
24 grundstykki tøk. Hetta
tal kann vaksast upp í 38
grundstykki, um útstykk-
ingin heldur fram. Eini 90
grundstykki eru í løtuni á
privatum hondum í Klaks-
vík.
Umframt útstykkingina á
Helnabrekku verður eisini
roknað við, at nýggja sam-
býlið og eldraíbúðirnar í
Kráarbrekku fara at bøta
um búðstaðarmøguleikarn-
ar í Klaksvík.
ek
– Hyggja vit eftir, hvaðani
partapeningurin í Smyril
Line er, kunnu vit staðfesta,
at hetta eru lond, sum hava
somu áhugamál sum
Føroyar. Tí rokni eg als ikki
við trupulleikum í
nevndararbeiðnum. Vit hava
felagsáhugamál í hesum
sambandi, og teimum
áhugamálum skulu vit
arbeiða fyri, sigur Tormóður
Djurhuus, nýggjur
nevndarformaður í Smyril
Line
Kommunufelagið vil
hava Landsstýrið at
gera eina nágreiniliga
lýsing av, hvat er ein
kommunal bygging
og hvat er ikki
KOMMUNAL
BYGGING
Áki Bertholdsen
– Tað er neyðugt, at lands-
stýrið nú ger eina nágrein-
liga lýsing, definitión, av,
hvat ein almenn bygging er.
Tað
heldur
Førooya
Kommunufelag.
Jacob Vestergaard, for-
maður í Føroya Kommunu-
felag sigur, at síðani lands-
stýrið fyri tveimum árum
síðani álegði hvørjari ein-
stakari kommunu eitt há-
mark fyri, hvussu stórar
útbyggingar tær kunnu
fremja, hava nógvar komm-
unur roynt ymsar mátar at
sleppa undan hesi avmark-
ing.
Hann sigur tí hevur
Kommunufelagið
leingi
roynt at fáa eina nágreini-
liga útgreining av, hvat ein
kommunal bygging er.
– Tað er onki dulsmál, at
tað einasta ið krevst fyri at
sleppa upp útbyggingarhá-
markið hjá Landsstýrinum,
er eitt sindur av hugflogi.
Hann vísir m.a. á, at síð-
ani hámarkið varð sett í
gildið, hava fleiri kommun-
ur funnið ymsar kynstrigar
útvegir fyri at kunna byggja
út.
– Hetta hevur ført við
sær, at í veruleikanum hava
fleiri kommunur sprongt
loftið so dyggiliga. Men
hann vil ikki nevna nøvn.
– Eitt nú eru kommunur
farnar at leggja ymsar út-
reiðslur undir vanligan
rakstur, sum fyrr hava verið
roknaðar at vera íløgur. Vit
vita eisini, at summastaðni
hava privatar fyritøkur hava
bygt vinnuvirki av ymsum
slag, sum kommunan síð-
ani leigar. Og hvat við
sjálvsognarstovnum kring
landið.
Jacob Vestergaard sigur,
at mátarnir eru so nógvir og
tí vil Kommufelagið hava
Landsstýrið at gera eina
kunngerð, sum púra greitt
sigur, hvat er ein kommun-
al bygging og, hvat er ikki.
Í Kommunufelagnum eru
40 kommunur limir. Í Før-
oyum eru 48 Kommunur,
men
seks
tær
størstu
kommunurnar, Tórshavn,
Klaksvík, Vágur, Tvøroyri,
Runavík og Fuglafjarðar
kommunur eru limir í
Kommunusamskipan Før-
oya. Samstundis eru Hós-
víkar- og Mykinesar kom-
muna ikki í Kommunufel-
agnum. Sunda Kommuna
fór eisini burturúr Komm-
unufelagnum fyri nøkrum
fáum árum síðani, men er
nú komið uppí aftur.
– Landsstýrið skal
ikki longur gera av,
hvussu nógv, hvør
einstøk kommuna
skal sleppa at byggja
út fyri um árið, sigur
formaðurin í Føroya
Kommunufelag.
KOMMUNALAR
ÚTBYGGINGAR
Áki Bertholdsen
– Í tvey ár hevur landsstýrið
sett hámark fyri, hvussu
nógv hvør einstøk komm-
una kann byggja út fyri.
Men hetta hámarkið, skal
nú takast av.
Tað
heldur
Føroya
Kommunufelag.
Jacob Vestergaard, for-
maður í Føroya Kommunu-
felag, sigur, at íløguloftið,
sum tað vanliga verður
nevnt, er eitt haft um beinið
á kommununum og tí vil
felagið hava tað tikið av.
Tað var við tí fyri eyga at
hava tamarhald á, hvussu
nógvur
peningur
varð
brúktur í landinum til verk-
løg og útbyggingar av yms-
um slag, at landsstýrið fyri
tveimum árum síðani gav
hvørjari kommunu eina
útbyggingarkvotu.
Mark varð sett fyri,
hvussu stórar útbyggingar
allar kommunurnar kundu
byggja út fyri tilsamans.
Hvør kommuna fekk so sín
part eftir fólkatalinum.
Ongin heimild
Men nú Landsstýrið hevur
boðað kommununum frá, at
hámarkið eisini skal vera í
gildi
komandi
ár,
fer
Kommunufelagið at tala at.
Jacob Vestergaard sigur, at
fundur verður við Fíggjar-
málastýrið ein av døgunum
um at fáa hámarkið tikið av.
Hann heldur fyri tað fyrsta,
at Landsstýrið als onga
heimild hevur til at áseta
eina útbyggingarkvotu fyri
kommunurnar.
– Ein slík heimild er ikki
staðfest nakrastaðni, so tví-
heldur Landsstýrið um, at
kvotan eisini skal verða
galdandi næsta ár, er minsta
kravið, at málið verður lagt
á ting, so at Løgtingið kann
samtykkja at geva lands-
stýrinum hesa heimildina.
Hann sigur, at útbyggingar-
kvotan er eisini í andsøgn
við nýggju kommunulóg-
ina.
– Eftir henni er púra
greitt, at kommunurnar
hava fíggjarligt frælsi undir
ábyrgd. So leggja tær eina
skilagóða fíggjarlóg, hevur
Landsstýrið ongan rætt at
leggja seg út í tað. Eftir
kommunulógini
kunnu
kommunur ikki lána meiri
enn eina álíkning, so tað
forðar kommununum í at
fara út á sjógv.
Onga ávirkan
Hann sigur, at Kommunu-
felagið metir heldur ikki, at
hámarkið hevur havt nakra
serliga ávirkan.
– Kommunalar útbygg-
ingar viga øgiliga lítið í
landsins búskapi, í hvussu
so er útbyggingar í teimum
smáu
og
miðalstóru
kommununum úti um land-
ið. Tað er eisini eyðsæð, at
alsamt størri og størri part-
ur av landsins fíggjarlóg
endar í miðstaðarøkinum.
Hvørja ferð lønirnar hækka
og hvørja ferð, eykafíggjar-
lógir verða gjørdar, endar
meginparturin av útreiðsl-
unum í miðstaðarøkinum.
– Tí er meiningsleyst at
lata kommunurnar úti um
landið vera uppi í eini skip-
an við útbyggingarkvotum.
Hann sigur, at sjálvsagt
skal búskapurin stýrast,
men tað skal gerast við
fíggjarætlanini, tí tað er
hon, sum er nokk so avger-
andi fyri virkseminum í
miðstaðarøkinum.
Formaðurin í Kommunu-
felagnum vísir hinvegin á,
at nógva staðni kring landið
er útbyggingarkvotan ein
stórur vansi hjá kommun-
unum.
– Tað eru kommunur sum
eiga pening á bók og sum
hava hug at byggja út. Men
tær sleppa ikki, tí tær renna
seg ímóti kvotuni alla tíð-
ina.
Hann vísir m.a. á, at
Fugloyar Kommuna kann
ikki byggja út fyri meiri
enn 130.000 krónur um
árið, longri røkkur kvotan
hjá teimum ikki.
– Tað er neyvan fyri
meiri enn spaðar, trillubør-
ur og hakkarar og onnur
amboð, sum skal til fyri at
fara undir at byggja eitt ella
annað. Tí er Fugloy, og aðr-
ar kommunur, fullkomiliga
niðurbundnar.
Fleiri hava ráð
Jacob Vestergaard sigur, at
tað eru fleiri kommunur,
sum hava ført ein sera varn-
an fíggjarpolitikk í nógv ár,
og sum hava lagt pening til
síðis, men sum hava ætlað
sær undir ymsar útbygging-
ar, sum liggja á láni.
– Tað kann ikki vera rætt,
at tær skulu verða forðaðar
í tí av eini útbyggingar-
kvotu, sum landsstýrið
smoyggir niðuryvir tær.
–Eitt heilt annað er tað, at
eftir kommunulógini hava
kommunur ikki heimild at
krevja meiri inn skatti frá
fólki enn tað, sum komm-
unan eigur.
– Tær kommunur, sum
nú eiga nakrar krónir á bók
hava tískil tvinnandar kost-
ir. Antin lata tær verða við
at
áleggja
borgarunum
kommunuskatt, til tann
samanspardi peningurin er
uppi. Ella sleppa tær at
brúka peningin til tað, hann
var ætlaður til, nevniliga
ymsar útbyggingar.
Jacob Vestergaard sigur,
at tí er tað nógv, sum talar
fyri at taka útbyggingar-
kvotuna av og tað fer
Kommunufelagið nú at ar-
beiða fyri.
Sprongja loftið so dyggiliga
Síðani landsstýrið setti
hámark fyri, hvussu nógv
hvør einstøk kommuna kann
byggja út fyri, hevur
hugflogið verið stórt fyri at
sleppa upp um markið, sigur
formaðurin í
Kommunufelagnum. Men
hendan myndin er
tilvildarlig
Kommunur vilja nú hava størri sjálvstýri
–
Landsstýrið hevur ikki
heimild til at nokta kommun-
unum at gera skilagóðar íløg-
ur. Tí vilja vit hava markið
tikið av, sum landsstýrið hev-
ur sett í gildið fyri, hvussu
nógv kommunurnar kunnu
byggja út, sigur Jacob Vester-
gaard, formaður í Komm-
unufelagnum
C
M
Y
K
5
4