Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-06-14, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. juni 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 111 - 14. juni 2001 Nr. 111 - 14. juni 2001 7 gult6 cyan6 magenta6 svart6 gult7 cyan7 magenta7 svart7 Nú skúlarnir kring landið í hesi vikuni hava fingið endalig boð um, hvussu nógvir tímar, teir fáa komandi skúlaár, hevur tað rættiliga loypt ræðslu á skúla- leiðslur og lærarar. Hetta er ein vanlukku fyri skúlan, sigur formaðurin í Føroya Lærarafelag SKÚLASKAPUR Áki Bertholdsen – Hetta er rætt og slætt ein vanlukka. Elsa Birgitta Petersen, formaður í Føroya Lærara- felag, sigur, at hon kann ikki koma til aðra niður- støðu, nú skúlarnir kring landið í hesi vikuni hava fingið endalig boð frá Mentamálastýrinum um, hvussu nógvir tímar teir fáa komandi skúlaár. Men tíverri vóru tey endaligu boðini bara ein staðfesting av tí, sum skúl- arnir munnliga høvdu fing- ið at vita frammanundan, nevniliga, at skúlarnir fáa alt, alt ov fáar tímar. Boðini úr Mentamála- stýrinum hava elvt til tele- fonstorm á Lærarafelagið frá ørkymlaðum og vón- leysum skúlaleiðslum, sum ikki vita síni livandi ráð, hvussu tær skulu kunna fáa gjørt tímatalvu við teimum tímum, tey hava fingið til- lutað og samstundis lúka tey lógarkrøv, sum fólka- skúlalógin áleggur skúlun- um –Hetta hevur rættiliga loypt ræðslu á bæði skúla- leiðslur og lærarar, tí tað letur seg rætt og slætt ikki gera at halda lógir og avtal- ur við tí tímatali, sum skúl- arnir hava fingið sigur Elsa Birgitta Petersen. Tvingað at bróta lógina Hon veit ikki rættiliga, hvussu nógvir tímar mangla í, fyri at skúlarnir kunnu fáa lagt tímatalvuna næsta ár, og samstundis lúka tey tær treytir, sum nýggja fólkaskúlalógin áleggur teimum. – Men tað er greitt, at tímarnir eru alt, alt ov fáir. Hon sigur, at tað sum nú hendir, er stutt og greitt, at landsstýrið tvingar skúlarn- ar til at bróta fólkaskúlalóg- ina, tí við tí lítla tímatalið, sum teir hava fingið, verða teir noyddir at leggja eina tímatalvu, sum beinleiðis er í stríð við lógina. Sum heild fáa skúlarnir tímatal, bæði eftir, hvussu nógvir næmingar og, hvussu nógvir flokkar eru í hvørjum skúla. Harafturat fáa teir minstu skúlarnir nakrar tímar eyka. Hesin útrokningarhátturin ger, at teir skúlarnir, sum hava eina millumstødd, eitt nú Vágur, Tvøroyri, Vest- manna og Giljanes, eru út av lagi illa fyri við tímum. Men eisini teir smæstu og teir stóru skúlarnir hava ovurhonds stórar trupul- leikar. Nyttar onki Landsstýrismaðurin í skúlamálum, hevur meiri enn einaferð sagt, at hann skilir ikki rættiliga, hví trupulleikin skal vera ser- liga stórur í ár, eitt nú í Vestmanna, tí skúlin hevur fingið líka nógvar tímar næsta ár, sum hann hevur í ár. – Hatta er høpisleys tala. Tað nyttar ikki at tosa um tímar, uttan at hugsa um allar tær eyka skyldur, sum skúlin fær næsta skúlaár, sum hann ikki hevur havt í hesum skúlaárinum. Tað, sum formaðurin í skúlamálum sipar til, er, at í ár verður ein partur av nýggju fólkaskúlalógini settur í verk. Somuleiðis sipar hon til semjuna, sum Lærarafelagið og Fíggjar- málastýrið gjørdu síðsta vár, og sum førir øktar út- reiðslur við sær komandi skúlaár. – Men tað er ikki hent og tí er skúlin komin í hesa vanlukkustøðu, sum hann nú er komin í. – Tað sigur seg sjálvt, at tað kann gera tað sama, um tímatalið næsta skúlaár verður tað sama sum hetta skúlaárið, ella um játtanin til fólkaskúlan er hækkað eitt sindur, tá ið tørvurin og útreiðslurnar eru hækkaðar nógv meiri, sigur formað- urin í Lærarafelagnum. Hon sigur, at eitt nú hev- ur Mentamálastýrið ikki lagt upp fyri, at lærugreinin »handverk og list« krevur nógv fleiri lærarar og so- statt eisini nógv fleiri tímar, tí skúlastovurnar til læru- greinina eru smáar og so- statt er eisini neyðugt at hava smærri bólkar. – Tá ið vit gjørdu semj- una við landsstýrið seinasta vár, varð eisini avtalað, at tímarnar til skúlabókasøvn skulu latast skúlunum um- framt; Men kortini er tað nú endað við, at teir skulu tak- ast burturav teimum tím- um, sum skúlarnir hava fingið. Elsa Birgitta Petersen sigur, at hetta eru alt mál, sum Lærarafelagið arbeiðir við í eini vón at fáa bøtt um støðuna. Føroya Lærarafelag fer nú at biðja skúla- leiðslur kring landið gera eina fullkomna tímatalvu fyri at vita, hvussu hon hevði sæð út, um fólkaskúlalóg- in og sáttmálin ímill- um Lærararafelagið og Fíggjarmálastýrið, skal haldast SKÚLASKAPUR Áki Bertholdsen Útrokningargrundarlagið, sum Mentamálastýrið roknar tímatalið til skúl- arnar kring landið út eftir, er ólógligt. Tað heldur Føroya Lær- arafelag. Felagið hevur nú biðið leiðslurnar á øllum skúlun- um í Føroyum um at gera støðuna upp og at senda felagnum eina veruliga tímatalvu fyri komandi ár, fyri at vita, hvussu hon hevði sæð út, um allar lógir og allir sáttmálar skulu haldast. Hon vísir á, at frymilin, sum enn verður brúktur at rokna tímatalið til hvønn skúla út eftir, kom í gildið í teimum ringastu kreppu- árunum fyrst í nítiárunum. – Tá ið landið er í slíkari kreppu, sum tað var í, kann tað góðtakast undantaks- støður verða settar í verk í avmarkað tíðarskeið. – Men frymilin varð ong- antíð settur úr gildið aftur og vit kunnu ikki góðtaka at landsstýrið blívur við at tvíhalda um eina kreppu- loysn, hóast tíðirnar eru nógv batnaðar. Formaðurin í Lærarafel- agnum sigur, at soleiðis, sum frymilin nú er, fáa skúlarnir ikki nóg mikið av tímum til at teir kunnu halda ásetingarnar í fólka- skúlalógini og teimum áset- ingum, sum eru í sáttmál- anum ímillum Lærarafelag- ið og Fíggjarmálastýrið. – Við at brúka hendan frymilin, tvingar Menta- málastýrið skúlaleiðslur og lærarar at bróta lógina. Tí halda vit, at frymilin í sær sjálvum er ólógligur. Orsøkin til, at Lærarafel- agið nú hevur biðið skúl- arnar leggja eina veruliga tímatalvu, er fyri at vita, hvussu myndin sær út, um hon verður vend á høvdið. – Tað rætta hevði verið, um skúlarnir løgdu eina tímatalvu so at treytirnar fólkaskúlalógini og í sátt- málanum millum Lærara- felagið og Fíggjarmálastýr- ið verða hildnar, og so fekk skúlin tímar eftir tí. Tí hev- ur Lærarafelagið nú biðið skúlaleiðslurnar um at leggja eina tímatalvu sam- bært fólkaskúlalógini og sáttmálanum millum Lær- arafelagið og Fíggjarmála- stýrið, fyri at fáa eina full- góða mynd av, hvussu tíma- talvan eigur at síggja út. Skúlin nógv dýrari Elsa Birgitta Petersen sigur, at tað eru tvær orsøkir til at fólkaskúlin verður so nógv dýrari komandi skúlaár, enn hann er í ár. – Orsøkin er partvís tann, at partar av fólkaskúlalóg- ini verða settir í verk nú og tað kostar. Somuleiðis koma partar av sáttmálan- um, sum Lærarafelagið og Fíggjarmálastýrið gjørdu tíðliga seinasta summar, eisini í gildið nú. Hon sigur, at varð lands- stýrið ikki sinnað at halda sáttmálan, átti tað ikki at havt góðkent hann. Hon átalar eisini, at meir- lutin í Løgtinginum hevur samtykt eina nýggja fólka- skúlalóg, sum áleggur skúl- anum nógvar skyldur og uppgávur afturat, uttan at hesin sami meiriluti sam- stundis er sinnaður at játta peningin sum krevst fyri at halda lógina. – Fólkaskúlalógin er frá- lík, men hon nyttar hvørki eitt ella annað, um Løgting- ið ikki samstundis er sinn- að at játtað tað, hon kostar. – Vit hava eisini boðað frá, at er ikki politiskur vilji til at hava tað virksemið í skúlanum, sum lógin áset- ur, so er at broyta lógina, tí ongin kann liva við at lógin beinleiðis verður brotin. Hon sigur, at í ár eru 186 milliónir játtaðar til lønir í fólkaskjúlanum og tað er sjálvsagt nógv tann størsta útreiðslan. Mentamálastýr- ið hevur nýliga boðað Fíggjarmálastýrinum frá, at skulu fólkaskúlalógin og sáttmálin við Lærarafelagið haldast, fer skúlin at kosta 27 milliónir meiri í 2001, enn hann ger í ár. Landsstýrið loypt ræðslu á lærarar Nú hava skúlarnir kring landið loksins fingið endalig boð um, hvussu nógvar tímar, teir fáa næsta skúlaár. Hetta er ein vanlukka og hevur rættiliga loypt ræðslu á skúlaleiðslur og lærarar, tí tað er ómøguligt at fáa tað at bera til, sigur formaðurin í Lærarafelagnum. Myndin er tilvildarlig Verða tvingað at bróta lógina – Frymilin, sum verður brúktur at rokna tímatalið til skúlarnar kring landið út eftir, tvingar skúlarnar til at bróta lógina og tí er hann ólógligur, sigur Formaðurin í Føroya Lærarafelag, Elsa Birgitta Petersen. Hon sigur, at hetta er eitt mál, sum Lærarafelagið fer at arbeiða við Tórbjørn Jacobsen hevur sett eina nevnd, ið skal skera ígjøgn- um í stríðnum um, hvussu kirkjubømúr- urin skal varðveitast. Petur Zachariassen er formaður KIRKJUBØMÚRURIN John Johannessen Nú skal skerast ígjøgnum í stríðnum í málinum um múrin í Kirkjubømúrin. Hetta hevur Tórbjørn Jacobsen sett sær fyri, og tí setti hann eina nevnd at gera eina ætlan um, hvussu múrurin skal varðveitast, tveir dagar áðrenn hann fór úr sessinum sum landsstýr- ismaður í mentamálum. Til formann í nevndini valdi Tórbjørn Jacobsen Petur Zachariassen, Sum Menta- málastýrið hevur brúkt í fleiri øðrum tungum mál- um. Bert tos – Vit kunnu staðfesta – bara við at hyggja at múrinum – at tað hevur verið tosað um hann í ártíggjur, í árhundr- að, tað einki er hent. Man hevur ikki kunnað loyst upp fyri nøkrum sum helst. Og hesum havi eg so tikið av- leiðingarnar av og valt ein mann, sum vit í Menta- málastýrinum hava stóra virðing fyri og stórt álit á, segði Tórbjørn Jacobsen við Sjónvarpið týsdagin. Tórbjørn Jacobsen hevur álagt nevndini, at hvør loysnin so verður fyri múr- in, skal talan vera um eina loysn, ið kann takast burtur aftur, nær tað skal vera, so múrurin sær út, júst sum hann ger í dag. Diplomatur Uppgávan hjá Peturi Zach- ariassen verður í tí stóra at koma til eina niðurstøðu, sum ymsu partarnir í stríðnum um múrin kunnu góðtaka. Tí sær hann í stór- an mun sín leiklut sum eitt slag av diplomati. Petur Zachariassen hevur ikki fakligan kunnleika innan fornfrøði. Men hetta sær hann ikki sum nakran trupulleika. Tí í nevndini sita onnunr fólk, ið eru før fyri at veita honum fakliga førleikan, hann hevur brúk fyri. Tá Anfinn Kallsberg, løgmaður, í dag setur Óla Holm í starvið sum landsstýris- maður í mentamál- um, verður tað fyrstu ferð, at landsstýris- maður býr í Vági LANDSSTÝRISSESSUR John Johannessen Einaferð seinnapartin í dag, hósdagin, fer 56 ára gamli varaskúlastjórin í Vági, Óli Holm, í Tinganes til løg- mann at fáa setanarbræv sum landsstýrismaður. Og samstundis, sum Óli fær heiðurin av at taka við hesum tignaðarliga starvi, fáa vágbingar sín fyrsta landsstýrismann nakrantíð. Tað er nevniliga eingin vágbingur búsitandi í Vági áður útnevndur til lands- stýrismann, hóast fleiri landsstýrismenn og enntá ein løgmaður hava verið ættaðir úr Vági. Hergeir Nielsen, sum nú býr í Vági, var landsstýris- maður í skúlamálum frá 1978 til 1980, men hann var ikki búsitandi í Vági, tá hann varð kosin at verða landsstýrismaður. Hergeir búði heldur ikki í Vági, meðan hann var landsstýr- ismaður. Marita Petersen, sum er ættað úr Vági, men býr í Havn, var landsstýris- kvinna frá 1991 til 1993, og frá 1993 til 1994 var hon løgmaður. Kristian Magnussen, sum er ættaður úr Vági, men býr í Havn, var landsstýrismað- ur frá 1997 til 1998. Óli Holm tekur við starv- inum sum landsstýrismað- ur, eftir at Tórbjørn Jacob- sen fyri knøppum tveimum vikum síðani valdi at leggja frá sær, sum avleiðing av sínum til tíðir óhøviska at- burði. Nú skal loysn finnast fyri múrin Fyrsti vágbingur í landsstýrið í dag Millum politiskar eygleiðarar er slat- urin veruliga farin at ganga um, at vit møguliga fáa eitt val í heyst. Løg- maður ætlar sær tó ikki at skriva út val, fyrr enn valskeiðið er av VAL John Johannessen Seiglívaður slatur er farin at ganga um, at val verður útskrivað í heyst. Og enntá er nýggi lands- stýrismaðurin hjá Tjóð- veldisflokkinum, Óli Holm, endurgivin fyri at siga, at hann væntar val í heyst. Eisini veit Sosialurin, at limir í Tjóðveldis- flokkinum, sum búgva í Norðoyggjum, herfyri hava fingið bræv frá Tjóðveldisflokkinum við umbøn um fíggjar- ligan stuðul til eitt løg- tingsval, ið stendur fyri durum. Løgmaður veit tó einki um nakað val í heyst. – Verður val í heyst, er tað ikki tí, at eg havi út- skrivað tað. So má tað vera tí, at meiriluti er fingin fyri tí í løgtingin- um, sigur løgmaður. Tjóðveldisflokkurin avsannar eisini tíðindini. Heini O. Heinesen, for- maður í tingbólki Tjóð- veldisfloksins, váttar, at hann hevur fingið eitt bræv við umbøn um stuðul til eitt tilstund- andi løgtingsval. Men hann sigur seg einki vita um, at Tjóðveldisflokk- urin handan leiktjøldini arbeiðir við at fáa løg- tingið at samtykkja at val at verða í heyst. – Men tað kann tó altíð henda, at vit fáa eitt val í heyst. Við hesi gongdini vita vit ikki, hvat hendir, sigur Heini O. Heinesen. Tað bar ikki til at fáa viðmerking frá Høgna Hoydal, formanni í Tjóðveldisflokkinum, áðrenn blaðið fór í pressuna beint eftir døg- urða í gjár. Tosa um val í heyst Nú skal skerast ígjøgnum í stríðnum um Kirkjubømúrin. Tveir dagar áðrenn hann fór úr mentamálasessinum, setti Tórjørn Jacobsen eina nevnd at gera eina ætlan um, hvussu múrurin skal varðveitast C M Y K 7 6