Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-06-14, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. juni 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 112 - 15. juni 2001 Nr. 112 - 15. juni 2001 7 gult6 cyan6 magenta6 svart6 gult7 cyan7 magenta7 svart7 Nordisk Kultur Insti- tut hevur givið út eitt álit um føroyskan mentunarpolitikk undir heitinum Fær- øsk Kulturpolitik - ved indgangen til et nyt århundrede MENTAN Turið Kjølbro Tað er Jette Forchhammer, mentanarsosiologur og høvundur, sum hevur rit- stjórnað álitið um før- oyskan mentapolitikk á gáttini til eina nýggja øld, ið er komið út sum bók. Nordisk Kultur Institut gevur út. Álitið er tað fyrsta í eini røð í felags norður- lendskari granskingarverk- ætlan undir heitinum Nord- isk kulturpolitikk under forandring. Mentamála- stýrini í norðurlondum og Nordisk Kulturfond fíggja verkætlanirnar. Leiðari er Peter Duelund, ið starvast á Nordisk Kultur Institut í Keypmannahavn. Í tíðindaskrivi sigur rit- stjórin, at fyri at skilja før- oysku støðuna í sambandi við orðaskiftið um fullveldi er tað umráðandi at seta ljóskastaran á margfeldni í mentanini. Ymsu álitini lýsa og greina menta- politikkin í fimm norður- londum umframt sjálv- stýrisøkjunum og samiska mentanarøkinum á gáttini til eina nýggja øld. Spurn- ingar, ið eru uppi at venda eru eitt nú: hvørji rák hava verið tey týdningarmestu í menningini, eru felagseyð- kenni og munir landanna millum og í mun til Euopa, kunnu vit tosa um eina ser- liga norðurlendska mentan. Stríðshugaður einstaklingar Jette Forchhammer, sum áður hevur granskað sjón- varpsvanar hjá føroyskum børnum, hevur staðið fyri føroyska partinum av verk- ætlanini. Hon hevur rit- stjórnað bókina í samstarvi við føroyingar, ið eru virknir innan føroyska mentan. Mentapolitikkurin í Føroyum minnir ikki sørt um mentapolitikkin í norðurlondum, verður sagt. Eftir seinna heimsbardaga og eftir, at heimastýrislógin kom í gildi í 1948, er føroyski mentapolitikkurin bygdur upp sum ein partur av felags vælferðarpolitikki fyri alt fólkið, har dentur er lagdur á stuðul umframt ein fólksligan felagskap. Í mun til tey stóru norðurlondini við væl útbygdari umsiting og fyrisiting umframt stór- um tjóðarligum mentanar- stovnum, eru mentanar- stovnarnir og almenni mentapolitikkurin í Før- oyum fyrst og fremst bygdir upp av stríðshugað- um einstaklingum. Hetta áhaldandi stríðið hevur við- virkað til eina sjálvstøðuga føroyskan mentan, sum hevur gjørt tað møguligt hjá Føroyum at taka lut í norðurlendskum mentanar- samstarvi. Staðfest verður í áliti- num, at enn er nógv at stríðast við. Ikki minst danska yvirharradømið og ræðið á málsliga og mentanarliga økinum, og vantandi fatanin hjá politik- arum fyri, at mentan og list kosta. At Føroyar liggja so fjarskotnar hevur noytt nógv listafólk í útlandið eftir neyðuga íblástrinum og útbúgvingini. Vandamál Álitið lýsir mentanar- politisk vandamál í einum søguligum og altjóða sjónarringi. Tað setir spurnartekin við í hvønn mun mentapolitikkurin er eydnast, og hvørjar trupul- leikar listin og mentanin nú standa yvir fyri. Somuleiðis lýsir álitið serligar avbjóð- ingar, sum politiska støðan í Føroyum gevur høvi til, og kastar eisini ljós yvir avbjóðingarnar, ið koma í kjalarvørrinum av møgu- ligari loysing frá ríkis- felagsskapinum. Í Færøsk Kulturpolitik - ved indgangen til et nyt århundrede skrivar Jette Forchhammer drúgvan inn- gang við søguligum bak- sýni. Elin Súsanna Jacob- sen, adjunkt, ph.d., skrivar søguligt yvirlit, Jógvan í Lon Jacobsen, adjunkt, mag.art., skrivar um før- oyska málið, Bárður Jákupsson, stjóri í Lista- skálanum, skrivar um myndlist, Martin Næs, landsbókavørður, og Stein- bjørn B. Jacobsen, høvund- ur, skriva um bókmentir, Birita Mohr, sjónleikari, skrivar um sjónleik. Martin Mouritsen, musikskúla- stjóri, og Kristian Blak, cand.mag., skriva um tón- leik, Karin Elsubudóttir skrivar um Norðurlanda- húsið, Jeanette Blåsvær, Jákup Thorsteinsson og Jóannes Dalsgaard skriva vegna Mentamálastýrið um mentanarpolitisku ætlanir- nar hjá landsstýrinum, og Gunnar Hoydal, høvundur, skrivar eftirmæli, Umframt eru yvirlit yvir játtanir til mentan og list. Færøsk Kulturpolitik - ved indgangen til et nyt århundrede er eitt sera forkunnugt og hent álit um føroyska mentan og list. Tað gevur innlit í nógv brigdi í mentanini og lýsir væl avbjóðingarnar, listin og mentanin standa yvir fyri, nú ein nýggj øld er byrjað. Bókin kann bíleggjast frá Nordisk Kultur Institut. Mentan á gáttini til eina nýggja øld Tvangsflytingin á aðrar psykiatriskar deildir ørkymlar sinnisliga sjúk, sigur Sinnisbati MÓTMÆLI Turið Kjølbro Enn eina ferð heitir felagið Sinnisbati á leiðsluna á Lands- sjúkrahúsinum um ikki at steingja psykiatrisku deildirnar ávís tíðarbil. Frá komandi sunnudegi og ein mánað fram verður psykiatriska deild 3 á Landssjúkrahúsinum afturlatin. Felagið hevur fleiri ferðir áður gjørt vart við óhepnu og ørkymlandi avleiðingarnar, ið kunnu standast av, at sinnisliga sjúk fólk verða tvangsflutt á aðrar psykiatriskar deildir ella at fara heim í úrtíð. Sinnisbati mótmælir hesi mannagongd, fer gjølla at fylgja við málinum og vónar, at hetta ikki fer at endurtaka seg í framtíðini. Mótmæla afturlating Nýggi landsstýris- maðurin í menta- málum ætlar sær at stovna eitt mentanar- ráð eftir sama leisti, sum Búskaparráðið. Mentanaráðið skal geva landsstýris- manninum reglulig tilmæli um mentan. Eisini ætlar Óli Holm at royna at saman- tvinna oljuvinnu og mentan MENTAN John Johannessen Óli Holm, nýggjur lands- stýrismaður í mentamálum, hevur tvær persónligar ætlanir, hann ætlar sær at fáa framdar í sínum skeiði, sum landsstýrismaður. Fyrsta ætlanin er at stovna eitt óheft mentanar- ráð, sum skal umboða mentan í breiðum týdningi. Tað vil siga, at í ráðnum skulu sita fólk, ið umboða breiða spektrið í mentanini, heilt frá ítróttinum til leik- listina. – Hetta ráðið skal so, eins og Búskaparráðið ger um búskap, geva landsstýris- manninum reglulig tilmæli um mentanarpolitikk, sigur Óli Holm. Brynjar seg móti oljuni Onnur ætlanin hjá Óla Holm er at fáa samantvinna oljuvinnuna og mentanar- politikk. Tí ætlar hann sær at seta fólk at kanna og gera tilmæli um mentanarpoli- tikk í sambandi við olju- vinnu. – Vit fara nú undir eina nýggja vinnu, sum so ella so fer at hava ávirkan á okkara samfelag. Tað er alneyðugt, at vit brynja okkum til eisini at taka við hesi mentanarligu av- bjóðing. Verður olja funnin, so kann hetta fáa stóra ávirkan á okkara mál, mentan og livihátt – og eisini fyri okkara bústaðar- mynstur. – Tí fari eg at seta skjøtil á, hvørji amboð og hvørji tiltøk, vit eiga at hava til reiðar til tess at brynja okkum til at taka við hesi avbjóðing, segði Óli Holm á tíðindafundi hósmorgun- in, áðrenn hann seinnapart- in tók við sum nýggjur landsstýrismaður í mentamálum. Betri samskifti við skúlan Óli Holm er júst farin úr starvinum sum varaskúla- stjóri í Vági, fyri at kunna taka við starvinum sum landsstýrismaður. Tí er hann ein maður, ið hevur gott innlit í skúlaverkið. Hesar royndir ætlar Óli Holm sær at nýta til fulnar í landsstýrissessinum. Hann ætlar sær at fáa kortlagt átroðkandi trupulleikarnar í fólkaskúlanum og at fáa betrað samskiftið við skúlaleiðslurnar um teirra trupulleikar. Hetta er uttan iva nakað, ið skúlaleiðslurnar gleða seg til. Tí samskiftið mill- um Tórbjørn Jacobsen og skúlaleiðslurnar hevur ikki verið av tí besta seinastu tíðina. – Eg havi avmarkaða tíð, tað sum eftir er av hesum valskeiðnum. Men eg fari at leggja meg eftir at fremja og avgreiða tær mongu ætlanirnar, sum eru stung- nar út í kortið, at loysa átroðkandi trupulleikar og at seta nakrar nýggjar ætlanir í verk, segði Óli Holm á tíðindafundinum hósdagin. POLITIKKUR & SAMFELAG Rokaligi skiparin er nú farin av brúnni í Mentamálastýrinum. Nýggjur skipari er hovligi skúlalærarin úr Vági, Óli Holm VAKTARSKIFI John Johannessen Tórbjørn Jacobsen er nú minstraður av sum skipari á føroysku mentanarskútuni. Og seinnapartin í gjár var Óli Holm hjá løgmanni og mysntraði sum nýggjur skipari. Orsøkin til vaktarskiftið er, at Tórbjørn Jacobsen hevur tikið avleiðingarnar av, at hann er ov bulraligur í atburði – so mikið buldra- ligur, at hann sambært skúlastjóranum í Vest- manna tveitti varaskúla- stjóran á dyr, tí hon var donsk. Og so mikið rok- mikil, at hann í øði alment skýrdi løgmann at vera danskan leigusvein. Tórbjørn Jacobsen viður- kennir, at hann er rokmikil av lyndi. Orsøkina sigur hann vera, at hann er sjó- maður, og tí hevur sjó- manslyndi - hóast tað eru teir fægstu sjómennirnir, ið bera seg at sum Tórbjørn. Nýggi skiparin, Óli Holm, er ikki skipara- lærdur. Hann hevur danska læraraútbúgving frá Nørre Nissum Seminarium, og hevur fyrst starvast sum lærari í Danmark, og síðani í nógv ár sum vara- skúlastjóri – ella kanska stýrimaður í Vágs skúla. Tó hevur Óli Holm sínar røtur á sjónum. Pápi hans- ara, Alfred Holm, var kend- ur skipari í Vági, og sjálvur hevur Óli eisini verið nógv til skips. Men róp og geyl og ta stóru garteringina skulu vit kortini ikki vænta okkum av Óla Holm. Hann er kendur, sum ein hóvligur maður, ið arbeiðir í tí stilla og fær nógv burtur úr, hóast hann ikki ger so nógv burtur úr sær sjálvum. – Tú fært meg ikki at leggja beinini upp á borðið, segði Óli Holm, tá Sosial- urin í gjár bað um at fáa mynd av nýggja lands- stýrismanninum handan skrivaraborð sítt. Buldribassin er farin Vaktarskifti á Mentamálastýrinum. Óli Holm tók í gjár við sum nýggjur landsstýrismaður í mentamálum eftir Tórbjørn Jacobsen Mynd: Jens Kristian Vang Óli stovnar mentanarráð Tað er synd, at Tór- bjørn Jacobsen fer frá, sum landsstýris- maður. Hetta heldur álendski menta- málaráðharrin, Gun Carlsson, sum hevur verið hugtikin av Tórbjørn, síðani fyrstu ferð, tey møtt- ust VITJAN John Johannessen – Eg haldi tað vera synd, at Tórbjørn Jacobsen nú fer frá, sum landsstýris- maður í mentamálum. Tí eg trúgvi, at hann er góður fyri Føroyar. Soleiðis segði álendski mentamálaráðharrin, Gun Carlsson, sum hesa vikuna hevur vitjað í Føroyum, á tíðindafundi í Mentamála- stýrinum mikudagin. Vitjanin í Føroyum kom í lag, eftir at Tórbjørn Jacobsen á almennari vitj- an í Álandi í fjør, beyð Gunn Carlsson at koma til Føroya. Hugtikin frá fyrstu ferð Gun Carlson og Tórbjørn Jacobsen hittust fyrstu ferð, tá Tórbjørn Jacobsen var á síni fyrstu almennu uppgávu uttanlands. Hetta var á norðurlendskum fundi í Århuus. Á fundinum í Århus helt Tórbjørn Jacobsen eina av sínum kendu, mergjaðu røðum. Og røðan hugtók álendska mentamálaráð- harran so nógv, at hon beinan vegin beyð Tór- bjørn at koma til Álands. Tórbjørn tók av, og síðani hevur sambandið millum mentamálaráðharrarnar í báðum smálondunum verið av tí allar besta. Kann læra av Føroyum Álendski mentamálaráð- harrin heldur tað vera nógv á skúla- og mentan- arøkinum í Føroym, sum álendingar kunnu læra av. Millum annað heldur Gun Carlsson tað vera ógvu- liga áhugavert, at til døm- is føroyskir maskinmeist- arar hava møguleika at taka pedagogisk skeið, og síðani sleppa at undirvísa á maskinskúlum. – Hetta er avgjørt ein skipan, ið vit eru áhugað í og ynskja at fáa í Álandi. Eisini eru vit ógvuliga hugtikin av tykkara út- varpi. Í Álandi hava vit einki útvarp, segði Gun Carlsson á tíðindafundi- num mikudagin. Men Tórbjørn Jacobsen heldur eisini, at føroyingar kunnu læra nógv av Álendingum. Til dømis vísir hann á, at í Álandi eru fysisku karmarnir hjá skúlunum langt framman fyri karmarnar í Føroyum. Álendski mentamálaráðharrin: Tórbjørn er hugtakandi C M Y K 7 6