Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-22, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. februar 2008síða 36

‹ fyrra síða allar 108 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 38 - 22. februar 2008 átrúnaður Lagt til rættis: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Sálmasang­urin vinnur frama Danmark: Morgunsangurin er horvin úr donsku fólkaskúlun­ um, men sálmarnir eru kortini komnir inn aftur í skúlan. Hetta hendir millum annað í Ribe Stift, har 9000 ungdómar í ár eru við í sálmatoyminum “Gud og Hvermand”, sum fólkakirkjuliga skúlatænastan hevur sett í verk. – Eingin ivi er um, at meiri fokus er komið á sálmarnar í fólkaskúlanum. Tað er væl umtókt at syngja, og samstundis royna vit at leita aftur til tey virðini, sum eru grundarlagið undir mentan okkara, verður sagt. Í fulltíðartæn­ astu fyri Harran Hvalba: Hjúnini Svein og Vanja Petersen fara hetta árið at virka innan andaligt arbeiði í Føroyum fulla tíð. Saman við leiðsluni í heima­ samkomuni “Vitnið” í Hvalba fara út at tæna í og út frá hesi samkomuni, eins og tey hava gjørt seinastu árini. Á heimasíðuni hjá Kristnastovu verður sagt, at tey hesa fyrstu tíðina fara at samstarva við Svenning av Lofti og Páll á Lakjuni við fundarrøðum teirra kring landið. Stórur tørvur á Bíblium Kina: Hvønn einasta dag leggjast í túsundatals kinverjar aftrat undirgrundarkirkjuni í landinum. Hetta hevur aftur skapt tørv á Bíblium til hesi trúgvandi fólkini. Eitt føroyskt átak, undir leiðslu av Jógvani Zachariassen og Jeffri Johanne­ sen hava sett sær fyri at útvega pening til at nøkta henda tørvin. Bíbliurnar kosta ikki meiri enn 20 kr. stykkið. Stovnað er ein konto í Eik “Bíbliur til Kina”, hagar fólk kunnu flyta pening, um tey vilja stuðla bíbliuarbeiðinum, og sum bróðir Yun – betri kendur undir navninum “hin himmalski maðurin” – stendur fyri. Tú skalt ikki ræðast teir, tí at Harrin, Guð tín, er við tær, hin mikli øgiligi Guð (5. Mós. 7,21) Í bókini “At liva Guds lív” skrivar John Ortberg: “Saman við einum vini skuldi eg dvølja tvær vikur við bøn í Etiopien, um somu tíð sum marxistarnir høvdu valdið í landinum. Undirgrundarkirkjurnar bóðu meg taka 50 námsbíbliur við. Hóast mær ikki dámdi at smugla Bíbliur, avgjørdu vit kortini at gera hetta. Tað, sum ein kundu vænta fór at henda, hendi nevni­ liga, tá tollararnir lótu kuffertið upp og løgdu hald á Bíbliurnar. Fáar dagar seinni fingu við eini telefonboð um, at ovasti leiðarin í tollvaldinum ynskti at tosa við leiðararnar í kirkjuni. Vit óttaðust tað ringasta – kirkjuleiðarar í Etiopien vita alt um at sita fongslaðir, í roynd og veru so nógv, at teir kalla fongslið fyri “Universitetið”. Tað er nevniliga hagar, Gud sendir teir leiðararnar sum hann veruliga ynskir at vaksa í tæn­ astuni. (Eins og Jósef í Bíbliuni vórðu nakrir teirra brúktir sum avloysarar fyri vaktirnar, tá teir høvdu sín steðg. Teir tømdu riffl­ urnar fyri lóður og góvu tær til teir kristnu fangarnar sum stóðu á varðhaldi, til teir komu aftur). Ímynda tær ta óvæntaðu gleðina, tá tann almenni leiðarin í tollvaldinum segði: “Hesar Bíbliurnar eru ólógligar. Tit kunnu eiga tær, men við einari treyt – sig ongum frá tí: Eg vil fegin hava eitt eintak til mín sjálvs”. Og Ortberg sigur: ­ Henda dag­ in gjørdist Gud mín eitt sindur størri! Hvørja ferð tú tekur eitt fet í trúgv, verður tín Gud eitt sindur størri og tú skilir sannleikan í orð­ unum hjá Paulusi: “Men honum, sum er mentur í øllum lutum at gera langt út um alt tað, sum vit biðja um ella skilja, eftir teirri kraft, sum virkar í okkum, honum veri æra í kirkjuliðinum og í Kristi Jesusi gjøgnum allar ættir, um aldur og allar ævir! Amen” (Efesusbrævið 3,20) (Kelda: ubc.dk) orðið Ein arbeiðsbólkur arbeiðir í hesum døgum við at savna saman hugskot til tilfari, sum kann brúkast í sunnudagsskúlunum Heimamissiónin: Ætlanin er at savna so nógv og fjølbroytt tilfar saman sum gjørligt, fyri síðani at savna alt hetta saman í ein sokallaðan “hugskotsbanka”, stendur at lesa á www.mission.fo. Tá tilfar er komið í bankan, verður tað lagt út á alnetið, har ein og hvør kann gera brúk av tí. ­ Vit ynskja at fáa øll hugsandi hugskot, so sum spøl, leikir, drama, søgur, link til heimasíður – ja, alt sum kann vera við til at gera gleðiboðskapin meiri livandi viðkomandi hjá børnunum, sigur arbeiðsbólkurin, ið er mannaður við trimum fólkum. Við hesum kunnu tey verða við til at geva børnunum eina holla bíbilska undirvísing, samstundis sum tey gjøgnum spæl og annað kenna seg sum ein part av einum góðum og tryggum vinaskara av bæði børnum og vaksnum. Málið hjá arbeiðsbólkinum er “Sunnudagsskúlin – besti tímin í vikuni”, og verður gjørligt at heinta tilfarið á heimasíðuni hjá Heimamissiónini. Nýg­g­jur banki fyri sunnudag­sskúlan Ein kirkjulig rørsla í Eysturríki og Týsklandi heitir á fólk um ikki at brúka bilin í føstuni ­ Vit ynskja at gera fólk tilvitað um, hvat privatbilurin ger við tey og umhvørvið, sigur Katharina Kampf, sum stendur fyri átakinum “Autofasten” í Wien. Í báðum londunum eru nú lokalir bólkar sum tosa um at fasta móti bilnýtslu. Katólska og protestantiska kirkj­ an í Eysturríki eru farnar saman í hetta serstaka føstuátakið, sum nú verður skipað triðja árið á rað. Í fjør vóru 3600 eysturríkarar við í átakinum, sum varir frá føstulávint til páskir. ­ Mong teirra sum er við í átak­ inum gevast at koyra bil í føstuni, meðan onnur minka um nýtsluna. ­ Fleiri eru eisini við, sum als ikki brúka bil. Tey síggja hetta sum ein møguleika at vera við í einum samstarvi sum er til gagns fyri heilsuna og umhvørvið, sigur Katharina við norska blaðið Vårt Land. Umhvørvi og heilsa Átakið “Autofasten” hevur nógv argument ímóti at brúka bilin. Árinið á umhvørvið er nevnt, millum annað útlátið av CO2. Eisini tey mongu bilóhappini verða brúkt sum argument í átakinum. ­ Tað eru sjálvandi ikki øll sum kunnu gevast at koyra bil. Men hesi binda seg til at hava eitt annað koyrimynstur. Tey minka um ferðina, og minka sostatt um vandan fyri ólukkum og CO2­ útláti, sigur Katharina, sum nýtir orðið “syndugt”, tá hon umrøður privatkoyringina. Men “Autofasten” er ikki nøgt við bert at heita á fólk um at seta bilin frá sær. Átakið tosar eitt greitt um kollektivan flutning og súkkling. ­ Í øllum bispadømum í Eystur­ ríki eru nú skipað lottarí’ir, har vinningurin er eitt árskort ella mánaðarkort við bussi. Vit tosa so nógv um tær positivu síðurnar av at súkkla. Samstundis sum ein ikki dálkar, fær ein góða venjing, sigur Katharina Kampf, sum leggur dent á, at “Autofasten” ikki ynskir at moralisera mótvegis teimum, sum framvegis velja at koyra við egna bili sínum. ­ Lat bilin standa í føstuni Kollektivur og flutningur eru eisini partur av átakinum „Autofasten“ í Eysturríki og Týsklandi (Mynd: bistummainz.de)