Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-22, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. februar 2008síða 36

‹ fyrra síða allar 108 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Óbevíst hava ljóðviðurskifti stóra ávirkan á, hvussu trivnaðurin er í einum heimi. Men tá samanum kemur, hvussu nógvir privatir set­ húsabyggjarar munnu gera sær stórvegis tankar um, hvussu tey ymsu rúmini í húsinum verða plaseraði í mun til hvørt annað, so størst møgulig atlit vera tikin fyri óljóði og gangi í tí nýggja heiminum? Helst er tað rættiliga ivasamt. Tann føroyingurin, sum uttan hevur størstu royndir­ nar á hesum øki, er Johann­ es Steingrund í Saltangará. Líka síðani tíðina sum tann­ áringur hevur hann fingist við ljóð á ymsan hátt. Tey fyrstu árini sum tónleikari, seinni útvarpsteknikari og síðani sum sivilverkfrøðingur við serkunnleika í akustikki ella ljóðviðurskiftum. Har­ afturat hevur Johannes Steingrund minst 25 ára royndir handan miksipultin hjá bæði kendum og minni kendum tónleikarum og tónleikabólkum. Líka síðani Johannes Steingrund varð liðugur sum sivilverkfrøðingur á Dan­ marks Tekniske Universitet í Lyngby, hevur hann arbeitt fyri mikron­ og ljóðmátara­ fyritøkuna, Brüel & Kjær. Bæði í Danmark og Týsk­ landi. Tey seinnu árini hevur hann verið leysari knýttur at fyritøkuni, tí uppgávurnar viðvíkjandi ráðgeving í Føroyum eru vaksandi. Serliga í sambandi við nógvar størri og smærri byggiverkætlanir, har ráðgev­ andi verkfrøðingar, arktiktar og byggiharrar vilja hava ljóðviðurskiftini so góð sum tilber; alt eftir hvat tann ávísi bygningurin skal nýtast til. Eisini nógvir privatir húsa­ byggjarar hava konsulterað ljóðmannin í Saltangará, áðrenn teir eru farnir í gongd við at byggja ella umbyggja. Trý atlit at taka Sambært Johannes Stein­ grund eru tað í høvuðsheit­ um trý atlit, ið skulu takast í sambandi við sethúsa­ og íbúðarbygging í sambandi við ljóð. Tað fyrsta er, hvussu langur eftirklangurin er, tað næsta hvussu rúmini verða løgd í mun til hvørt annað, og tað triðja er, um fleiri familjur búgva í sama húsi ella á sama matrikuli. Til dømis í kjallara­ og ella loftsíbúð ella tá talan er um tvíhús. Jú, harðari veggir, loft og gólv eru, jú størri ella kraftigari verður eftirklang­ urin og kemur harvið at streingja tey, sum eru í rúmi saman, meiri enn neyðugt. Hetta umfatar alt ljóð í rúmi­ num; tónleik, tos, spæl, barnagrát ella annað. Um hædd verður tikin fyri ljóð­ viðurskiftum, tá eitt rúm verð­ ur innrættað, so gerst ljóðið munandi minni belastandi fyri øll húsfólkini. Tað er ein royndur lutur, at áhaldandi óljóð og larmur ávirkar hoyrnina og psykuna hjá hvørjum einstøkum. Tí snýr tað seg um at stytta Hugsa um ljóð tá tú by Tá fólk seta búgv, er týdningarmikið at geva sær far um ljóðviður­ skiftini í nýggja heiminum. Sum heild hugsa set­ húsabyggjarar ov lítið um at doyva ljóðið, so tað gerst livilig­ ari fyri alla familj­ una, sigur ljóð­ serfrøðingurin, Johannes Stein­ grund