Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-22, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. februar 2008síða 42

‹ fyrra síða allar 108 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

42 Nr. 38 - 22. februar 2008 lýsingar KVØLD-BUFFET Vit byrja kvøld-buffet aftur hósdagin 14/2 kl. 17:00. Einans 155,- Børn 55,- Hósdag – leygardag 17-22 Sunnudag 12-22 Tlf. 318698 / 218668 / 227897 FFA. A.GRA RAVSTEINAR VSTEINAR Velbastaðvegur 45 Box 336 110 Tórshavn Tlf. 320370 Fax. 321470 Far. 214270 Opið: mánadag - fríggjadag 900-1700 annars sambært avtalu. Sjónband - 31 77 74 Nýggj vøruskrá fæst! VA S K I F Ó L K til Føroya Handilsskúla í Tórshavn at byrja skjótast møguligt Søkt verður eftir vaskifólki 18 tímar um vikuna. Vaskað verður í tíðarbilinum kl. 15.00 til 17.30. Nærri uppslýsingar fáast við at ringja til Zacharias Johansen, húsavørð tlf. 224693. Løn sambært sáttmála hjá Havnar Arbeiðskvinnu- felag. Skrivlig umsókn, at senda til: Føroya Handilsskúla Postsmoga 177 · 110 Tórshavn Suðurstreymoyar Eystara Prestagjald Søkt verður eftir sóknarpresti til Suðurstreym- oyar Eystara Prestagjald vegna prest í barns- burðarfarloyvi og longdum farloyvi. Talan er um eitt fulltíðarstarv, ið er tíðaravmarkað frá 1. apríl til 15. august 2008. Starvið er skipað sum hjálp hjá dómpróstinum. Lønin er samsvarandi fyribils sáttmála við Fíggjarmálaráðið. Tæn- astubústaður er ikki til starvið. Einki íbúðar ískoyti verður givið. Umsøkjarar, ið ikki eru prestvígdir, mega senda prógv og váttan frá Prestaskúlanum saman við umsóknini. Um- sóknin verður send til Biskupin, J. Paturs- sonargøta 20, Postsmoga 8, F0-110 Tórshavn. Umsóknin skal verða biskupinum í hendi í seinasta lagi tann 7. mars 2008, kl. 15.00. Føroya Stiftsstjórn J. Paturssonargøta 20 Postrúm 12 FO- 110 Tórshavn stift@folkakirkjan.fo. Vit sóknast eftir starvsfólki at arbeiða á ísframleiðslu okkara. Arbeiðið umfatar alt vanligt arbeiði, sum er á einari ísframleiðslu. Frá 1.apríl til og við 30. august er arbeiðs- tíðin umleið 40 tímar um vikuna. Í vetrarhálvuni er arbeiðstíðin umleið 25-30 tímar um vikuna í miðal. Løn sambært nærri avtalu. Eru spurningar um arbeiðið, eru tit væl- komin at ringja til okkara. Tlf: 316244 Vinarliga sendið skrivliga umsókn til P/F FÓM Postsmoga 154 110 Tórshavn Star vsfól k til F óm Aðalfundur Maskinmeistarafelagið hevur ársaðalfund leygardagin 8. mars kl. 14 á Hotel Hafnia skrá sambært lógini. Petur Zachariassen, formaður í Útbúgvingarráðnum fyri sjóvinnu- útbúgvingar heldur fyrilestur um framtíðar maskinmeistaraútbúgving. Aftaná fundin verður ábit. Nevndin Heilsucafé í Skálanum Í samband við Torradagar hava vit heilsucafé í Skálanum leygardagin 23.02.08 frá kl. 14.00-18.00. Høvi verður at máta blóðtrýst, puls, blóðsukur, BMI og Peak-Flow. Eisini verður møguleiki at fáa gjørt eina konditest. Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í heilsumálum, verður við. Klaksvíkar Sjúkrahús Klaksvíkar Sjúkrahús 700 Klaksvík · Tlf: 45 45 45 · Fax: 45 73 63