fríggjadagur 22. februar 2008síða 41
‹ fyrra síða allar 108 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
41
vórðu mong føroysk mynd
evni skapað úr hesum
mongu ymisku litunum.
Móðir gav íblástur
Spurningur hansara var
kortini alla tíðina, um hetta
kundi føra til nakað meiri?
Ein dagin fekk hann eisini
svar uppá tann ivan.
Ein av keldum hansara til
íblástur var móðir hansara,
sum ein dagin kom á vitjan.
Við sær hevði hon eina
reproduktión av einum
málningi frá teimum egypt
isku kongagrøvunum. Tá Eli
hugdi eftir málninginum,
gjørdist hann sera bilsin:
Eg sá tá, at hesir egypt
isku litirnir líktust akkurát
teimum litunum, sum eg
hevði úr føroysku náttúruni.
At hetta varð roynt fyri fleiri
túsund árum síðani og var
framvegis haldgott, gav
mær ein tryggleika í at
halda fram við royndum
mínum.
Ein fylgja av hesum var, at
hann byrjaði at mála lands
løg, djór, fuglar, steinar og
tey støðini, haðani litirnir
stavaðu.
Tað var ein sera stór
avbjóðing at arbeiða við
teimum føroysku litunum.
Ein má hugsa seg væl um,
áðrenn ein setir litirnar
saman, um ein skal fáa ein
góðan kontrast.
Torførar avgerðir
Henda nýggja menningin av
list hansara hevur ført við
sær, at tann føroyska
náttúran er vorðin honum
sera dýrabar.
Tað er líkasum at eg nú
kann taka tær yndisligu upp
livingarnar úr náttúruni við
mær til hús, eftir ein frálíkan
gongutúr í haganum. Ja,
hugskotini eru ofta so mong,
at tað er torført at taka eina
avgerð, sigur hann við ein
um brosi.
Men tá talan var um lagn
una hjá køkinum, var av
gerðin einføld: Hví ikki royna
og vísa í verki, at tað sum
ein kann gera sum lista
maður, kann ein eins væl
prýða sítt egna heim við?!
Henda fyrsta skápshurðin
gjørdist til fleiri – og síðani til
allar. Borðplátan skifti lit, tað
sama gjørdu skuffurnar í
køkinum og karmurin undir
vindeyganum fekk eisini sítt
serliga eyðkenni.
Tað er eitt hav av møgu
leikum við hesi grótmáling
ini. Ja, ein kundi eins væl
prýtt bæði møblar, gólv,
klædning og loft við hesum
sama, staðfestir hann.
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Útflutningsvøra
Eli Smith veit ikki um onnur listafólk, ið arbeiða
við tí sama sum hann. Men eftir hansara hugsan
eigur ein at hugsa longur fram – og nógv størri.
Møguleiki er nevniliga at skapa arbeiðspláss á
landi, til dømis á útoyggj, um onkur hevur
umstøður til tað.
- Eg hevði ynskt, at føroyingar framleiddu og
vóru meiri kreativir. Nógvar av teimum innfluttu
vørunum kunnu vit saktans gera sjálvi. Vit mugu
hava fleiri bein at standa á. Her kann okkara egna
rávøra, sum finst kring alt landið, koma til heiður
og æru. - So kann ein við tíðini menna øll hesi
hugskotini enn meiri, soleiðis at ein í framtíðini
fer at tosa um Sandoyar-køkin, Svínoyar-sofuna
ella Múla-tekjuna, sigur Eli skemtandi.
Hugskotið er hervið givið víðari. Og Eli vil fegin
geva ráð og vegleiðing til tey áhugaðu!
Hjúnini bæði - Brita og Eli Smith - í »nýggja« køkinum. Ein aldri køkur sum skuldi skiftast út er nú sum nýggjur
Mynd: Jens Kristian Vang