fríggjadagur 22. februar 2008síða 6
‹ fyrra síða allar 108 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Tá ið húsbóndin er útlærdur
málari og frúan hevur lært í
timburhandli, so er tað
kanska ikki løgið, at heimið
er snøgt og lekkurt. Og
hóast hetta eisini er arbeiðs
pláss hjá tveimum listafólk
um við stóra L, so er einki
listarligt kaos at hóma. Ein
skrappur tónleikari flippar út
niðri í kjallaranum, og pensl
ar og lørift fylla eitt arbeiðs
rúm uppiá, men alt húsið er
samstundis so væl og
hugnaligt innrættað, at tað
er týðiligt at her er heimið
ikki ofrað fyri arbeiðið.
Men hugnaliga heimi uppi
í Hoyvík er nógv meira enn
bara eitt vanligt heim. Longu
sum smádrongur droymdi
Kristoffur um, at hann skuldi
eiga eitt tónleikastudio, tá
hann varð stórur. Dreymurin
gjørdist ein ætlan, og tá
hann seinni fór til skips og
síðani í læru, setti hann
pengar av til komandi heim/
studio. Fyri trimum árum
síðani kundu hann og Edith
so flyta í hús við bæði
studio og atelier í kjallara
num.
Gjørdu ávaringar
til skammar
Tað skortaði ikki við ávaring
um, tá ið Kristoffur fortaldi
fólki um sínar ætlanir. Tón
leikarar søgdu við hann, at
hatta kundi ikki vera meira
enn eitt ítriv, tí eingin hevði
nakrantíð fingið slíkt at bera
seg í Føroyum.
Tað fyrstu tíðina var kjall
arin friðarligur. Kristoffur
hevði fingið sítt studio, men
kundarnir manglaðu. So
fekk hann tíbetur høvi til at
gera ein fløgu, og síðani
hevur hann ikki havt ein
stillan dag.
Vit høvdu avtalað, at
hann skuldi geva 100
prosent í tvey ár, og um tað
ikki bar seg til ta tíð, kundi
hann fáa sær okkurt afturat,
og um tað framvegis ikki bar
seg eftir fimm ár, máttu vit
finna eina aðra loysn, greiðir
Edith frá. Men tað gekk
nógv skjótari og nógv betri,
enn tey høvdu torað at
vænta.
Fyri hálvum ári síðani
víðkaði Kristoffur studio, tí
hann og ein annar produsari
løgdu saman. Hetta gjørdi,
at Edith var noydd at flyta
út, men tað hevði hon einki
ímóti, tí hetta gav henni
samstundi mót til at siga
trygga leiðarastarvið frá sær
og arbeiða fulla tíð við listini.
Í dag hevur Edith atelier í
kjallaranum hjá foreldrunum,
men hevur framvegis eitt
arbeiðsrúm við hús.
Heim ella arbeiðspláss
Hóast tónleikabólkar til tíðir
brúka studio til langt út á
náttina, so órógvar tað ikki á
nakran hátt friðarliga heimið,
tí húsið er bygt til at hava
buldraligar tónleikarar í
kjallaranum.
Húsið hevur dupult dekk
við fleiri plátum, so her er
væl og virðiliga ljóðisolerað,
greiðir Kristoffur frá.
Flestu tónleikarar hava
annað arbeiði við síðuna av,
og tí eru upptøkutíðirnar ikki
altíð millum átta og fýra,
men Kristoffur leggur dent á,
at hann ikki arbeiðir alla
tíðina.
Tá eg komi upp til nátt
urða, so er dagurin liðugur,
og eg fari ikki omanaftur
uttan at spyrja Edith fyrst,
sigur hann smílandi.
Kjallarin røkkur
langt út í heim
Nýggir fjarskiftismøguleikar hava givið fólki møgu
leika at arbeiða heima. Men fyri Edith og Kristoffur
Mørkøre er heimaarbeiðsplássið nógv meira enn ein
telda í einum horni. Við góðum evnum og góðum
handilsskapi hava tey í kjallaranum heima við hús
skapt eina success
Seinasta hálva árið hevur Edith havt úr at gera við listini. - Eg angri ikki eina løtu, at eg segði trygga starvið
frá mær og kastaði meg út í hetta. Hon hevur eitt arbeiðsrúm heima, men eftir at Kristoffur hevur víðka um
studio,hevur hon flutt sítt atelier út í kjallaraíbúð hjá foreldrunum
Samanrenningin av list og
handilsskapi sást aftur í kortu
num, sum Edith hevur gjørt og
selur til handlar kring alt landið.
Nú kenni eg marknaðin frá
mínum fyrrverandi starvi, og
eg visti, at tað manglaðu nøkur
meira spennandi og hugnalig
kort. Mær hevur altíð dámt væl
at gera gandadeiggj, og so
fann eg eitt stað á internetinum
har eg kundi fáa myndirnar
printaðar sum kort, greiðir
Edith frá