fríggjadagur 22. februar 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 108 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 38 - 22. februar 2008
Vit fáa ikki avsláttur í
sjónvarpsgjaldinum,
hóast tekniskt brek
hevur ført við sær, at
onki sjónvarp hevur
verið í fleiri dagar
SjónvarpSgjald
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Hóast sendarin hjá sjón
varpinum hevur ligið bakk í
fleiri umførum í seinastuni,
skulu
sjónvarpshyggjarar
ikki vænta sær avsláttur í
sjónvarpsgjaldinum.
Tað staðfestir Kristina
Háfoss, landsstýriskvinna í
mentamálum.
Í løgtinginum vildi Kári
P. Højgaard, løgtingsmaður,
hava at vita um húsarhald
fáa avsláttur í kringvarps
gjaldinum, nú vit hava sitið
við svørtum skermi í fleiri
dagar.
Hann staðfestir, at eftir
lógini, eru tað bert húski,
sum hava tól, sum kann
taka sendingar frá Kring
varpi Føroya, ið hava skyldu
at gjalda kringvarpsgjald.
Veruleikin er sjálvandi,
at øll tól kunnu taka
sendingar, hóast sendarin
er sløktur. Hinvegin er tað
politiski
myndugleikin,
sum hevur skyldina av, at
vit framvegis hava ein
avoldaðan sendara til sjón
varp og millumbylgju og
eitt vánaligt sendinet.
Tí er tað ivasamt, um vit
hava skyldu at rinda tann
partin av kringvarpsgjald
inum, ið er ætlað til
sjónvarpið í hesum tíðar
skeiðinum, sjónvarpið ikki
hevur sent, sigur Kári P.
Højgaard.
Ongin avsláttur
Men Kristina Háfoss ger
greitt, at vit skulu ikki seta
nøsina upp eftir at fáa
avsláttur
í
kringvarps
gjaldinum.
Hon vísir á, at í lógum og
kunngerðum
um
hetta
stendur, at tey, sum hava
tól,
sum
kunnu
taka
sendingar,
skulu
rinda
kringvarpsgjald.
Tað hevur sostatt onga
týdning,
hvussu
nógvar
tímar, Kringvarpið sendir.
Hon sigur, at ein atvoldin
til
trupulleikan,
er,
at
politiski
myndugleikin
hevur ikki megnað at tikið
støðu til, hvussu sendinet
og
sendarar,
skulu
endurnýggjast. Ein onnur
atvoldin er, at ov lítið av
peningi er sett av til røkt.
Hon segði annars, at
samgongan hevur arbeitt
undir hátrýsti at loysa
trupulleikan og hon vónaði,
at uppskot kann leggjast
fyri Løgtingið í næstu
framtíð.
Men hon vísti eisini á, at
tað almenna hevur eisini
skyldu til at tryggja, at allir
borgarar kunnu taka ímóti
sendingunum
hjá
Kringvarpinum.
Kristina Háfoss upplýsti
annars, at í fyrstu syftu verð
ur uppskot lagt fyri Løg
tingið um nýggjan millum
bylgjusendara og um at
byggja FM sendinetið út og
tað verður fyrsta dagin.
Annars verður uppskot
um sjálvt sendinetið lagt
fram seinni, tí har eru
nógvar
kanningar,
sum
skulu gerast, áðrenn endalig
støða verður tikin.
Men hon vissaði um, at
allir
møguleikar
verða
kannaðir, bæði almennir og
privatir, og at Løgtingið
verður kunnað um teir
møguleikar ið eru, áðrenn
endalig støða verður tikin.
Men hon váttaði eisini, at
tað, sum fyribils liggur í
kortunum, er, at útvega eitt
talgilt sendinet til sjónvarpi
við minst fimm rásum til
tað almenna.
Øll, sum kunnu síggja sjónvarp, skulu gjalda, hóast sjónvarpið ikki sendur. Tað hevur sostatt ongan týdning, hvussu nógvar tímar,
sjónvarpið sendir
Noyðast at gjalda fyri kavarok
Í langa tíð hevur verið
arbeitt við ætlanini
at gera ein eftirskúla
í Hvalba, men lands
stýriskvinnan í menta
málum kann onki siga
um, nær hann verður
bygdur
EftirSkúli
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Enn er púra óvist, nær
ætlaði eftirskúlin í Hvalba
kann vera bygdur.
Tað staðfestir landsstýris
kvinnan í mentamálum,
Kristina Háfoss.
Partakvinna
hennara,
Heidi Petersen, spurdi í
tinginum landsstýriskvinn
una, hvørja støðu hon hevur
til
ætlanin
at
byggja
eftirskúlan.
Og nú tað beinleiðis verð
ur skrivað í sjálvum sam
gonguskjalinum, at eftir
skúlin skal byggjast, vónar
Heidi Petersen, at hann
málið kann fáa eina jaliga
politiska viðgerð.
Men
Kristina
Háfoss
kann onki lova.
Hon staðfestir, at tað ber
illa til at vera ímóti eini
slíkari ætlan.
Men fortreytin er, at tað
er ein greið ætlan fyri
skúlanum, at hann er verður
raðfestir í eini langtíðar
ætlan og at tað er ein greiður
tørvur á einum slíkum
eftirskúla og at tørvurin er
útgreinaður.
Kristina Háfoss visti av,
at nógvir føroyingar fara
uttanlands á eftirskúla, men
hon helt, at tað mátti eisini
kannast eftir, hvussu nógvir
av hesum høvdu havt hug at
farið til Hvalbiar á eftir
skúla.
Tað mugu vit vita, so vit
ikki standa við eini stórari
íløgu, sum ikki verður
brúkt.
Hon sigur eisini at nakrir
trupulleikar eru við sjálvari
lógini um sjálvar eftirskúlar,
tí har eru ymsir skeivleikar,
sum mugu rættast.
Ein feilur í lógini er, er at
tað stendur, at bæði land og
kommunurnar skulu rinda
70% í part av ávísum rakstr
arútreiðslum, so at stuðulin
tilsamans verður 140% og
tað er sjálvandi eitt mistak,
sum má rættast.
Tað er eisini staðfest, at
landið fíggjar helvtina av
íløguni, men tað er ikki
heilt greitt, hvør skal fíggja
hina helvtina.
Tilsamans er talan um
ein skúla, sum kostar 90
milliónir at byggja, umframt
at
landsins
partur
av
rakstrarútreiðslunum verður
einar fýra milliónir um árið,
umframt rentur ov adráttir.
Tí segði hon, at tað var
neyðugt at seta seg væl inn
í málið, áðrenn eitt útspæl
kemur.
Hon kundi heldur onki
siga um, hvussu frammaliga
skúlin verður raðfestir í
langtíðarætlanini, sum sam
gongan fer at leggja fyri
allar íløgur, sum skulu ger
ast. Men eftirskúlin verður
ein partur í teirri ætlanini.
Men hon vísti eisini á, at
tað liggja nógvir skúlar fyri
framman at byggja, eitt nú
skúladepil í Marknagili.
Annars skal fundur verða
í næstu framtíð ímillum
mentamálaráðið og stig
takararnar til eftirskúlan
har landsstýsiskvinnan skal
fáa eina frágreiðing um
málið.
Eyðgunn Samuelsen, for
kvinna í fíggjarnevndini
gjørdi vart við, at sam
gongan hevur stórar ætlanir
um skúlabygging bæði í
Marknagili og Vestmanna
og samgongan noyðist at
raðfesta íløgurnar, tí hóast
samgongan er samd um at
leggja stóran dent á undir
vísing, kunnu skúlarnir ikki
fara
við
øllum
íløgu
karminum, sum hann er.
Tí mugu vit taka støðu
til, hvat skal raðfestast
frammiliga og hvat skal
víkja, staðfesti forkvinnan í
fíggjarnevndini.
Lovar ikki eftirskúla í Hvalba beinanvegin
Dragin skipar fyri hugnakvøldi
Stuðulsfelagið Dragin í Klaksvík skipar leygarkvøldið 8. mars klokk
an 19 fyri stórum borðhaldi við sangi, undirhaldi og dansi. Seinastu
vetrarnar hevur tað verið fastur táttur hjá Draganum at skipa fyri
hugnakvøldi í Skálanum. Eftir heitan mat og undirhald verður góður
gamlamannadansur, har Heini Z. Dahl og Jákup Marner Anthoniussen
spæla. Inntøkurnar frá tiltakinum fara allar til at stuðla skúlaskipinum
Dragin, har skúlaungdómurin lærir sjómansskap umborð um veturin,
og eisini lærir at sigla við seglum um summarið.
Skandinavia og Spaðar 5
Tað verður eftir øllum at døma góður hýrur í høllini á Hálsi nú leygar
kvøldið, tá ið Scandinavia og Spaðar 5 spæla til dans, og nógv fólk
hava tryggjað sær atgongumerki til tiltakið. Scandinavia, sum kemur
til Føroya í morgin, er eitt væl umtólk orkestur. Fleiri av limunum hava
spælt saman síðan stovnanina í 1988, og við fleiri enn túsund konsert
um í sjáttuni er talan um eitt av best samanspældu dansiorkestrum
yvirhøvur. Eisini Spaðar 5 við Ólavi Øster og hansara monnum stillar
upp við sterkastu manning, so tað verður fyrsta floks tónleikur alt
kvøldið. Tað er Róðrarfelagið Knørrur, sum skipar fyri kvøldinum, og
avlopið frá tiltakinum fer alt til ungdómsvirksemi felagsins.