Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-22, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. februar 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 108 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 - Onkuntíð kann eg spyrja hana, um hon ikki hevur hug at mála, og so kann eg fara í studio, og tá ið vit bæði eru kreativ, so skilja vit hvønn annan. - Ja, og vit motivera eisini hvønn annan, leggur Edith afturat. - Eg haldi bara tað er positivt, at hann arbeiðir her, tí tónleikarar eru eitt serligt fólkaslag, og vit hava fingið nógvar nýggjar og spennandi vinir ígjøgnum studio. Bæði list og handilsskapur Edith er eisini partur av arbeiðnum hjá Kristoffuri, tí hon hevur bókhaldið og er tann, sum krevur pengar inn. - Hjá mær fyllir tónleikurin rættiliga nógv, og um Edith ikki hevði tikið sær av tí peningaliga, so hevði eg ofta bara funnið meg í nógv- um, sigur Kristoffur. Hann umskyldar seg við, at mann- fólk duga ikki at savna seg um meira enn eitt ting í senn. - Men tónleikararnir lurta eisini betur eftir henni, flennir hann. - Um eg ringi og biði onkran gjalda, so hendir einki, men ringir hon, so er alt orðnað beinan vegin. Edith hevur arbeitt í handli í níggju ár, so handilsskap- urin liggur í fingrunum. Hon lærdi í Timburhandlinum, og tey seinastu tvey árini var hon leiðari í Inspiration í Miðlon. Kunnleikan til føroyska marknaðin hevur hon eisini brúkt til at seta eina kort- framleiðlsu í gongd. - Mær hevur altíð dámað væl at gera gandadeiggj, og tá eg so fann eitt stað á internetinum, har mann kundi printa myndir sum kort, setti eg framleiðsluna í gongd. Kortini selur hon í dag til handlar kring alt landið, og sølan gongur væl. Evropeiskt samstarv Hóast tey hava fingið studio at mala runt, so er føroyski marknaðurin lítil, og prísirnir, sum bólkar gjalda fyri studio í Føroyum kunnu ikki saman- berast við útlendskar prísir. Kristoffur spurdi tildømis ein amerikanskan produs- ara, um hann kundi miksa eina fløgu, teir eru í ferð við at framleiða fyri Jens Martin. Meðan prísurin í Føroyum fyri hetta arbeiðið liggur um 40.000 krónur, kravdi ameri- kanski produsarin 75.000 dollarar. Hetta bar ikki til, og Kristoffur spurdi so ein kendan týskan produsara, hvat hann kundi gera tað fyri. Hann kravdi 160.000 krónur. - Eg segði, at vit kundu ikki gjalda meira enn 80.000, meðan hann helt fast um, at hann ikki kundi fara undir 100.000. So sendi eg honum tveir sangir, sum vit høvdu gjørt, og hann ringdi aftur beinan vegin og vildi sleppa at miksa. So í apríl fer Kristoffur úr kjallaranum til Týsklands. Edith hevur eisini sambond úteftir. Ein danskur framleið- ari, sum hon kennir frá sínari tíð sum handilskvinna, hevur bjóðað seg at keypa sølurættindini til ganda- deiggjkortini í Danmark, Svøríki og Italia. Føroysku listagávurnar eru soleiðis endaðar sum altjóða business, og kjallaraíløgan má sigast at hava loyst seg væl hjá unga parinum í Hoyvík. Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang Bæði Edith og Kristoffur hava gjørt teirra áhuga og ítrív - list og tónleik - til ein góðan vinnuveg. Hetta hava tey gjørt við basa í teirra egna heimi, har tey fyri trimum árum síðani innrættaðu eitt atelier og eitt studio í kjallaranum. Kristoffur hevur arbeitt heima fulla tíð síðani, og í dag er studio so vælkoyrandi, at Edith eisini hevur fingið mót at kasta seg út í listina fulla tíð Kristoffur Mørkøre hevur droymt um at eiga og reka sítt egna studio, síðani hann var ein smádrongur. - Tá eg gjørdi íløguna, ráddu tey flestu mær frá at gera mær ov stórar vónir, tí eingin fekk sovorði at bera seg í Føroyum, greiðir Kristoffur frá. Men í dag, trý ár seinni, hevur hann longu eitt bæði vælkoyrandi og vælumtókt studio Fyri hálvum ári síðani segði Edith starvið sum leiðari í handlinum Inspiratión frá sær fyri at halga seg listina. Men hon er tó framvegis handilskvinna. Og Kristoffur viðgongur, at tað er Edith, sum tekur sær av tí peningaliga og sendir rokningar út. - Hon fær tað at mala runt, tí hon fær pengarnar inn, sigur hann