fríggjadagur 22. februar 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 108 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 38 - 22. februar 2008
Grýtan á Balkan er
framvegis í í kók,
eftir at Kosovo í vik
uni lýsti seg sum
sjálvstøðuga tjóð.
Umframt diplomat
iskar spenningar er
ófriðarligt í Serbia, og
eisini í Kosovo óttast
tey samanbrestir
millum serbiska
minnilutan og kosovo
albanarnar. 23 ára
gamli fuglfirðingurin
John Fornagarð er í
sundurbýtta býnum
Mitrovica, sum partur
av NATOdeildunum,
ið skal tryggja frið í
økinum
KOSOVO
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Tað er friðarligt í Mitrovica
í dag. Men undir friðinum
lúrir óttin fyri ófriði í kvøld.
Teir umleið 500 donsku
NATO-hermenninir í sund-
urbýtta býnum brúka dagin
til at fyrireika seg. Her-
deildin er styrkt við 200 her-
monnum úr Portugal, um-
framt at franskir og eystur-
ríkskir hermenn eisini eru í
økinum. Í minninum standa
hendingarnar fyri fýra árum
síðani, tá Mitrovica varð
rakt av ógvusligum saman-
brestum millum báðar fólka-
bólkarnar í býnum, kosovo-
albanarnar og serbarnar.
Ein brúgv skilir býarpart-
arnar og fólkabólkarnar, og
mesti ófriðurin var á hesi
brúgv.
- Tað, sum vit óttast kann
henda, er at serbiski minni-
lutin í býnum fer at gera um
seg við mótmælisgongum í
kvøld, og at tað fer at elva
til samanbrestir við kosovo-
albanarnar. Vit óttast ikki
ógvusligan ófrið, men vit
mugu vera til reiðar, sigur
John Fornagarð.
23 ára gamli fuglfirðing-
urin hevði bara verið fáar
dagar í Kosovo, tá landið
sunnudagin lýsti seg sjálv-
støðugt at vera. Hann er
undir útbúgving í danska
herinum, og sum partur av
hesum stóð valið millum at
vera sendur til Afghanistan
ella Kosovo. 10. februar
kom hann til Kosovo, har
hann bleiv partur av donsku
NATO-deildini í økinum.
Samstundis sum Kosovo
lýsti seg sum sjálvstøðugt
land, máttu altjóða her-
deildirnar í økinum tryggja
markið til Serbia, umframt
at óttin stóð fyri samanbrest-
um millum kosovoalbanar-
nar og serbiska minnilutan í
Kosovo. Ein av brennideplu-
num í hesum nýggja landi í
Evropa er býurin Mitro-
vica.
- Vit stongja nú allar inn-
koyringar til býin, umframt
at vit gera okkum til reiðar
at berja niður ófriðin, sum
møguliga brestur á í kvøld.
Vit hava serliga útgerð til
slíkt, greiðir John Fornagarð
frá.
Hermenninir í deildini
síggja eina trygd í, at mark-
ið til grannalandið Serbia
er stongt og undir altjóða
eftirliti. Tað minkar um
vandan fyri ófriði. Men tað
prutlar framvegis undir loki-
num, tí serbiski minnilutin
kennir seg ikki væl, eftir at
Kosovo er blivin sjálvstøðug
tjóð og sambandið við Serb-
ia harvið er slitið, í hvussu
so er fyribils.
Altjóða viðurkenning
Í vikuni hava fleiri av heim-
sins
londum
viðurkent
Kosovo sum sjálvstøðuga
tjóð. Hósdagin kom viður-
kenningin frá donsku stjórn-
ini, og tá mistu donsku her-
menninir í Kosovo sam-
stundis sína óheftu støðu.
Kortini metir John Forna-
garð tó ikki, at tað er blivið
meira ótrygt at vera danskur
hermaður í Kosovo.
- Nei, tað geri eg ikki.
Sum hermenn hava vit alla
tíðina roynt at vera so óheft-
ir sum møguligt. Eftir
donsku
viðurkenningina
vóru tað nakrir serbar í bý-
num, sum róptu eftir okkum
á gøtunum, men enn hava
vit ikki merkt nakran bein-
leiðis ágang, sigur John
Fornagarð.
Hann greiðir frá, at henda
vikan hevur verið merkt av
stórum
fagnaði
millum
kosovoalbanarnar, eisini so
hvørt sum altjóða samfe-
lagið
hevur
viðurkent
nýggju tjóðina.
- Her var fagnaður í gøtu-
num. Fólk ballaðust. Onkur
tveitti tó hondgranatir og
onnur skutu upp í loft. Men
sum heild var talan um
fagnað í gøtunum, har eisini
vit hermenn vórðu fagnaðir,
sigur John Fornagarð.
Hálvt ár á Balkan
23 ára gamli fuglfirðingurin
hevur bundið seg til at vera
partur av donsku hermegini
í Kosovo í eitt hálvt ár, og
hann skal tí vera á Balkan
til einaferð í august.
- Eg rokni við at hetta
verður ein spennandi tíð
við nógvum avbjóðingum.
Ikki minst verður spennandi
at fylgja við, hvat hendir
við serbiska minnilutanum
í Kosovo, og hvussu vit
kunnu samstarva við tey,
samstundis sum Danmark
jú stuðlar kosovoalbanun-
um.
John Fornagarð hevur tó
góðar vónir um, at tað fer at
ganga væl at tryggja friðin í
hesum nýggja landinum í
Evropa.
Tilsamans fýra føroyingar
eru í Camp Olav Rye, sum
danska herdeildin í Mitro-
vica nevnist. Tveir eru í
flutningsdeildini,
ein
í
stríðsdeildini og sjálvur er
John Fornagarð í pansara-
deildini.
Hýrurin er góður í dag,
men undir friðinum lúrir
óttin fyri, at ófriður brestur
á millum serbar og kosovo-
albanar, tá myrkrið leggur
seg yvir sundurbýtta Mitro-
vica.
Reistrup á pall í Århus
Árligi aðalfundurin hjá Føroyingafelagnum í Århus verður
leygardagin. Á fundinum verður millum annað val av nýggjum
formanni, nú greitt er, at formaður felagsins seinasta árið, Hergeir
P. Vang, leggur frá sær. Eitt av høvuðsevnunum á fundinum verður,
hvussu felagið í Århus kann fáa fíggjarligan stuðul úr Føroyum.
Sum nú er, er Århus kommuna einasti almenni stuðulin hjá
felagnum. Um kvøldið skipar Føroyingafelagið fyri grýluveitslu,
og føroyski trubadururin í Århus, Høgni Reistrup, fer at spæla fyri
landsmonnunum í býnum. Meir fæst at vita um grýluveitsluna og
aðalfundin á heimasíðu felagsins www.aarstova.dk
Kári formaður í útnorði
Tað er nú greitt, at tað verður Kári P. Højgaard úr Sjálvstýrisflokkinum,
sum verður formaður í útnorðurráðnum hjá løgtinginum. Tað er greitt, eftir
at ráðið skipaði seg á fundi í mogun. Ráðið valdi eisini Andreas Petersen úr
Javnaðarflokkinum til næstformann. Í ráðnum er eitt umboð fyri hvønn
flokk og hinir ráðslimirnir eru Poul Michelsen úr Fólkaflokkinum, Bergtóra
Høgnadóttir Joensen úr Tjóðveldi, Magni Laksáfoss úr Sambandsflokkinum
og Jenis av Rana úr Miðflokkinum. Varalimir eru Kári á Rógvi fyri
Sjálvstýrisflokkin, John Johannessen fyri Javnaðarflokkin, Jógvan á
Lakjuni fyri Fólkaflokkin, Páll á Reynatúgvu fyri Tjóðveldi, Alfred Olsen
fyri Sambandsflokkin og Bill Justinussen fyri Miðflokkin.
Ófriðurin lúrir í Mitrovica
Illir serbar við markið inn í Kosovo, sum varð stongt, tá landið
lýsti seg sjálvstøðugt
John Fornagarð, høgrumegin, skal vera hálvt ár í danska Camp Olav Rye, sum er í Mitrovica