Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-22, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. februar 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 108 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Her er nakað av tí, sum tú kundi ynskt tær at átt. Her er eisini okkurt, sum tú ongantíð hevur droymt um at eiga. Eitt sindur av krammi og kromi til tann, sum vil eiga okkurt, sum er hent – og stuttligt – at eiga Kramm og krom Kameratelefonin Við K850i eru fartelefonirnar veruliga farnar at bjóða digitala fototólinum av. Hendan fartelefonin frá Sony Ericsson er ikki tann fullkomna telefonin, men tá ið tað kemur til kombinatiónina av fototóli og fartelefon, so fáast telefonirnar ikki nógv betur enn hendan . K850i telefonin er heldur tjúkk, og tastirnir eru í so strævnir – men 5 megapixel fototólið kann taka myndir, sum kunnu breggja sær av at líkast veruligum myndum. Vegleiðandi prísur: 4.500 kr. - www.sonyericsson.com Tað kann verða, at tú ikki líkist superhetjuni, men við hesum bilinum kanst tú í øllum førum lata, sum um tú ert nakað heilt serligt. Fuelvapor Alé er ein frekur bilur við trimum hjólum. Sær næstan út, sum um hann ikki er heilt liðugur bygdur, men við 180 hestum kann hann fresa frá 0 til 100 km/t upp á fimm sekund, og heldur tú nóg leingi á speedaranum og gloymir alt um klippini og rættarmál, so kanst tú koma upp á 230 km/t. Bilurin er ikki farin í framleiðslu enn, men leitað verður eftir íleggjarum. – www.fuelvaporcar.com Óneyðugt fjas Sløkk ljósið, vel ein góðan sang á mp3- spælaranum á telduni og koyr hart frá. Hesir stuttligu hátalararnir hava eitt innbygt ljósshow, sum fylgja við tónleikinum, sum tú spælir. Akkurát tað, sum tú hevur brúk fyri eitt leygarkvøld. Og tá ið mánadagurin bankar á hurðina, kunnu hátalararnir stillast soleiðis inn, at teir lýsa – og ikki bleiktra. Vegleiðandi prísur. 479 krónur – www.gadgets.dk Koyr á trimum hjólum Dog tag var upprunliga gjørt fyri at kunna eyðmerkja amerikanskar hermenn, sum doyðu í bardaga, men hálsketan við hundamerkinum er við tíðini blivin nógv meira enn tað. Nú er Dog tag ofta partur av tinganeyst-røðini hjá einum og hvørjum tónleikabólki ella ítróttarfelag. Tú kanst eisini gera tær títt egna Dog tag við upplýsingum um teg sjálvan. Hvat við at gravera navn, føðidato, blóðflokk og aðrar viðkomandi upplýsingar á títt dog-tag? Og so skal tað sjálvandi verða eitt Full US Size 1 í massivum silvuri. Vegleiðandi prísur: 240 kr. – www.soelvhalskaede.dk Glasið til kennaran Single malt whisky stendur so sterkt sum ongantíð áður, og nú ber eisini til at fáa eitt serligt whisky-glas, sum skal gera upplivilsið at royna tey ymsu whisky- sløgini betur. Glencairn glasið er gjørt í samstarvi millum skotskar whisky- framleiðarar og onnur í bransjuni, og glasið verður kallað tað offisiella whisky- glasið. Nei, tað líkist ikki teimum trillrundu gløsunum í amerikanskum filmum, men hetta glasið skal verða so gott, at sjálvt enska drotningin hevur latið tí eina virðisløn sum eitt serligt gott átak. Vegleiðandi prísur: 65 krónur - www.glencairn.co.uk Títt egna hundamerki Lagt til rættis: Eyðun Klakstein