fríggjadagur 22. februar 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 108 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 38 - 22. februar 2008
Ferja aftur seinkað
Tað gongst sera illa hjá norska ferjureiðarínum
Color Line at fáa fatur á teirri nýggju ferjuni, sum
skal sigla ímillum Suðurnoreg og Danmark.
Upprunaliga skuldi ferjan fara í sigling í desembur,
men nú er greitt, at tað verður í fyrsta lagi 13- mars
ella eina viku fyri páskir. Tað er Aker-skipasmiðjan
í Finnlandi, sum byggir ferjuna. Talan er um eina
skjóttgangandi ferju, og tað er ikki av ongum, at
hon hevur fingið navnið Superspeed 1.
Statoil í vindorku
Norska Statoil/Hydro arbeiðir við einari ætlan um
at seta 88 havvindmyllur úti fyri ensku
eysturstrondini. Vindmyllurnar verða ætlandi settar
upp á 10 favna dýpi einar 10 fjórðingar eystur úr
býnum Norfolk. Árliga framleiðslan er mett til 1,1
TWh. Talan er um eina verkætlan, sum Statoil/
Hydro og enska felagið Evelop eru felags um, og
partarnir skulu eiga 50 prosent í part. Gongst sum
ætlað, fara myllurnar at mala um trý ár, skrivar
NTB.
Størsta og kanska
mest framsøkna
orðabókaverk á
føroyskum kemur
í dag á marknaðin.
Talan er um enskt-
føroyskar orðbøkur,
ið koma út sum
bøkur, fløga og
internethald
Útgáva
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Tað eru Annfinnur í Skála
og
Jonhard
Mikkelsen,
sum hava skrivað og rit-
stjórnað nýggju føroysku-
ensku og ensku-føroysku
orðabøkurnar, og seinna-
partin í dag løgdur teir bøk-
urnar fram alment á sam-
komu á Læraraskúlanum.
Tað var mett at vera eitt
stórt framstig fyri føroyskt
mál, tá føroyingar í 1984
fingu
ta
ensk-føroysku
orðabókini hjá Jóhannesi
av Skarði. Men hann gjørdi
fleiri ferðir sjálvur vart við,
at henda orðabók var ov
lítil at nøkta tørvin hjá
næmingunum í hægru skúl-
unum. Tí kom nýggj ensk-
føroysk orðabók út í 1992,
sum Stiðin gav út. Annfinn-
ur í Skála og Jonhard Mikk-
elsen vóru eisini við í tí
arbeiðinum.
Tað eru soleiðis liðin 16
ár, síðani seinasta enska
orðabókin kom út á før-
oyskum. Hesi árini hava
Annfinnur í Skála og Jon-
hard Mikkelsen arbeitt við
at gera nýggjar orðabøkur,
og nú koma tær loksins á
marknaðin.
Føroyska-enska orðabók-
in telur 1950 síður og er
nógv tann størsta orðabókin,
sum er útgivin í Føroyum.
Ensk-føroyska orðabókin
byggir á ensku-føroysku
orðabókina frá 1992. Hon
hevur helmingin fleiri leiti-
orð enn tann gamla og telur
slakar 1600 síður.
Felagið Sprotin gevur
bøkurnar út.
Mennirnir aftanfyri stórstu orðbókaútgávu í Føroyum
nakrantíð, Anfinnur í Skála og Jonhard Mikkelsen
Savnsmynd
Nýggjar orðabøkur á marknaðin í dag
Stigvísa »euroser-
ingin« av íslendska
búskapinum er
»ógvuliga trupul og
allarhelst óstøðug«,
er ávaringin, sum
íslendska stjórnin
fekk í síðstu viku.
Samstundis varð heitt
á stjórnina um at velja
millum egna krónu
ella evruna
BÚSKaPUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Richard Portes, óhefti høv-
undurin av eini frágreiðing
um íslendska búskapin, sig-
ur, at einvegis eurosering
var møgulig, og nýtist ikki
at ávirka politiska íslendska
sjálvræði.
- Orsakað av óvanliga
høgum peningakursum gera
sína ávirkan á íslendsku
prísirnar, og líka óvanliga
stórur fíggjarligur opinleiki
í Íslandi, fer einvegis euro-
sering ikki at ávirka pen-
ingaliga politiska frælsi,
greiddi hann íslendska hand-
ilskamarinum frá.
Hetta kemur fram í eini
tíð, har kjakið seinastu vik-
urnar er økt um Íslendska
eurosering, eftir at Lands-
bankin Íslands hevur nokta
eini umbøn frá landsins
størstu fyritøku um at
skrotta krónuna og nýta
evruna ístaðin.
Kaupthing, sum hevur eitt
samlað virði av 420 milli-
ardum donskum krónum,
søkti, sum næsti íslendski
bankin, um at skráseta sínar
konti, fíggjarligu fráboðanir
og partabrøv í evrum. Aðrar
fyritøkur ynskja eisini at
gera tað sama.
Men á sama fundi í
handilskamarinum,
sum
Portes legði sína frágreiðing
fram, segði ein nevndarlimur
í einum stórum europeiskum
banka, Jürgen Stark, at hans-
ara banki var ímóti, at eitt
ikki-europeiskt land ein-
vegis slapp inn í evru-
samgonguna.
- At eitt ES-limaland ella
ein
komandi
ES-limur
sleppur at taka eitt »short
cut« inn í moneytaru sam-
gonguna. heldur enn at
ganga almenna vegin, kann
gerast eitt afturstig fyri tað
landið og kanska fyri alt
evruøkið, segði hann.
Richard Portes heldur tó,
at kostnaðurin av at fara
upp í evru-samtakið – eitt
nú missurin av prentaðum
pengaseðlum og missurin
av »lender of last ressort«
(aloftast landsins Lands-
banki), hava minni týdning
enn fyrimunirnir. Millum
fyrimunirnir eru størri ferð
á vinnulívið og íløgurnar,
fall í kostnaðinum av pen-
ingaflytingum, ein størri og
meiri flótandi fíggjarmarkn-
aður, forðan fyri spekulatión
í pengakursunum, og forðan
fyri peningakurshandli og
peningakurs ójavnum.
Íslendskir bankar vilja
vera við, at við at nýta evr-
una avspeglar tað handils-
skap teirra um alt Europa
og ger peningakursirnar
tryggari, skrivar Financial
Times.
Ávara móti »eurosering«
Serfrøðingar eru ósamdir um, hvørt tað er rætt at eurosera íslendska fíggjarmarknaðin