fríggjadagur 22. februar 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 108 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Kulur
kuldi
Hvat kann verða betri
enn eitt megastórt køli-
og fyrstiskáp, sum
enntá kann syrgja fyri
svalandi ísterningum.
Hetta Samsung-
køliskápið er viðgjørt
við Nano silvur-ionum,
sum skulu mótvirka
bakterium. Harvið
skulu matvørur halda
sær betur í hesum
skápinum. Vegleiðandi
prísur: 10.000 krónur –
www.samsung.dk
Kvøldmáltíðin hjá Torbjørn
Torbjørn Olsen hevur í hesum døgum framsýning í Galarí Focus í Havn.
Listamaðurin við teimum framúr strokunum hevur millum annað gjørt sína
mynd av seinastu kvøldmáltíðini, sum Leonardo Da Vinci hevur gjørt kendastu
myndina av. Hesin oljumálningurin kann síggjast í Galarí Focus fram til 22.
februar, men tú ert ov seinur, um tú vildi havt myndina í stovuna hjá tær eftir
tað – hon er seld. Prísur: 22.000 krónur – www.galeriefocus.com
Legg sveisaraknívin til viks og verð ein
rættur maður við einum ordan multi-
amboði í lummanum. Leatherman er ein
av fyritøkunum, sum framleiðir sterk og
kompakt multi-amboð. Surge-útgávan
av Leatherman skal verða serliga góð
– ein stóribeiggi til áðurkendu Wave-
útgávuna. Hetta amboðið kann
klára tær flestu av teimum
fyrifallandi uppgávuna – og so
verður eisini hugsað um trygdina,
so tú ikki kemur illa fyri at hava øll
hesi amboðini í lummanum.
Vegleiðandi prísur: 1200 krónur
www.leatherman.dk
Amboðskassin
í lummanum
50 tummar á veggin
Í hesum tíðum ganga flatskíggjar sum heitt breyð. Fløt sjónvarp verða tveitt um
handilsdiskarnar, og fólk taka gleðiliga hesa nýggju opinbering heim í stovuna.
Góðskan á flatskíggjunum er tó sera ymisk, og ofta ber til at lesa hetta av á
prísinum. Eitt av teimum frægu sjónvarpinum er PDP-508X hjá Pioneer, sum er eitt
plasma-sjónvarp. Sjálvt garvaði serfrøðingar hava hug at nikka, tá ið tann skarpa og
detaljeraða myndin kemur á skíggjan. Ofta er endurgevingin av svørtum ein
trupulleiki, men í hesum sjónvarpinum er tað ein sera lítil trupulleiki. Sjónvarpið er
flott og einfalt – og so er tað upplagt at hanga tað á veggin sum var tað eitt annað
listarverk. Vegleiðandi prísur: 27.000 kr. - www.pioneer.dk
Tú hevur kanska ikki ráð at keypa tær
bilin frá teimum, men kanska tað ber til at
skava so frætt av leysum saman, at
tað ber til at keypa eitt av teirra
urum. Porsche selir ur, sum ger tað
til eina fragd at svara fólki, tá ið tey
spyrja, hvat klokkan er. Eitt av
teimum stóru og sterku urunum frá
Porsche er nýggja Worldtimer, sum
kann verða hent í hesum globaliseraðu
tíðum. Urið, ið er framleitt av Eterna,
kann lætt og snilt halda skil á tveimum
tíðarsonum samstundis – og so sær tað eisini
út sum eitt ordiligt ur. Vegleiðandi prísur:
75.500 – www.porscheshop.co.uk
Porsche-urið