mánadagur 25. februar 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 39 - 25. februar 2008
Arabiski handilsmað
urin, Saeed Khouri frá
Sameindu Arabisku
Emiratunum, legði
75 milliónir krónur á
borðið fyri eina num
marplátu við talinum
1 á
VÆLGERÐ
Leo Poulsen
Tað er ikki júst pengar, sum
hann manglar, Saeed Khou
ri frá Sameindu Arabisku
Emiratunum. Hann gjørdi
ikki mætari enn at gjalda
75 milliónir krónur fyri
eina nummarplátu við tali
num 1 á, við eina uppboðs
sølu, har pengarnir fóru til
vælgerðandi endamál.
Eg tók av, tí talið 1 er tað
besta talið, og eg vil verða
bestur í verðini, segði 25
ára gamli handilsmaðurin,
sum er vorðin høvuðríkur
upp á ognaríløgur.
Gamla metið fyri eina
nummarplátu varð sett í des
ember í fjør, tá eitt syskina
barn hjá Saeed Khouri keyp
ti eina av slagnum við
talinum 5 á – fyri 18 millión
ir krónur.
Pengarnir frá hesari upp
boðssøluni fara sum nevnt
til vælgerðandi endamál,
nevniliga eina endurvenj
ingarmðstøð fyri ferðslu
skaðar.
Enn er ikki víst, hvør bil
ur fær heiðurin av nummar
plátini, men hann verður
neyvan í bíligara endanum.
Í Europa er prísstøðið
fyri óvanligar nummarplátur
ikki so høgt, men fyri tað
eru keypararnir minst líka
forhippaðir í at nýta pengar
upp á dreingjadreymir. Í
Onglandi keypti ein formel
1 fjeppari, handilsmaðurin
Afzal Khan, í síðsta mánaði
nummarplátuna
F1
fyri
umleið fimm milliónir krón
ur, og Chelseaeigarin Rom
an Abramovich gav útvið
tríggjar milliónir krónur
fyri nummarplátuna VIP 1,
skrivar
danska
blaðið
Børsen.
Saeed Khouri tók djúpt í
lumman, tá hann keypti
nýggja nummarplátu
Hugsa nógv um kynslívið
Ein vanligan arbeiðsdag hugsar ein kvinna 34 ferðir um
kynslívið ella eina ferð hvønn 14. minutt. Tað vísir ein
kanning, sum 1.000 kvinnur hava luttikið í. Kanningin
avdúkar, at kvinnurnar hugsa fyrst og fremst um
kynslívið saman við egnum manni. Á øðrum plássi eru
menn, sum tær hava sæð, og í triðja lagi hugsa tær sum
fyrrverandi drong ella mann. 53 prosent viðganga, at tær
hava hug á onkrum, sum tær arbeiða saman við.
Lýtt í Miðevropa
Tað var rættiligt vár ella næstan summarveður við sól og
hita nógvastaðni í Miðevropa um vikuskiftið. Í Stuttgart
og øðrum býum í Suðurtýsklandi vístu hitamátararnir upp
í 24 stig í gjár, og í Chur har norðuri í Sveis var hitin 23
stig, sum eisini er met har hesa tíðina á árinum. Tað
gamla metið, sum var 21,4 stig, var frá 1960. Vanliga
frystir tað í 2.000 metra hædd í Alpunum á februar, men í
gjár var einki frost fyrr enn 3.200 metrar uppi í
fjøllunum.
75 milliónir fyri nummarplátuna
Týskland og Bretland
eru farin í herna móti
borgarum, sum hava
goymt pening í eitt nú
Liechtenstein. Roknað
verður við, at tað finst
ein milliard í ógoldn
um skatti
SKATTASKJÓL
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Upprunaliga søgdu bretsku
skattamyndugleikarnir nei
takk til ein lista við nøvnum
á fólki, sum høvdu krógvað
pening burtur í skattaskjóli
num Liechtenstein. Í staðin
vendi viðkomandi sær til
týsku
fregnartænastuna,
sum fekk ein lista við 750
nøvnum á týskum borgar
um, sum hava pening stand
andi í bankum í lítla Alpu
landinum.
Hetta gjørdist eitt stak
væleydnað tiltak hjá týsku
skattamyndugleikunum við
loyniliga listanum – sum
týskarar góvu beint omanfy
ri 30 milliónir fyri – og tað
sannførdi at enda bretsku
myndugleikarnar at rinda
tíggju milliónir fyri ein líkn
andi lista við bretskum
borgarum.
Vælvitandi keldur siga,
at listin inniheldur nøvnini
á um hundrað ríkum bretum
við pengum í Liechtenstein,
og roknað verður við, at hes
ir hava eina milliard í
ógoldnum skatti.
Listin er keyptur innanfyri
seinastu vikurnar, tó at
hann upprunaliga var boðin
bretsku myndugleikunum í
2006. Týskar keldur vilja
enntá vera við, at listin
kann hava verið boðin HM
Revenue
&
Customs,
bretsku skattamyndugleiku
num, longu í 2005. Ein tals
maður fyri HMRC sigur, at
bretar ætlaðu at bíða fyri at
vita, hvat onnur lond, ser
stakliga Týskland, fóru at
gera við listan.
Vit samstarva við onnur
lond um hetta málið. Vit
eru varin, tað ber ikki til
bara at fara fram eftir fumm
um. Vit vilja tryggja okkum,
at skattgjaldarans peningur
verður skilagott nýttur, sig
ur talsmaðurin.
Skattamyndugleikarnir í
Bretlandi kalla keypið av
listanum fyri eitt kvetti, og
eru nú í ferð við at seta seg
í samband við fólkini á lista
num.
Upplýsingarnir
eru
fyrsta floks og leiðir okkum
til fólk, sum snýta í skatti,
so vit fáa rætta upp á hetta,
sigur talsmaðurin.
Hentir upplýsingar
Ein týskur embætismaður,
sum vil vera ónevndur,
segði, at keldan, sum setti
seg í samband við týsku
fregnartænastuna,
BND,
gramdi seg um, at bretsku
myndugleikarnir tóku sær
ov góða tíð at svara, og tí
kvetti hann alt samband við
London.
Soleiðis sum vit skiltu
tað, hevði Bretland stóran
áhuga í upplýsningunum,
men av einari ella aðrari
orsøk fór handilin ongantíð
fram. Men tað er møguligt,
at okkurt slag av handli fór
fram seinni, sigur embætis
maðurin.
Í fjør gjørdi BND ein
handil við persónin, sum lat
ein DVD við upplýsingum
um týskar statsborgarar,
sum høvdu goymt pening í
bankunum í Alpulandinum,
samstundis sum teir góvu
honum ein nýggjan sam
leika.
Týsku skattamyndugleik
arnir hava brúkt upplýsing
arnar sdeinastu tvær vikur
nar, og kannað í hundraðtali
av húsum og bankaskriv
stovum. Eingin er tó enn
ákærdur fyri skattasvik.
Ákæruvaldið í Bochum
samskipar kanningina, og
har varður sagt, at talan er
um meiri enn tann eina
bankan í Liechtenstein.
Kanningin, og serliga
leikluturin hjá týsku fregnar
tænastuni, hevur skapt øði í
Liechtenstein, Sveits og
øðrum skattaskjólum, skriv
ar Financial Times.
Í herna móti skattaskjólum
Milliardir av skattakrónum
eru krógvað burtur í bankum í
Liechtenstein